Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-14, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. januar 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindi Nr. 9 - 14. januar 2010 Útróðrarbáturin M/B »Nýpan« VA 217 kallimerki OW2131 tilhoyrandi Sp/f Vesturhavið í likvidatión verður hervið lýst til sølu um hóskandi boð fæst. Báturin er uml. 12,29 m til longdar, breiður 3,75 m og 0,93 m djúpur. Maskinan er Cummens 210 hk. Báturin er útgjørdur til línu- og snelluveiði og fylgja línir og stampar við. Báturin hevði undanfarna fiskiár fiskiloyvi í bólkinum 5A. Áhugaði verða at venda sær til Petur Even Djurhuus, likvidator. M/B NÝPAN til sølu AdvokAtfelAgið við Strond 4 YViri Við StrONd 4 · tel 311260 · fAx 311261 · P.O. BOx 359 fO-110 tórShAVN · fArOe iSlANdS eMAil: lAWfirM@lAWfirM.fO HEIMASÍÐA: WWW.LAWFIRM.FO JógVAN PÁll lASSeN · Petur eVeN dJurhuuS JógVAN e. ellefSeN · ANNA dAM · iNgi høJgAArd guNN ellefSeN · MiMi SteiNtórSdóttir Nú Skálaberg er seldur, heldur Hanus Hansen seg hava gjørt ein góðan handil Skipaflotin Randi Jacobsen Randi@sosialurin.fo JFK- Trol hevur selt Skála- berg, og peningurin er kom- in, sigur Hans Hansen, stjóri í JFK. Samstundis hevur reið­arí- ið­ keypt norska trolaran Gadus. JFK seldi Skálaberg fyri 190 mió.krónur og fær haraftrat maskinur, sum eru umleið­ 5 mió. krónur verdar í land av skipinum. Skálaberg fær nakrar umvælingar í Skagen, har hann liggur, og fer væntandi yvir um hav í næstu viku. Ein føroysk manning skal sigla Skálaberg yvir til Argentina. Ein onnur manning er far- in til Ålesund í Noregi eftir trolaranum Gadus, sum JFK hevur keypt i stað­in fyri Skálaberg. Keypsprísurin r 40 mió. krónur, og umvælingar fyri millum eina og tvær milli- ónir krónur skulu grast á trolaran. Gadus kemur væntandi til Føroya í næstu viku. Hanus Hansen heldur tað­ vera sárt at skula av við­ Skálaberg, men hann heldur seg hava gjørt ein góð­an handil. Reið­ariið­ fekk 10- 15 mió. krónur meira fyri Skálaberg, enn hann kostað­i at smíð­a fyri hálvum sjeynda ári síð­an. - Vit mugu minnast til, at handilin er gjørdur, með­an tað­ er heimskreppa, sigur Hanus Hansen. Gadus er ikki so stórur sum Skálaberg og sær ikki líka væl út. - Men hann er heldur ikki so dýrur at hava sum Skála- berg, sigur Hanus Hansen. Gadus fær bæð­i kvotuna hjá Sundaberg og Skálaberg. Gadus kemur í næstu viku Hinar deildirnar í Kringvarp- inum bra ótta fyri at missa, um tíð­indadeildin skal hava meira pening av samlað­u játtanini til Kringvarpið­ Tað­ er ikki bara á tíð­inda- deildini í Kringvarpinum, at ófrið­ur valdar. Á hinum deildunum eru tey bangin fyri at missa og fyri upp- sagnum. Skal tíð­indadeildin hava størri játtan, missa hin- ar deildirnar av sínum játtanum. Mikudagin var kunnandi fundur fyri starvsfólkunum á hinum deildunum. pro- grammdeildini, dokumentar- deildini og tøknideildini. Eitt umborð­ fyri starvsfólk- ini á tíð­indadeildini greiddi á fundinum frá, hvat har er hent. Áð­ur virkað­i Kringvarpið­ meira sum ein eind soleið­is, at vantað­i einari deild starvs- fólk, bar til at læna fólk frá eini að­rari deild. Nú er skott millum deildirnar, og hvør deildin stríð­ast fyri sínum. Ótti í Kringvarpinum Eftir samráðingar í Oslo hava Føroyar og Noreg skrivað undir fiskiveiðiavtalu fyri 2010 fiSkivinna Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Avtalan gevur føroyskum skipum loyvi til at fiska 293 tons meiri av toski og 121 tons meiri av hýsu í Barentshavinum í ár enn í fjør. Tað­ svarar til ávikavist 15 og 8 prosent afturat. Upsakvotan í Barentshavin- um minkar hinvegin 375 tons, so samanumtikið­ er talan um eina lítla hækking í føroysku botnfiskakvotuni í Barentshavinum, sigur fiskimálaráð­ið­. Norska svartkjaftakvotan í føroyskum sjógvi hækkar 15% svarandi til 1.695 tons, með­an norska botnfiska- kvotan í føroyskum sjógvi minkar umleið­ 200 tons. Føroyar hava í nógv ár ført fram í samráð­ingunum, at Føroyar ynskja broytingar í teimum treytum, sum Nor- eg setur, fyri at flyta fisk úr russiskum sjógvi í norskan sjógv. Sínámillum avtalan fyri 2010 gongur hesum ynski á møti. Semja er gjørd um at broyta avtaluna soleið­- is, at tað­ gjald, sum Føroyar lata Noreg fyri yvirføring av botnfiskakvotunum úr russiskum sjógvi í norskan sjógv verð­ur nið­urlagað­ yvir 3 ár. Hóast eingin strandar- landaavtala er um makrelin, eru Føroyar og Noreg samd um at halda áfram við­ sín- ámillum samstarvinum um makrel. Føroyska makrel- kvotan í norskum sjógvi í 2010 verð­ur 2.000 tons, og Noreg kann á sama hátt fiska 2.000 tons av makreli í føroyskum sjógvi. Eisini avtalan um sín- ámillum atgongd eftir norð­havssild og svartkjafti, sum á fyrsta sinni varð­ gjørd í 2009, er endurnýggj- að­ í avtaluni fyri 2010. Før- oysk skip kunnu sambært hesari avtalu fiska 30.000 tons av norð­havssild í norsk- um sjógvi, og norsk skip 40.000 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi. Nýggj fiskiveiðiavtala við Noreg Skálaberg hevur sagt Føroyum farvæl og fer í næstu viku vestur um hav Ótryggleiki valdar í øllum húsinum