mikudagur 15. mars 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
EDVARD JOENSEN
Føroysku sjúkrabilarnir eru
í so ringum standi, at støðan
ikki kann góðtakast longur,
siga keldur, sum standa
sjúkrahúsverkinum
nær.
Mánadagin kom ein sløkk-
iliðsbilur úr Eysturoynni við
einum bili á lastini og ein-
um hangandi afturút. Annar
var sjúkrabilur, meðan hin
var ein bilur, hjá Lands-
sjúkrahúsinum, sum brúktur
verður til aðrar tænastur.
Keldur okkara ynskja ikki
alment at leggja navn til
upplýsingarnar, men blað-
maðurin kennir samleika
teirra og kann vátta, at tær
eru álítandi.
Tíðindablaðið Sosialurin
hevur fingið at vita, at bil-
arnir eru í so ringum standi,
at teir, sum koyra við teim-
um, ikki eru vísir í, at teir
uttan trupulleikar vinna upp
aftur hús, tá teir eru úti í
flutningsørindum. Og tað er
jú beinleiðis vandamikið, tá
hugsað verður um, at teir
eru ætlaðir at bjarga mann-
alívum. Har tað eru minutt-
irnir, sum telja. Tá er tað jú
beinleiðis lívshættisligt, at
bilarnar steðga upp, meðan
teir eru til arbeiðis. Ein
kelda okkara veit at siga, at
mánadagin vóru tríggir
sjúkrabilar á verkstaði.
Sagt verður, at samstund-
is sum pengar verða brúktir
til tilbúgvingarætlan fyri
oljuvinnuna, sum annars er
í fínasta lagi, gloyma vit
púra at halda okkara egna
sjúkraflutning viðlíka. Bil-
arnir, sum í dag eru til taks,
eru gamlir og niðurslitnir.
Ikki bara í Havn og í Eyst-
uroynni, men eisini á Sand-
oynni og í Vágum.
Í Klaksvík eru støðan
heldur ikki betri enn góð.
Heri Ellingsgaard, fyristøð-
umaður á Klaksvíkar Sjúkr-
ahúsi, sigur, at teirra bilar
eru umleið 10 ára gamlir og
treingja álvarsliga til at
verða skiftir út.
Klaksvíkar Sjúkrahús fær
eisini ein nýggjan bil í hes-
um árinum. Tað eru tey heilt
einfalt noydd til, sigur fyri-
støðumaðurin, tí teir báðir
gomlu bilarnir eru vorðnir
ov dýrir at halda. Klaksvík-
ar Sjúkrahús keypti ein
nýggjan bil fyri umleið 10
Sjúkir sjúkrabilar
Føroysku sjúkrabilarnir eru í so ringum standi, at summir klára ikki altíð at
koyra sjálvir. Mánadagin vóru tveir bilar sleipaðir heim aftur samstundis
árum síðan, og seinni ein
brúktan, sum var á leið javn-
gamal við hin, tey høvdu.
Tað er ein prioriterings-
spurningur, sigur Heri Ell-
ingsgaard. Alt ov lítið verð-
ur sett av til at reka sjúkra-
húsverkið fyri, og so má
veljast. Ella serliga veljast
frá. Og har hava bilarnir so
bøtt í fleiri ár.
Í grannalondum okkara
høvdu hesir sjúkrabilarnir
langt síðan verið settir fyri
aldur. Og í øllum førum ver-
ið avlagdir sum neyðsenda-
akfør. Bæði í Danmark og
Svøríki hava teir tann poli-
tikk, at tá bilurin nærkast
teimum trimum árunum,
verður hann ikki brúktur til
neyðsendarferðir meira.
Men eins og vanligt hevur
verið við fiskiskipum, hava
føroyingar keypt brúktar,
svenskar sjúkrabilar bíliga,
tá sviar hava sett teir.
Ein kelda, Sosialurin hev-
ur tosað við, heldur, at tað
var ikki meira enn natúrligt,
at føroyska sjúkrahúsverkið
átti eina konto, sum burtur
av var til at keypa sjúkra-
bilar fyri. Ein bilur um árið
hevði verið rímiliga pass-
andi, sigur kelda okkara,
sum hevur skil á slíkum.
Tað kundi verið gjørt við
eini hálvari millión árliga á
fíggjarlógini. So mikið - ella
lítið - fyri ta trygdina.
Heri Ellingsgaard, fyri-
støðumaður á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi, er samdur við
ónevndu kelduni í, at vit átt-
ur at brúkt ta hálvu millión-
ina árliga til at skift bilarnar
regluliga út.
Føroysku sjúkrabilarnir eru gamli og í vánaligum standi
Sjúkrabilarnir eru í so
ringum standi, at teir, sum
koyra við teimum, ikki eru
vísir í, at teir uttan trupul-
leikar vinna upp aftur hús,
tá teir eru úti í flutnings-
ørindum. Sjúkrabilurin á
myndini verður ikki
brúktur longur
11 leiðarar úr føroyskum
fyritøkum og stovnum vóru
á vitjan herfyri í Silicon
Valley, fyri at kunna seg
um menningina innan int-
ernetið og KT vinnur sum
heild, skrivar Vinnuhúsið
Drívmegin
aftanfyri
vøksturin i heimsbúskapi-
num komandi árini verður
í stóran mun internetið.
Hesin nýggi samskiftis-
miðil fer at broyta lívið hjá
tí einstaka, vinnu og sam-
felag, og byltingarnar fara
at hava við sær eitt ótal av
møguleikum. Fremstur í
menningini av internet og
kunningartøkni er ídnaður-
in í California — og menn-
ingin gongur við fúkandi
ferð.
Henda staðfesting var
ein av orsøkunum til, at 11
leiðarar úr føroyskum fyri-
tøkum og stovnum vóru á
vitjan herfyri í Silicon Vall-
ey, fyri at kunna seg um
menningina innan internet-
ið og KT vinnur sum heild.
Harumframt vildi ferðalag-
ið kunna seg um strategisk
leiðsluviðurskifti, m.a. inn-
an innovation (nýskapan)
og networking (netbygnað-
arsamstarv).
Frá ferðalagnum frættist,
at ferðin var sera væleydn-
að. Vitjað var á bæði størri
fyritøkum, t.d. Oracle og
Hewlett-Packard, og á
smærri fyritøkum, sum ant-
in hava virkað í nøkur ár
ella eru undir stovnan. Eis-
Vitjað Silicon Valley
ini vitjaði ferðalagið Stan-
ford University, fyri at fáa
innlit í hvussu útbúgving
og gransking samstarva
við KT vinnuna um ný-
skapan og menning.
Ein týðandi liður í vinnu-
menningini í Silicon Valley
er vágafúsur kapitalur,
bæði frá privatum íleggjar-
um og frá framtaksfeløg-
um. Í hesum sambandi var
partabrævamarknaður ein
nattúrligur liður í at fáa til
vega fígging til fyritøkur.
Føroyska ferðalagi fekk
eisini høvi til at verða við í
einum rundborðskjaki við
vinnulívsfólk í Silicon Vall-
ey um viðurskifti innan KT
og KT vinnumøgleikar í
Føroyum. Víst var m.a á,
at stórur tørvur er á arbeiðs-
megi í Silicon Valley øki-
num, og í fleiri førum sam-
starva fyritøkur i California
við KT veitarar í Europa
og Asiu yvir internetið.
Sonevndu »dot-com« fyri-
tøkurnar, sum fáast við
keyp og sølu á interneti-
num, verða spáddar stórar
vakstrarmøguleikar fram-
tíðini. Hóast føroyskt vinn-
uliv í dag er við í menn-
ingini á hesum øki, so var
ferðin ein kveikjan til,
hvussu føroyingar í enn
størri mun kunna gangn-
nýta møguleikarnar innan
KT og verða við í hesi al-
tjóða menning.
Ferðin var samskipa av
TK Stovuni.
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 52 - 15. mars 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Yngd: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Politikkur ella
glantrileikur
Leiktjøldini eru drigin frá, og glantrileikur verður
aftur sýndur á leikpalli Føroya. Tríggir høvuðs-
leikarar eru á pallinum á hesum sinni, men
statistarnir eru fleiri í tali. Hóast eitt sindur
bleikur og afturhaldandi hevur Signar á Brúnni
ein týðandi leiklut, men verpur kortini ikki gull-
egg.
Sum landsstýrismaður í undirvísingarmálum
kann hann ikki siga annað enn, at hann skilir
støðuna hjá Lærarafelagnum. Tað segði hann
við Sosialin ígjár. Hann er jú sjálvur lærari, og
hann skar jú út í papp, tá hann sat í andstøðu,
at nýggja fólkaskúlalógin fór at kosta pening.
Orsøkin var m. a., at lærarar fingu meiri arbeiði,
og tí mátti pultstímatalið lækkast. Ti heldur Sign-
ar á Brúnni eisini, at lærarar skulu fáa eina
samsýning fyri økta arbeiðsbyrðu. Tað segði
hann við Útvarpið í vikuskiftinum. Nú vantar
bara, at hann er at fremja áskoðan sína í verki.
Men. Og nú kemur stóra MEN´ið. Landsstýris-
maðurin í undirvísingar- og mentamálum skilir
eisini hin leikaran, Karsten Hansen, landsstýr-
ismann í fíggjarmálum. Hesin er ein myndug-
leikans persónur og hevur sett seg tungt á
kassan. Hóast kassin er rokaður, skal hvørki
Signar á Brúnni fáa nakað til fólkaskúlalærarar,
ella Óli Breckmann fáa nakað til skattalætta.
Soleiðis heldur leikurin fram. Signar á Brúnni
roynir at tekkjast lærarunum í annað borð, men
í hinum borði tekur hann eisini undir við Karst-
eni Hansen, sum verjir høll úti á Argjum. So er
spurningurin, um leikurin kemur til ta niður-
støðu, at Signar á Brúnni kann ikki bæði blása
og hava mjøl munninum, ella hann kemur til ta
niðurstøðu, at landsstýrismaðurin heldur væl
til standa, og at hann kann bæði kann blása
og hava mjøl í munninum.
Men áskoðararnir - Føroya fólk - eru tilvitandi
um, at talan er um ein glantrileik, og at skjótt
verða leiktjøldini drigin fyri, meðan pallurin
verður broyttur til næstu pallmynd. Men áskoð-
ararnir mugu bara ásanna, at føroysku lærar-
arnir fóru í verkfall á fyrsta sinni, meðan ein
skúlamaður umsat skúlamál, og ein annar tjóð-
veldismaður umsat fíggjarmál. Og hetta í eini
tíð, tá føroyska skútan sigldi fyri fullum segum
á fullveldiskós.
Hin pallmyndin lýsir eisini ein part av poltiska
lívinum í oyggjalandinum, har tað gongur sera
striltið at seta ta óskrivaðu semjuna í verk.
Semjuna, sum eingin søgumaður fer at finna.
Hon segði skattalætta, men tað er óðamanna-
verk at lata skattalætta, sigur maðurin á kassa-
num, tí ferðin á búskapinum er longu ov stór.
Karsten fær rós og herðaklapp. Men ikki frá
samstarvsfelagnum, Óla Breckmann. Hann
krevur, at »orðið« í semjuni verður hildið, og at
skattalætti verður latin. Og hann fær rós og
herðaklpapp frá teimum, sum halda, at fólkið
skal hava meiri pening um hendi. Soleiðis
styrkja leikararnir hvønn annan í verbalum
álopum. Politikkur? Ella glantrileikur?
Viðmerking:
Samrøða var í Sosialinum
24. februar við meg um
langar bíðilistar og gongd-
ina í musikkskúlaskipanini
annars. Í blaðnum í gjár 14.
mars hevur S. Simonsen
viðmerkingar.
Samrøðan
Eg eri rætt endurgivin og
geri ikki mun á lærarum,
men sigi, at munur er á um-
støðum teirra. Samrøðan
hevur als einki við lærarar,
leiðarar ella førleikar teirra
at gera.
Tað er ikki altíð lætt at
lesa millum reglurnar. Við-
hvørt verður lisið í meira
lagi og onkuntíð enntá við
síðuna av.
Ætlanin er sjálvsagt, at
tulkingar skulu bera á
fremjandi bógvin, og tí
verður nomið við knøttar,
men handalagið skal helst
verða so frægt, at teir ikki
fara í baklás.
Neyðugt er at eggja
myndugleikum til loysnir, tá
ið sakin má metast at vera
gagnlig. Leiðarapartin á
staðnum meti eg at hava so
stóran týdning, at hann,
parturin, eigur at mennast.
Neyðugt er við foreldrum
ella avvarðandi, sum halda
næmingum til og sýna á-
huga. Hetta hava nógv for-
eldur vitað leingi, men mín
uppgáva er at siga tað fleiri
ferðir.
Skipanin
Tað mest torgreidda málið í
musikkskúlaskipanini, er
tann landafrøðiliga og sam-
svarandi kommunalpolit-
iska spjaðingin. Hesum
grundleggjandi fyritreytum
arbeiðir musikkskúlaskip-
anin undir. Samfelagsbygn-
aðurin gevur mikið fyrisit-
ingarligt høvuðbrýggj, har
mest sjálvsagdi møguleikin
tykist vera fjøltáttan, men
ikki einsháttan.
Tað verður ikki uttan hóv-
asták at vit broyta oyggja-
landið til meginland, men
Landsstýrið er í holtur við
tað, og tað tekur drúgva tíð.
Arbeitt verður í løtuni við
bori og asfalti. Nýggj hug-
førsla fer at taka longur tíð,
og vit kunnu bert meta um
samfelagsmynstur, tá høv-
uðssetningurin er rokkin,
nevniliga, at fáa gott sam-
band við Havnina.
Landsstýrið hevur sett øk-
ismenningarráð til at um-
mæla
samfelagsligar
gongdir. Musikkskúlaskip-
anin er partur av samfelag-
num, og í Føroyum hava vit
í løtuni fleiri samfeløg við
ymiskligum fyritreytum,
landafrøðiliga og valdsliga.
Eg eri sannførdur um, at
skulu skúlar mennast, er
fólkið á staðnum altýðandi
parturin. Valdsbygnaður,
vilji/trekleiki, skjótleiki /
drál og raðfestingar av á-
hugamálum á ymisku pláss-
unum avgera gongdina.
Musikkskúlanna
tilvera
liggur í løtuni í kommunal-
politiskum
hondum,
tí
kommunur gera sjálvar av,
um tær hava musikkskúla
ella ikki. Tær kommunur,
sum hava musikkskúla,
ynskja flestar ein vøkstur.
Og tað er gleðiligt, men
landsjáttanin røkkur ikki til.
Støddin á eindunum verður
avgerandi fyri skap og inn-
ihald skúlanna. At skúlin
við bestu fyritreytum og
flestum næmingum helst
fær hægsta støði, er einki
undarligt, men tað órógvar
meg, um munurin gerst ov
stórur.
Landsstýrið hevur, um
landsmusikkskúlastjóran,
fakligu og námsfrøðiligu á-
byrgdina av undirvísingini
og rindar ferðing millum
undirvísingarstøðini. Av-
varðandi kommunur hava,
um leiðaran á staðnum, á-
byrgd av undirvísingarhøl-
um og ljóðførum.
Innihald
Ein góður skúli er sjálvandi
annað enn breidd faldað við
hædd. Fyritreytir mugu vera
fyri trivnaði, virki, innihaldi
og menning til mentan. Ikki
minst
telja
hugburður,
karmur, meining og ætlan á
staðnum. Viljin til vøkstur
má koma innanífrá, og stuð-
ul kann koma uttanífrá.
Nógvar viðkomandi við-
merkingar og tulkingar hava
verið um mínar útsagnir, og
tað fegnist eg um.
Vit vita, at innihaldsrík
tónleikaundirvísing gagnar
børnum menningarliga, við
samveru, virkni, trivnaði og
upplivingum. Kanningar-
úrslit vísa, at hon stuðlar
onnur mennningarøki í upp-
alingini.
Ætlanin er at fremja
breidd og hædd við inni-
haldi, og at arbeiða tilvita
við báðum.
Musikkskúlin eigur at
geva vanliga føroyska barn-
inum/ungdóminum førleik-
ar til egið gagn, eins og
skúlin skal vera førur fyri
at geva teimum undirvísing,
ið ætlað sær yrkisleið innan
tónleik.
Fjøltáttaður uppalingar-
ligur vøkstur er málið, men
hendan vakra orðing er lætt-
asti partur av málinum.
Maðurin
Viðmerkingar um mín per-
són fyltu nakað ríkiliga í
brævinum og bóru brá av
høvuðstema.
Brævskrivarin staðfestir,
at landsmusikkskúlastjórin
er havnarmaður, og tað er
ikki heilt við síðuna av. Og
onkran týdning hevur tað
fyri mín forstand, um enn
eg havi gloppað liðið í
eingjargarðinum.
Hinvegin gagnar tað ong-
um, at viðgera arbeiðs-
gongdir,
raðfestingar,
trivna, vøkstur ella aftur-
gongd í ymiskum økjum í
blaðkjaki. Ætlanin er fram-
vegis at menna skúlarnar.
Menning
Sum eg kenni viðurskiftini
kring landið, so ber til at
menna skúlarnar, men talan
verður neyvan um at allir
fáa sama karm og innihald.
Stødd og landafrøðilig við-
urskifti fara at spæla týð-
andi leiklutir. Men hetta er
ein polistiskur spurningur.
Í løtuni royna fleiri at
skapa karmar, og summa-
staðni er skúlin ein vinning-
ur fyri samfelagið.
Men tað skerst ikki burt-
ur, at skipanin er í gleiv-
støðu - við 1070 íðkandi
næmingum og 1300 bíð-
andi.
Eg havi framvegis vónir
um fremjandi tulkingar.
Martin Mouritsen
Landsmusikkskúlastjóri
Musikkskúlaskipan í gleivstøðu
Kvøldseta á Kambsdali
Næmingar í studentaskúlanum í Eysturoy
fara hóskvøldið at vísa sínar listarligu dygdir
Hóskvøldið klokkan 2030
verður kvøldseta í stud-
entaskúlanum á Kambs-
dali. Tað eru næmingarnir
í skúlanum, ið standa fyri
kvøldsetuni, sum verður í
skúlahøllini. Lærararnir
hava hildið næmingunum
til at hava kvøldsetuna, og
at hava eitt sovorðið tiltak
í høllini verður mett sum
eitt gott høvi hjá næming-
unum eisini uttanfyri skúl-
atíð at vísa sínar listarligu
gávur.
Á skránni hesa ferð eru
listaframsýning, tónleikur,
upplestur og sjónleikur.
Tað kostar einki at koma
inn. Undir kvøldsetuni fer
2. x, sum fyrireikar seg til
eina ferð uttanlands, at
selja kaffi og køkur.
Listaframsýningin
fevnir um oljumálningar,
tekningar og foto myndir.
Fleiri næmingar stilla út,
og felags fyri teir flestu
teirra er, at hetta er fyrsta
ferðin, teir alment sýna
fram.
Tónleikin fara m. a.
næmingar, sum hava tón-
leik á hástigi, at standa
fyri. Harafturat verður eis-
ini okkurt at hoyra frá
bólkum, sum ikki bein-
leiðis hoyra til á student-
askúlanum, men sum fyri
ein part eru mannaðir við
næmingum úr skúlanum.
Onkrir næmingar fara at
bera yrkingar fram, sum
teir sjálvir hava skrivað,
og næmingar í 2. a fara at
spæla sjónleikin við heit-
inum Shakespeare in love.
Úr Kambsdali verður
sagt, at øll eru væl komin
at vera við í kvøldsetuni,
sum er tann fyrsta av sín-
um slagi á studentaskúla-
num. Ætlanin er í hvussu
so er at hava eina kvøld-
setu í hvørjum skúlaári, og
tað verður hildið, at tað er
hóskandi at hava kvøldset-
una, tá veturin – í hvussu
so er sambært álmanakka-
num! – er um at missa tak-
ið, ljósið vinnur á myrkri-
num, og vársins songur so
smátt er við at vakna.
AUSTRALSKT
KVØLD
Sosialurin - 311820
Fríggjadagin 17. og
leygardagin 18. mars
TIL MATNA VERÐUR
* Gratineraður royktur
lambsryggur reivaður í
urtareiðri og melón
* Strudsabúffur við grillaðum
hummarahala og squash,
kraftmiklari soppasós og
nøtubakaðum eplum
* Sjokolátakokosparfait
við suðurlendskum
fruktum
Borð bílegging á tel. 31 75 00
Kostnaður
kr. 270,-