Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-14, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. januar 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 14. januar 2010 – Nr. 9 20 milliónir pund úr United Glazer-familjan hevur tikið stórar upphæddir úr enska meistarafelagnum, Manchester United, hóast felagið hevði havt eitt risastórt undirskot fyri roknskaparárið 2009, var tað ikki fyri metsøluna av Cristiano Ronaldo, sum varð seldur fyri 80 milliónir pund. Amerikansku eigararnir hava tikið 20 milliónir pund úr felagnum, men fyri at koma stóru skuldini hjá felagnum til lívs, hevur Glazer-familjan ætlanir um at útvega heili 500 milliónir pund í skuldar-virðisbrøvum. Kristensen besti koyrarin Danski kappkoyrarin, Tom Kristensen, er av kenda enska motorsportblaðnum, Autosport, kosin besti sportsvogns- koyrari síðstu tíggju árini. Nummar tvey gjørdist Allan McNish úr Skotlandi og David Brabham úr Australia gjørdist nummar trý. Hin danski kappkoyrarin, Jan Magnussen, gjørdist nummar sjey. Sosialurin var á Anfield, tá Reading – óvæntað, men fult uppiborið – sendi Liverpool út úr FA Cup. Reading-spælararnir vístu framúr hugburð og stríddust fyri hvørjum bólti, meðan aldudalurin hjá Liverpool ongan enda tykist fáa. Bæði Gerrard og Torres fór av vøllinum við skaða Klokkan var farin um teir 90 minutt- irnar, tá Gylfi Sigurðsson javnaði fyri Reading, tá hann umsetti brots- spark til mál. Fyri aðru ferð í ár eydn aðist tað Reading at spæla javnt móti Liverpool, men søgan endar ikki her. Meðan Liverpool-spælararnir ristu við høvdinum, fingu stríðshug- aðu Reading-spælararnir enn meiri hug at stríðast saman við óføru viðhaldsfólkum sínum. Og tá 10 minuttir vóru farnir av umdystinum, bragdaði aftur. Reading fór í álop og í brotssteiginum var Shane Long fyrstur á einum innleggi, sum hann skallaði í málið til endaligu støðuna 2-1 til Reading! Dagurin byrjaði annars væl fyri Liverpool-viðhaldsfólk. Christian Purslow, stjóri í Liverpool, avsann- aði, at felagið hevði nakrar ætlanir um at selja Steven Gerrard og Fernando Torres, sum annars hevði verið ført fram í miðlunum fyrr í vikuni. Hann vísti eisini á, at Liver- pool í summar fór at fáa pengar at keypa spælarar fyri. Nakrar tímar seinni var avtalan við argentinska Maxi Rodrìguez komin upp á pláss. Hann bleiv presenteraður fyri viðhalds fólk- inum, áðrenn dystar byrjan. Liver- pool-venjarin, Rafael Benitez, segði í samrøðu við LFC TV, at hann tók FA Cup í størsta álvara. Lítið um Anfield Tað var eisini sjón fyri søgn, tá spæl- ararnir komu út at hita upp í kuld- anum á Anfield. Bæði liðskiparin Gerrard og Torres vóru millum teirra, sum skuldu koppa botn lið- num í The Championship. Tað var lítið um Anfield í gjár- kvøldið, har tað langt frá var fullsett, og tað vóru vitjandi áskoðararnir, sum stóðu fyri stemninginum. Millum annað sungu teir »Where’s your famous atmosphere?« Ein smáskaddur Fernando Torres takkaði fyri seg, tá dysturin var ein góðan hálvan tíma gamal. Tá hevði Reading verið nærri einum máli enn Liverpool. Stutt fyri steðgin kom Liverpool tó á odda, tá eitt Gerrard-skot rakti ein Reading- verjuspælara og snýtti málverjan. Tað var tað seinasta, Anfield sá til Liverpool-liðskiparin, tí hann kom ongantíð útaftur til seinna hálvleik vegna skaða. Liverpool hevði sítt besta tíðar- skeið í seinna hálvleiki, men megn- aði ikki at umsetta sína yvirvág til mál. Hinvegin vóru teir hjá Reading vandamiklir upp á kontra. Tað var eisini um reppið, at teir javnaðu smáar 10 minuttir fyri tíð, tá Jobi McAnuff rann hálvan vøllin og snýtti fleiri Liverpool-spælarar, men sendi bóltin nakrar fáar sentimetrar fram við málinum. Viðhaldsfólkini óð Tað merktist væl á stemninginum at heima áskoðarnir ikki vóru álvu- ligir við støðuna, sum hon var. Løtu seinni verður ein Reading-spælari feldur og dómarin bríkslaði fyri brotssparkið. Ábyrgdina av brots- sparkinum fekk íslendski lands- liðsspælarin, Gylfi Sigurðsson, sum var tryggur og sendi bóltin í málið til 1-1, so umdystur mátti til. Reading vann altso 2-1 og skal í næsta umfari í FA Cup møta Burn- ley á heimavølli. Liverpool er úti av enn einari kapping og stemningurin uttan fyri Anfield og í bussinum til miðbýin var ikki til at fara skeivur av: Við- haldsfólkini vóru í øðini inn á inn- satsin og mettu, at fleiri av spæl- arunum ikki eru verdir at bera Liverpool-troyggjuna. Onnur leggja eftir venjaranum og ikki minst eigarunum báðum. Felags fyri prátið og tónalagið var, at tað ikki var borðbært at festa á prent…! Reading sparkaði Liverpool út Íslendski landsliðsspælarin, Gylfi Sigurðsson, sæst her vera á veg at javna til 1-1 fyri Reading við brotssparki í síðsta minutti. Tað merkti umdyst, har Reading skoraði eina ferð aftrat og vann 2-1, so Liverpool er úti av enn einari kapping Mynd: Vegard Grøtt Løven krands øll málini Hin FA Cup-dysturin í gjárkvøldið var millum Newcastle og Plymouth, sum bæði spæla í næstbestu ensku deildini, og her gjørdist danski framherjin, Peter Løvenkrands, av sonnum miðdepilin. Hann skoraði øll trý málini í 3-0 sigrinum, sum ger, at Newcastle nú er komið víðari til fjórða umfar í siðvandu ensku steypakappingini. hil Tróndur Arge argetrondur@ofir.dk