Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-14, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. januar 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 14. januar 2010 Sørvingar vunnu 3-0 og halda framvegis tørn í kapp ing ini um at koma í FM-finalurnar. Men hóast fug l firð ingar eru botn lið, góvu teir einki frá sær ókeypis í Sørvági í gjár- kvøldið Enn eru sjey umfør eftir í Eik-liguni hjá monnum, so her kann nógv henda, áðrenn endaliga er greitt, hvørji tvey lið koma í FM-finalurnar, sum verða spældar eftir lokna lands kapping. Men tað mesta av ári- num hevur Mjølnir sitið á øðrum finalu plássinum, meðan kappingin um hitt plássið í finaluni hevur stað- ið millum SÍ og Fleyr. Tann støðan er einki broytt eftir dystin í Sørvági í gjárkvøldið, tí har eydn aðist SÍ at liva upp til favorittleiklutin og vinna 3-0, hóast talan í løtum var um dygga mót- støðu frá ÍF, ið enn eigur fyrstu stig- ini til góðar, men støðugt tekur seg fram og í spældygd tykist nærkast hinum liðunum. Mjølnir hevur framvegis munin og er trý stig framman fyri SÍ og fimm stig framman fyri Fleyr, men fyri tað eru allar súðir ikki syftar enn. Hóast Mjølnir er favorittur, skal liðið møta bæði SÍ og Fleyr tvær ferðir aftr at, áðrenn kappingin er komin at enda, og somuleiðis møtast SÍ og Fleyr tríggjar ferðir aftrat, so her eru nógv stig at spæla um. SÍ-ÍF 3-0 (25-19, 26-24, 25-20) Hóast tølini siga, at talan var um ein greiðan sigur, tí SÍ vann 3-0, var veru leikin á vøllinum kanska ikki heilt so einfaldur. Øll trý settini stríddi st ÍF av øllum alvi, og serliga í verju spælinum góvu fuglfirðingar seg so mikið langt, at hetta ikki varð nakar lættvunnin dystur hjá SÍ. Í fyrsta setti førdi ÍF fyri tað mesta við einum ella tveimum stigum upp til 13-13, men so tók SÍ yvir og hevði leiðslu na restina av settinum. Spæl- ið hjá SÍ var ikki av tí besta, og serliga var tað í álopsspælinum, at tað halt- aði, meðan móttøkurnar og verju- spælið hinvegin legði botn undir sigur in. Tað var um reppið, at ÍF fekk tikið annað sett. Har var SÍ á odda 23-20, tá ÍF gjørdi ein vørr og vann seg fram um 23-24. Men fuglfirðingar megnaðu ikki at leypa nógv væl á, og tí vunnu sørvingar tríggjar teir síðstu bóltarnar. Fyri áskoðararnar mundi triðja sett ið vera tað stuttligasta at hyggja at, tí hóast SÍ vann tað við fimm stig- um á muni, stríddist ÍF enn meira, nú tað hevði verið so nær í øðrum setti. Av tí sama gjørdust nógvir langir bóltar, men tá avtornaði, høvdu sør- ving ar munin og vunnu settið og dystin. Landsliðsvenjarin held ur, at ímóti Sveis og Hvítar uss- landi skal tapið a v mark ast, men at kanska ein møgu- leiki er ímóti Kypros, sum í styrki bara er eitt lítið petti framman fyri Føroyar Tá fleiri landsdystir eru á skránni rað á rað, plaga teir at verða spældir leygar dagar og mikudagar, so liðini fáa hvílt seg ímillum, men í so máta er skráin nógv harðari, nú føroyska mans l ands liðið í hondbólti skal spæla tríggjar HM-undan kapp- ingar dystir í tríggjar dagar. – Hetta er harður kostur hjá okk- ara monnum, ið ikki eru vanir við at spæla við so lítlum steðgi ímillum. Vit mugu bara royna at blanda kort- ini sum frægast, men í øllum førum ger hetta, at allir, sum eru við á lið- num hesa ferð, sleppa at spæla, sig- ur Dia Midjord, sum saman við Kára Nielsen hevur ábyrgdina av mans- lands liðnum. Teir tríggir dystirnir verða spældir á Cyprus College Athletic Centre í Nicos ia, og tann fyrsti verður longu á skránni í morgin klokkan 15, før- oyska tíð, og hann er ímóti Sveis, sum vit eisini vóru í bólki við í undan farnu EM-undankappingini. Leygar dagin klokkan 13 spæla Før- oyar ímóti Hvítarusslandi og sunnu- dagin klokkan 12 ímóti Kypros. – Heilt yvirskipað skulu vit syrgja fyri at standa okkum so væl sum gjørligt móti Sveis og Hvítarusslandi. Um alt gongur upp í eina hægri eind, so mótstøðuliðini undirmeta okk um, samstundis sum tað gongur teim u m illa og alt riggar hjá okkum, kunnu vit fáa eitt fantastiskt úrslit, sigur Dia Midjord. – Men tað verður móti Kypros, at vit hava møguleikan at spæla við. Og hóast vit ikki eru favorittar, er tað dysturin, har vit kunnu fáa stig. Landsliðið fór úr Føroyum seinna- partin í gjár og hevur í nátt gist í Keyp mannahavn. Tíðliga í morgun helt ferðin fram til Kypros umvegis Wien. Eftir lokna kapping byrjar heim ferðin mánanáttina, og seinna- partin mánadagin er hópurin aftur í Føroyum. Flogbóltur Eik-ligan, menn vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 Mjølnir 11 9 - 2 29 11 18 11 2 SÍ 11 7 - 4 25 18 7 8 3 Fleyr 11 5 - 6 25 22 3 6 4 ÍF 11 0 - 11 2 30 -28 0 SÍ fekk mótstøðu frá ÍF Byrja við Sveis í morgin einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Tann fyrsti av teimum trimum HM-dystunum hjá manslandsliðnum í hondbólti, sum skulu spælast á Kypros eftir bara trimum døgum, verður seinnapartin í morgin ímóti Sveis Mynd: Andreas Wagner Bæði SÍ og ÍF vístu gott verjuspæl, tá liðini í gjárkvøldið spældu ein javnari dyst, enn 3-0 sigurin hjá SÍ kundi bent á. Her er tað Jón Falkvard hjá SÍ, sum roynir at leggja trýst á fuglfirðingar Mynd: Álvur Haraldsen