hósdagur 14. januar 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 14. januar 2010 – Nr. 9 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23
Barcelona eisini úti
Longu nú er greitt, at 2010 ikki verður eitt eins gott ár hjá
Barcelona, sum 2009, tá spanska stórfelagið vann allar seks
kappingarnar, felagið var við í. Í gjárkvøldið spældi Barcelona
seinnu áttandapartsfinaluna ímóti Sevilla í Copa del Rey.
Barcelona, sum hevði tapt 1-2 heima í fyrra dystinum, vann á
útivølli 1-0 á Sevilla, men tá mál á útivølli viga tyngri, so er
Barcelona úti úr steypakappingini.
Campbell aftur í Arsenal
35 ára gamli Sol Campbell verður helst partur av hópinum hjá
Arsenal restina av hesum kappingarárinum. Í fyrrakvøldið spældi
Campbell við, tá eykaliðið hjá Arsenal vann 4-2 á eykamonnunum
hjá West Ham, og við Soccernet segði hann seg ætla at vera partur
av Arsenal restina av árinum. – Eg gleði meg sum smábarn. Tað eru
helst eini tvey ár síðani, at eg seinast spældi her, og eg havi saknað
fótbóltin, síðani eg steðgaði í Notts County, sigur Campbell.
Liðformaðurin hjá NSÍ
seinnu árini, Óli Hansen, er
givin við fótbólti á hægsta
stigi og verður ikki at
síggja í Vodafonedeildini
aftur. – Nú vit eru í januar
mánaði, er hugurin ikki
tann nógvi allíkavæl, men
tá hann kanska kemur
aftur, er 1. deildarfótbóltur
nóg mikið fyri meg, sigur
hann
Tá NSÍ vann føroyameistaraheitið í
mansfótbólti í 2007, var tað serliga
tann eini setningurin, ið líkasum
gjørdist slagorðið hjá liðnum. Og
tað var hvørja ferð sami maður, sum
brúkti henda setning, ið tað ikki er
sørt, at aðrir spælarar síðani hava
tikið til sín.
– Ein dyst í senn, var aftur vend-
andi svarið frá Óla Hansen, tá
miðlafólk vildu hava hann at siga, at
nú fór NSÍ at gerast føroyameistari.
Sjálvt um dúgliga var dyrgt eftir at
fáa meira burtur úr honum, vildi
hann ongantíð úttala seg um ann-
að enn aktuellu dystirnar – og í
mesta lagi ein dyst fram!
Nú fer hesin kapitulin í fótbólt-
inum í Runavík í søguna, tí 32 ára
gamli Óli hevur tikið avgerð um, at
hann nú gevst við fótbólti á hægsta
stigi, har hann hevur verið í gongd
síðani 1994. Sjálvur sigur hann, at
avgerðin líkasum liggur til høgra
beinið, tí arbeiðs- og onnur viður-
skifti gera, at stundir ikki eru til at
gera so nógv við fótbóltin, sum tað
krevst í dag.
– Síðstu fimm ella seks árini er
fótbólturin í Føroyum broyttur so
nógv, tí fyrr vandu vit bara tríggjar
ella fýra ferðir um vikuna, men nú
verður vant hvønn dag, umframt at
dystirnir eisini eru nógvir. Eg havi
eisini tveir lítlar dreingir, eg skal
taka mær av, og tá arbeiðsbyrðan
frammanundan er stór, so ber ikki
til at vera heilur allastaðni, skal
pláss eisini vera fyri fótbóltinum,
sigur Óli.
Dagliga hevur hann leiðandi
starv í alifyritøkuni, Luna, sum
hevur alivirksemi á Gøtuvík og í
Vágum, umframt eitt kryvjivirki í
Sørvági. Óli er leiðari á virkinum og
hevur somuleiðis ábyrgd av sølu og
útflutningi hjá fyritøkuni, og tí er
talan altíð um langar arbeiðsvikur.
Úr álopi í verju
Upprunaliga byrjaði Óli Hansen
sum álopsspælari, og meginpartin
av síni tíð sum fótbóltsspælari,
hevur hann verið í álopinum. Men
Jógvan Martin Olsen umskúlaði
hann til verjuspælara, og tað hevur
Óli ikki iðrað seg um. Og hóast
hann spældi í verjuni, gjørdist hann
toppskjútti hjá NSÍ í 2007.
– Øll hava síni mál, sum tey vilja
røkka, og eg vil siga tað soleiðis, at
eg sum verjuspælari havi rokkið
teimum málum, eg hevði sett mær.
Eitt var at gerast føroyameistari við
NSÍ og eitt annað at koma á lands-
liðið, so eg haldi sjálvur, at eg havi
fingið tað burtur úr fótbóltinum,
sum míni evni eru rokkin til, sigur
hann.
Barna- og ungdómsárini vóru øll
í NSÍ og somuleiðis tey fyrstu árini
sum vaksin spælari, men eitt skifti
fór Óli til Gøtu at spæla við GÍ, har
hann spældi í álopinum. Har var
hann við til at vinna finaluna um
Løgmanssteypið í 2005, tá GÍ vann
1-0 á HB – og Óli var sjálvur
málskjúttin á Tórsvølli, har finalan
var spæld.
Men hæddarpunktið á lívsleið
hansara í fótbólti er avgjørt
føroyameistaraheitið hjá NSÍ, sum
kom sama ár, sum felagið fylti 50 ár.
Hetta var eisini í aðrar mátar eitt
søguligt meistaraheiti, tí hóast
felagið hevði vunnið nógv í barna-
og ungdómsdeildunum, høvdu
einastu týðandi sigrarnir hjá
teimum vaksnu verið ein rúgva av
uppflytingum, umframt sjálvandi
steypakappingarnar í 1986 og
2002.
– Skal eg nevna størstu løturnar,
so stendur føroyameistaraheitið í
2007 sjálvandi fremst, men
samstundis havi eg nógv og øgiliga
góð minni frá mínum yngru árum.
Og tað fær meg at ásanna, at tað
hevur øgiliga stóran týdning, at
fótbóltsfeløgini og ítróttarfeløg
sum heild ger nógv fyri børnini og
tey ungu, sigur Óli Hansen.
»Ein dyst í senn«
Tá sagt verður farvæl við ein
spælara, sum serliga tey seinnu
árini í fótbóltinum traðkaði í
karakter, slepst illa undan at spyrja
eitt sindur meira um henda
setningin, greinin byrjaði við. Tá
onnur siga »ein dyst í senn«, man
tað hjá teimum flestu fáa tankarnar
at leita til Óla Hansen og 2007, og
tað sama gera tað hjá
høvuðspersóninum sjálvum.
– Ja, tá eg nú hoyri aðrar spælarar
brúka handa setningin, má eg
smílast, tí tá hugsi eg aftur á
meistaraheitið hjá okkum, og tað
ger meg bara glaðan. Eg havi ikki
funnið uppá at siga hatta, men hjá
okkum riggaði tað í øllum førum,
staðfestir nú fráfarandi
liðformaðurin hjá NSÍ.
– Í 2007 var kappingin øgiliga
hørð við fyrst og fremst B36, men
av tí at hetta var ein nýggj støða
hjá okkum, ið vit ikki høvdu roynt
fyrr, máttu vit finna upp á okkurt, ið
kundi taka trýstið av spælarunum.
Tað bleiv so til tað, at allir vístu til
mín, tá okkurt skuldi sigast, og tað
vísti seg eisini at rigga fínt hjá
okkum, at vit tóku ein dyst í senn.
Nú gaggurnar verða settar á
hillina, er tó ikki givið, at Óli Hansen
púrasta gevst við fótbólti, hóast
hann er púra avkláraður við, at tað í
øllum førum ikki verður í
Vodafonedeildini, men kanska
heldur á lægri stigi, um tað verður.
– Nú vit eru í januar mánaði, er
hugurin ikki tann nógvi allíkavæl,
men tá hann kanska kemur aftur, er
1. deildarfótbóltur nóg mikið fyri
meg. Tað vildi verið upplagt, at tað
var í NSÍ, men møguliga fara vit at
flyta okkum nærri Vágoynni, so tað
kann henda seg, at eg við mínari
rutinu kann gera mun onkra
aðrastaðni í lægri deild, sigur Óli
Hansen at enda.
Óli Hansen takkar fyri seg
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Hæddarpunktið á lívsleiðini hjá Óla Hansen í fótbólti var rokkið tann 27. oktober í 2007, tá hann eftir
seinasta dystin í Klaksvík varð tveittur upp í loft av viðspælarum og viðhaldsfólkum, meðan hann
sum frægast royndi at halda fast í meistarasteypinum
Mynd: Álvur Haraldsen