hósdagur 14. januar 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 - 14. januar 2010
19
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Dagurin
14. januar. Felix, deyður umleið ár 260. Prestur í
Nola, nærhendis Napoli í Italia. Nógvar eru
frásagnirnar um hansara lítillátna lív og tær mongu
undirgerðirnar hann útinti. Navnið merkir eydnuríkur.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Knud Erik Andersen, Toftir, andaðist á Lands
sjúkrahúsinum týsdagin, 74 ára gamal.
Hans Anton Thomsen, ættaður av Strondum,
búsitandi í Saltangará, andaðist týsdagin á Ríkis
sjúkrahúsinum, 49 ára gamal. Kistan kemur við flog
farinum hósdagin kl. 14 og í Glyvra kirkju umleið kl.
15.30. Jarðarferðin verður leygardagin kl. 13. Tey,
sum ynskja at senda blómur ella krans, kunna ístaðin
lata eina gávu til børnini. Konta í Eik.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá ið
okkara góði pápi, abbi, langabbi og verpápi
Andrias Nielsen
Sandavági
doyði og varð jarðaður.
Tøkk til starvsfólkini á Sýnini. Tøkk til David
Johannesen, prest, fyri góð og troystarrík orð. Tøkk
fyri blómur, kransar og tøkk fyri gávur til Sandavágs
kirkju. Tøkk øll tit, sum hjálptu til við jarðarferðini,
og tøkk øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta
hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Ninna, Tóra og Jóanis
70 ára føðingardagur
Hósdagin 14. januar verður Jafet Rasmussen í Søldarfirði 70 ár.
Dagurin verður hildin saman við børnunum.
Diamantbrúdleyp
Tann 28. januar kunnu hjúnini Diana og Alfred Klein,
Fuglafirði, halda diamantbrúdleyp. Dagurin verður hildin í
bygdarhúsinum í Leirvík leygardagin 30. januar, kl. 16, har øll
eru vælkomin. Fólk verða biðin um at siga frá í seinasta lagi
23. januar á tlf. 444092.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 2. februar hava Jóhan Petur S. og Lis Olsen
silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í kafeteria í Kelduni í
Skálafirði týskvøldið 2. februar frá klokkan 18.00. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Leygardagin 16. jan kl. 13 giftast í Christianskirkjuni í
Klaksvík Jóhanna Dahl Sørensen Norðdepil og Rasmus
Magnusson Innan Glyvur. Eftir vígsluna verður receptión á
Klaksvíkar Sjómansskúla frá kl 1417, har øll eru hjartaliga
vælkomin. Veitslan verður fyri innbodnum í Róðrarneystinum í
Árnafirði kl. 19.
Merkisdagar
31. desember 2009 var sein
asti starvsdagur hjá John P.
Vilhelm á bilasøluni Auto
Service.
John er ímyndin av Saab í
Føroyum.
John, sum í dag er 65 ára
gamal, lærdi til bilmekanik
ara hjá P/F Vilhelm Nielsen
og er eisini útbúgvin mask
inmeistari. Eftir at hava
siglt í nøkur ár við skipum
hjá Kosangass, fór hann at
arbeiða hjá Tummasi Ørv í
1976. Tummas Ørv helt til
yviri við Strond og seldi
m.a. skipsmotorar og Saab
bilar. Fyritøkan seldi eisini
eitt skifti italsku Lancia og
sponsku Seat bilarnar. Tá
Tummas doyr í mai í 1994,
tók John yvir, og fyritøkan
skifti navn til Sp/f John P.
Vilhelm.
Í 2001 keypir P/F Mein
hardt Arge umboðið fyri
Saab bilarnar, og John og
hansara starvsfólk fóru síð
an at arbeiða hjá P/F Mein
hardt Arge, sum seinni skifti
navn til Auto Service.
Kelda: www.autoservice.fo
John P. Vilhelm givin
hjá Auto Service
Árni Rasmussen, stjóri í Auto
Service (v.m.), og John P.
Vilhelm, sum hevur selt Saab
síðan 1976
Leygardagin
12.
januar
1985 skrivar Sosialurin um
eitt bankarán í deildini hjá
Føroya Banka í Kollafirði
hósdagin 10. januar, har
ránsmenninir tóku millum
hundrað og tveyhundrað
túsund krónur við sær.
Blaðið skrivar, at øll
starvsfólkini í bankanum
vóru til arbeiðis dagin eftir,
hóast tey høvdu fingið ein
skelk. Bilurin, sum banka
ránararnir koyrdu í, varð
funnin við Leynavatn 40
minuttir eftir ránið. Ein
húgva, sum ein av ráns
monnunum hevði brúkt, var
eisini funnin nærhendis bil
inum.
Kelda: Sosialurin leygardagin 12.
januar 1985
Fyri 25 árum síðan:
Bankarán
í Kollafirði
Húgvan, sum ein av ránsmonnunum
hevði brúkt, var funnin nærhendis
bilinum