hósdagur 14. januar 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 - 14. januar 2010
24
Talvan vísir kjarnatilgongdir í einari stjørnu við nøgd sum 20 sólir. Í 1. teigi
er brennievnið, í øðrum teigi evnini, sum koma burturúr, í 3. teigi eru nevnd
onnur evni, sum koma burturúr, men sum ikki geva nevnivert íkast til orkugerðina.
Í 4. teigi sæst neyðugi hitin (í kelvin) og í 5. teigi stendur tíðin (í árum), sum
hesar tilgongdir vara. Vit síggja, at tess hægri hita, tilgongdirnar krevja, tess
styttri tíð vara tær. Í seinasta teigi eru høvuðstilgongdirnar.
Fluxur F:
F = σ T4
Fluxurin hevur eindina W/m , t.e.
2
(watt/fermetur), og sigur, hvussu nógv
watt (joule/sekund) stjørnan sendur
út ígjøgnum hvønn fermetur. Fluxurin
veksur við hitanum á ýtuni í 4. potensi.
Luminositetur L:
L = F A
Luminositeturin er faldið av fluxinum
og arealinum og sigur so statt, hvussu
nógv watt (J/s) til samans koma úr
stjørnuni. Arealið er A = 4πR . R
2
er radius í stjørnuni. Verða fluxurin
og arealið sett í formilin omanfyri,
fáa vit
L = 4π σ T R
4
2
Krabbatokan. Myndin vísir, hvussu sær út næstan 1000 ár eftir, at ein stjørna
brast. Pílurin vísir, hvar nevtronstjørnan (pulsarurin) er. ESA.
Tungar stjørnur fáa ein ógvusligan deyða
Pól Jespersen
Altjóða
stjørnufrøðiár 28
Tungar stjørnur brenna so at siga
sítt ljós í báðum endum. Hóast
stóru nøgdina liva tær styttri enn
lættar stjørnur, og tær fáa eisini
ein ógvusligari deyða. Sum tíðin
líður, og hitin í hesum stjørnunum
veksur og verður hægri enn í løttum
stjørnum, kunnu fleiri ymiskar
kjarnatilgongdir tendra. Á tann
hátt fáa tær bygnað sum ein leykur
við skølum við nýgjørdum grund-
evnum upp til og við jarn
Sum ávíst í undanfarna parti vinna
stjørnurnar orku úr kjarnatilgongdum.
Frígjørda orkan gevur neyðuga hitan,
at gasstrýstið kann halda tørn við
tyngdina, sum alla tíðina roynir at
trýsta stjørnuna enn fastari saman
og tískil at økja hitan enn meiri. Kendi
danski alisfrøðingurin, Jens Martin
Knudsen, sáli, plagdi tí at siga, at
kjarntilgongdirnar halda stjørnurnar
kaldar! Jens Martin var ein framúrskar-
andi undirvísari. Væl dugdi hann
at taka til orðanna og honum dámdi
væl at koma við slíkum øðrvísi
útsøgnum.
Skalbygnaður
Í kjarnatilgongdunum verða samstund-
is gjørd nýggj grundevni. Í tungum
stjørnum verður hitin í miðdeplinum
hægri enn í løttum stjørnum. Tí er
møguleiki fyri fleiri tilgongdum í
tungum stjørnum, ið sum frá líður
fáa ein bygnað nakað sum ein leykur
við skølum, sí myndina.
Upprunaliga tilfarið er hydrogen
og helium (1). Afturat hesum løttu
grundevnum er eitt sløð av tungum
evnum, meiri tess seinni stjørnan
verður til eftir Big Bang. Tá ið hitin
í miðdeplinum er vorðin nóg høgur,
tendrar fyrsta fusiónstilgongdin, sum
brennur hydrogen til helium (2). Tá
ið hydrogenið í miðdeplinum fer
at ganga undan, fær tyngdin aftur
yvirtakið, og hitin veksur. Tá ið hitin
er nóg høgur, tendrar næsta tilgongdin,
sum brennur helium til carbon og
oxygen (3). Uttan um miðdepilin
er nú so heitt, at fyrra tilgongdin,
sum brennur hydrogen, kann fara
fram har um somu tíð. Henda gongdin
heldur nú fram. Carbon brennur til
neon og magnesium (4). Oxygen
brennur til silicium og svávul (5),
og silicium og svávul brenna til jarn
(6). Í talvuni høgrumegin sæst, hvussu
leingi ymsu tilgongdirnar fara fram
í stjørnum við nøgd, sum er 20 sól-
nøgdir. Til dømis sæst, at hydrogen-
brenningin varir 10 mió ár, og at
silicium brennur til jarn eftir bara
einari viku!
Brennievnið uppi
Umsíðir hevur stjørnan fingið ein
heitan jarnkjarna, og nú fær hon ein
álvarsligan trupulleika, tí jarn hevur
ta serstøðu, at tað er tað grundevnið,
sum hevur ta størstu bindingsorkuna
í atomkjarnanum. Tað merkir, at
stjørnan kann ikki vinna meiri orku
úr fusiónstilgongdunum, tí møguligar
tilgongdir, sum kundu broytt jarn
til enn tyngri evni, krevja orku.
Fylgjurnar eru ógvusligar. Stjørnan
kemur í orkuneyð, og tyngdin dregur
eftir lítlari løtu jarnkjarnan í stjørnuni
saman. Tá verður frígjørd so nógv
støðuorka, at stjørnan gongur til
grundar í einari sterkari spreinging,
sum blæsur ytru partarnar út í rúmdina.
Stjørnan er vorðin ein supernova,
spreingistjørna.
Spreingistjørnur
Spreingingin ger tað, at hitin veksur,
og stjørnan, ella tað, sum er eftir
av henni, veksur ógvusliga í vavi.
Av hesum stendst, at stjørnan í nakrar
vikur ella mánaðir lýsir ógvuliga
bjart, sí kassan høgrumegin, líka
bjart sum ein heil stjørnubreyt við
hundraðtals mia stjørnum.
Tað er ikki hvørjum ættarliði
beskorið at síggja eina supernovu
við berum eygum. Tycho Brahe og
Kepler sóu hvør sína og skrivaðu
bøkur um tær.
Í 1054 sóu tey í Kina eina slíka
stjørnu. Hon var so bjørt, at hon
sást eisini um dagin. Kinesiskir
stjørnufrøðingar skrivaðu knattstøðuna
niður, og verða kikarar nú á døgum
stillaðir á hesa støðu, sæst Krabba-
tokan, sí myndina. Vit síggja, hvussu
ógvusliga hending, talan er um. Ytru
stjørnupartarnir fara sendandi út í
rúmdina og ríka hana við nýgjørdum
grundevnum, sum kanska einaferð
enda í onkrari nýggjari stjørnu ella
gongustjørnu og møguliga í onkrari
livandi veru har!
Grundevni tyngri enn jarn
Í spreingingini verða grundevni tyngri
enn jarn gjørd eftir stuttari tíð. Tað
fer fram á tann hátt, at atomkjarnar
taka í seg nevtronir. Tær tróta ikki
í tí ragnaroki, sum spreingingin ger.
Nevtronirnar verða til protonir, sum
verða verandi í kjarnunum og
elektronir, sum verða skotnar út úr
kjarnunum.
Nevtronstjørnur
Hvussu verður við samanstúgvaða
jarnkjarnanum í stjørnuni veldst um,
hvussu stór nøgdin í upprunaligu
stjørnuni er. Er nøgdin í stjørnuni
ímillum 8 og 20 sólnøgdir, verður
kjarnin til eina nevtronstjørnu, t.e.
ein himmalknøtt, har ið trýstið verður
so stórt, at elektronirnar ganga saman
við protonum og gera nevtronir.
Stjørnukjarnin er tá sum ein ovurstórur
atomkjarni av nevtronum. Til støddar
er hann einar 20 km, og nøgdin er
1-3 sólnøgdir. Tætttleikin verður
so statt øgiligur!
Joycelyn Bell hoyrir radioljóð frá
einum pulsari
Susan Joycelyn Bell (Burnell) var
borin í heim í Belfast í Norðurírlandi
15/7 í 1943. Í 1965 fær hon bachelor-
prógv í alisfrøði í Glasgow, og seinni
sama ár fer hon til Cambridge at
skriva phd-ritgerð við Anthony Hewish
sum vegleiðara. Í november í 1967
hoyrir Joycelin, sum tá er 24 ára
gomul, eitt ógvuliga stevfast radio-
ljóð úr rúmdini. Signalið er so reglu-
ligt, at fyrst verður hildið, at hetta
er eitt LGM-signal (LGM fyri Little
Green Man). Í februar í 1968 verður
ein grein skrivað í Nature. Granskarar
um allan heim kanna málið, og tá
ið allir aðrir møguleikar eru útilokaðir
verður staðfest, at Joycelyn Bell sum
tann fyrsta í heiminum hevur hoyrt
radioljóðið frá einari nevtronstjørnu.
Fyribrigdið verður eisini nevnt
pulsarur, sum er stytting fyri “puls-
ating radio star”. Sum so mangan
áður í vísindunum vóru forsagnir
eisini gjørdar um nevtronstjørnur,
áðrenn staðfest varð, at tær vóru til.
Longu í 1931, árið fyri at nevtronin
varð ávíst, hevði russiski granskarin
Lev Davidovich Landau, 1908-1968,
gjørt sær hugsanir um slíkar stjørnur,
og í 1933 settu Baade og Zwicky
fram beinleiðis forsagnir um nevtron-
stjørnur.
Granskarar hava funnið pulsarin
í Krabbatokuni, sí pílin á myndini.
Hesin knøtturin, sum vigar meiri
enn sólin og er einar 20 km í tvørmál,
melur um seg sjálvan einar 30 ferðir
um sekundið! 30 ferðir hvørt sekund
koma frá honum bæði radiopulsar
og ljósblunk, nakað sum frá einum
vita.
Tað sigur ikki so lítið um tøkniligu
møguleikarnar nú á døgum, at tað
hevur eydnast granskarum at taka
myndir av pulsarinum í Krabbatokuni,
bæði tá ið hann lýsir (strálan vendir
ímóti okkum), og tá ið hann er sløktur
(strálan vendir aðrar vegir).
Er nøgdin í stjørnuni, sum endar
sínar dagar í einari supernova-
spreinging, størri enn einar 20
sólnøgdir, verður kjarnin til eitt svart
hol við tættleika so stórum, at ikki
so mikið sum ljós megnar at sleppa
burtur. Meiri um tað í næsta parti.