hósdagur 14. januar 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 9 - 14. januar 2010
Henda søgan byrjar við Ole
Even Olsen í Hvalba. Hann
varð norðmaður og bleiv tí
kallaður Óla Norðmann.
Hann var av fyrstu tíð kom
in úr Noregi at kanna, um
tað bar til at bróta kol í
Føroyum. Tað kann sigast,
at væl kom burtur úr.
Óli giftist við eini før
oysk ari
konu,
Elsebeth
Joens datter. Hann segðist at
hava verið ein rættuligur
kraftkalur.
Sonur
teirra
Johan
Christian Evensen, f. 1804,
gjørdist sýslumaður í Suð
uroy. Hann giftist bónda
dóttrini Elsebeth Susanne
Peders datter, f. 1832, úr
Porkeri. Hon var kend fyri
at vera vøkur.
Eisini áttu tey eina dóttir,
Marianna f. 1807. Hon gift
ist við Daniel Jacobsen f.
1806. Tey bæði fingu fýra
børn.
Tá ið Johan og Elsebeth
høvdu verið gift í nøkur ár
fór kikhosti at ganga í 1853.
Tað vóru nógv sum doyðu.
Johan Christian Evensen
mátti hjálpa læknanum, og
tá bleiv hann sjálvur smitt
aður og doyði tríggjar dagar
seinni.
Stutt eftir doyði konan av
tuberklum. Eftir sótu trý
børn. Tey vóru Elsebeth
Christine f. 1831, Joen
Peter f. 1837 og Jens Christ
ian f. 1840.
Hesi foreldaleysu børn ini
máttu tískil fara til onn u r at
vera. Systirin fór til ein
prest, sum hevði kent for
eldrini, meðan beiggj arnir
komu til Jens David sen
(18031878) í Havn.
Hetta man hava verið tað
besta, sum kundi henda
dreingj unum.
Tá
Jens
David sen eisini er jarðaður
í gamla kirkjugarði, skal
hann eisini fáa umrøðu í
hesi grein.
Jens Davidsen var
ein úrmælingur
Jens var føddur í Suðuroy í
1803. Á heilt ungum árum
tók pápi Joen Peter og Jens
Christian dreingin til sín og
fekk sent hann norður til
Havnar at fáa sær skúlaút
búgving. Um hesa tíðina
búði Jens C. Svabo í Pæsa
stovu, og sagt verður frá, at
hjá honum lærdi Jens
Davidsen bæði at skriva,
lesa og rokna.
Bara 14 ára gamal kom
Jens á amtskrivstovuna at
arbeiða, og í hesum skriv
arastarvi sat hann alt sítt lív,
og álitismaður var hann við
lít. Amtmenn skiftu ferð
eft ir ferð, men skriv ara kall
urin var hin sami. Hann
dugdi væl at seta nýsettar
embætismenn inn í arbeið
ið.
Jens
Davidsen
hjálpti
Schrøteri við Mattheus
týðingini, og í 1832 skrivar
hann til Bíbliufelagið, sum
gav Mattheusevangeliið út,
og sigur, at hann hevur týtt
Markus evangeliið, sum
hann býður felagnum til
út gávu. Bíbliufelagið sigur
seg undan og vísir til,
hvussu vánaliga móttøku
um seting Schrøters fekk í
1823.
Jens
Davidsen
kemur
har afturímóti at standa sum
hin lívgandi andin, sum
altíð var til reiðar at veita
eina hjálpandi hond, og
hann hevur tryggjað sær
sess í bókmentasøgu okk
ara, tí at hann tók stig til at
stovnseta
Føroya
Amts
Bókasavn í 1828, har hann
eisini var bókavørður í heili
50 ár.
Útlendingar
undraðust
yvir allan tann kunnleika
hann hevði á nógvum økj
um. Hann var eisini ofta
sett ur amtmaður, fúti og
sorinskrivari. Virðingin fyri
honum var stór. Tað varð
sagt, at tey ið fylgdu honum
til gravar, mundu vera
størsti líkskari í Føroyum.
Komu at seta merki
á samfelagið
Hesi trý systkin komu við
sínum eftirkomarum at seta
merki á føroyska sam felag
ið.
Systirin Elsebeth Krist
ine giftist við handils stjór
anum Christoffer Michael
Olsen f. 1822. Hann fara
vit at umrøða seinni.Tey
fingu fimm børn. Ein son
ur teirra var Jens Olsen,
kend ur leiðari av Handils
foreiningini,
giftur
við
Petru Müller. Dótturin Mar
gretha giftist við Søren
Emil Müller sum sjálvur
við ætt síni hevur havt stór
an týdning fyri Før oyar.
Beiggin Jens Christian
giftist við Onnu, dóttir Evu
og Andreas C. Lützen,
fyrsta Lützen í Føroyum.
Jens
Christian
gjørdist
prest ur og seinni próstur á
Viðareiði, í Hvalba, Nesi
og í Danmark. Ein sonur
teirra var kendi presturin og
prósturin A.C. Evensen.
Anna fekk beint áðrenn,
hon
doyði
niðurskrivað
henn ara og teirra søgu, sum
í 2003 varð prentað í
FFblaðnum. Hetta var sera
áhugaverdur lesnaður. Anna
er eisini ein kelda til hesa
grein.
Jóan Petur varð sjálvur
giftur við Amaliu Sofie
Christine f. Olsen. Hon var
dóttir skómakaran Søren
Olsen, sum var upprunaligi
eigarin av Vertshúsinum,
sum Hans Andreas Djur
huus seinni gjørdi kent sum
Hotel Djurhuus.
Tey fingu tilsamans seks
børn. Elst var Maren Mar
grethe f. 1864, sum giftist
við Jens Mohr, sum fyrr er
umrøddur í hesi røð. Tey
fingu átta børn. Fleiri av
teimum vórðu sera kend í
Havn, sum Peter Even,
Kjart an og Leif.
Søren Christian f. 1866
giftist við Augustu Klein og
eigur
ókend
børn
í
Amerika.
Jens f. 1868 giftist við
Kar en Marie Mortensen f.
1879, og tey fingu tvey
børn. Tey eru eisini grivin í
gamla kirkjugarði og verða
lýst í komandi parti
Johan Christian f. 1869
giftist við systkinabarn in
um Fridu Frederikku f.
1879, dóttir Onnu og Jens
Christian Evensen. Hann
var kolonibestýrari í Grøn
landi, og vit fara í samband
við lýsing av føroyingum í
Grønlandi í komandi Mið
vikum eisini at lýsa nakað
av teirra søgu. Tey áttu fýra
børn.
Christian Marius f. 1872.
Kona hansara æt Mary f.
1879. Tey áttu seks born.
Christian gjørdist ein kend
ur reiðari í Glasgow.
Sofus f. 1877 varð fødd ur
í 1877 og hevur verið um
røddur í hesi røð.
Reiðari og keypmaður
Jóan Petur fekk handil og
gjørdist eitt kent handils
navn í Havn. Jens David sen
opnaði í 1860 handilin Jens
Davidson & Co. Her fekk
Jóan Petur starv. Seinni tók
Jóan Petur yvir handilin, og
í 1900 tók hann sonin Jens
við í fyri tøk una sum sam
ánara, men hin gamli slepti
ikki teym unum, sjálvt um
hann gjørd ist 87 ár.
Í 1902 var nýggjur og
rúm ligur handilsbygningur
bygdur, har Kristnastova
og Janstova høvdu staðið. Í
1906 var Evensens brúgv
bygd. Har kundu motor
bátar og lossijaktir leggja
at. Í 1913 varð pakkhús í
trimum hæddum laðað upp
á økinum aftan fyri brúnna.
Fyritøkan hevði eisini tveir
motorar Eyvind og Lítla
Anna
Í 1918 áttu teir sjey skip
og høvdu eisini fiskaturk
ing eins og nógvir reiðarar
høvdu.
Í 31 ár var Jóan Petur
lim ur í Thorshavns Borg
erræpræsentation og stóran
part av tíðini formaður.
Hann var eisini nógv ár
lim ur í fátækranevndini hjá
kommununi.
Eingin Evensen eftir í Føroyum
uttan í kirkjugarðinum
Tað er nokk so merkiligt, at eingin við navninum Evensen er í Føroyum. Hetta eru fólk, sum hava spælt ein stóran leiklut í
okkara samfelag á ymiskum økjum. Men í gamla kirkjugarði eru tey væl umboðað, og fara vit tí at tríva í teirra søgu
Komandi partur
verður um Karen og
Jens Evensen.
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
JOEN PETER EVENSEN
F. 6. JULI 1837
D. 11. JULI 1924
AMALIE SOFIE
KRISTIANE EVENSEN
FØDT OLSEN
F. 31. DECEMBER 1833
D. 11. DECEMBER 1903
Evensenhjúnini saman við børnunum: Ovast f.v.: Jens, Sofus, Sørin, Christian og Johan. Niðast:
Margretha, gift við Jens Mohr, og foreldrini Jóan Petur og Amalia Sofía
Eitt tað kendasta skipið hjá J.P. Evensen, sum hann átti saman
við versoninum Jens Mohr, var Lalla Rookh
Jóan Petur og beiggi hansara
Jens Christian vuksu upp hjá
Jens Davidsen