Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. januar 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 tíðindi Nr. 9 - 14. januar 2010 Ongin partur vil av vísa, at P/F Løkir hevur keypt P/F Dimma lætting. Tí kann roknast við, at í nærmastu fram tíð verða stórar broyt­ ingar við samtakinum Blaðsøla Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Dimmalætting hevur siglt tungt í langa tíð, og bæði høvuðspartaeigararnir, Lis­ beth L. Petersen og Beata L. Samuelsen, og stjóri á Dimmalætting hava ført fram, at stórar broytingar mugu til á blaðnum, um tað nakrantíð skal koma fyri seg aftur, nú samtakið hevur eina skuld, sum sambært stjóranum, Árna Gregersen, og nevndarliminum og høv­ uðspartaeigaranum, Lisbeth L. Petersen, liggur um 25 milliónir krónur. Sum skilst er tað íløgu­ felagið Løkir, sum hevur gjørt eina íløgu í Dimma­ lætting, og tá Sosialurin spyr stjóran, Líggjast í Bø, og nevndarformannin, Petur H. Jacobsen, kann hvørgin avsanna, at Løkir hava keypt Dimmalætting. Løkir er íløgufelag, sum P/F Føroya Banki, P/F Tjaldur, Lækir Capital ehf úr Íslandi og P/F Krúnborg, sum er felagið hjá Eiler Jacobsen, eiga. Árni Gregersen, stjóri á Dimmalætting, kundi 4. januar greiða frá, at stórar broytingar eru ávegis, men tá vildi hann ikki upplýsa, hvør keyparin er. Tað vil hann heldur ikki í dag, men staðfestir, at onkr­ ar broytingar eru hendar í samráðingunum. Fyri tíð síðan segði Lis­ beth L. Petersen, nevndar­ limur, eisini, at ein møgu­ leiki sjálvandi er at selja bygningin fyri at minka um skuldina. Stjórin á Dimmalætting førdi eisini fram, at ein møguleiki var at fara í ein annan bygning. – Men tað er nakað nýggju partaeigararnir koma at avgera, segði Árni Greger­ sen 4. januar. Gomlu eigararnir At Dimmalætting hevur koyrt tungt og er komin í stóra skuld, hevur eisini havt við sær at partabrøvini í felagnum eru minkað sera nógv í virði. 5. januar staðfestu eisini Beata L. Samuelsen og Lisbeth L. Petersen, at tað ikki eru tær, sum seta meiri pening í fyritøkuna, og tí er møguleiki fyri, at hvørgin av teimum verður partur av nýggjastu útgávuni av Dimmu. Løkir Verður hugt at, hvørjar íløg ur Løkir hevur gjørt, so er tað í Statoil í Føroyum, Eldborg, sum er supplyskip hjá Supply Service, í Lækir, sum er sama íslendska íløgu felag, sum eigur í Løk ir. Umframt, at Løkir eigur meirilutan í NEMA samtakinum. Hetta seinasta samtakið umfatar fyritøkurnar Senta, Casa, Kvasir, City, Atlants­ tøkni og Sendistovuna. Hóast ongin partur í mál­ inum vil vátta, at sterka íløgufelagið hevur keypt P/F Dimmalætting, so vil ong in partur avsanna tíð­ indini, og tí kundi meira enn so hent seg, at ein al ­ mannakunngering av keyp­ inum er heilt nær. Løkir keypt Dimmu Tað ber ikki til at siga tað við vissu, men hvørki nevndarformaðurin ella stjóri í íløgufelagnum Løkir kann avsanna, at teir hava keypt Dimmalætting Mynd: Jens Kristian Vang Seinasti hjálparin hjá Annu Frank deyð Hollendska kvinnan, Miep Gies, sum var tann seinasta av teimum, sum hjálptu Annu Frank og familju hennara undir seinna heimsbardaga, er deyð 100 ára gomul. Anna Frank var ein jødisk genta, sum saman við familjuni goymdi seg fyri nazistunum í Amsterdam undir seinna heimsbardaga. Miep Gies hjálpti familjuni, við at bera teimum mat og drekka. Áðrenn kríggið endaði, eydnaðist tað nazistunum at fanga Annu Frank og familju hennara. Anna Frank doyði í týningarleguni, Bergen­Belsen í mars í 1945, bert 15 ára gomul, men hon skrivaði eina dagbók, sum gjørdist heimsgitin. Miep Gies brúkti ein stóran part av sínum lívi at minni fólk kring heimin á Onnu Frank, og tær mongu miljónirnar av jødum, sum vóru tiknir av døgum. Dagbókin hjá Onnu Frank verður roknað at verða ein hin besta vitnisfrágreiðingin, sum finst frá seinna heimsbardaga. Dagbókin var givin út á fyrsta sinni í 1947, og er týdd til mong tungumál, eisini føroyskt.