Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. mars 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 52 - 15. mars 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 52 - 15. mars 2000 Dagrøktarbørn nýtt sum marknaðarføring Forkvinnan í sosialu nevnd hjá Tórshavnar býrað heldur tað vera misnýtslu av børnunum, tá dagrøktarmammur heita á fyritøkur um stuðul til keyp av búnum og fáa lýsingarpláss afturfyri JOHN JOHANNESSEN – Dagrøktarskipanin er ein almenn tænasta. Hon er ikki ein tænasta, ið skal fíggjast við lýsingum. Hetta er greiða áskoðanin hjá Elini Lindenskov, for- kvinnu í sosialu nevnd hjá Tórshavnar býráð, í sam- bandi við, at dagrøktar- mammurnar í Havn hava boðið fyritøkum at stuðla keypi av búnum til teirra og fáa lýsing á búnan afturfyri. Høvuðsgrundgevingin, dagrøktarmammurnar vísa fyritøkunum á, fyri at fáa tær at stuðla er, at lýsingar- nar óvivað koma at síggjasr ofta aftur á Havnargøtum, tá tær mongu dagrøktar- mammurnar eru úti við børnunum. Hetta heldur Elin Linden- skov vera misnýtslu bæði av børnunum og almennu dag- røktarskipanini. – Eg kenni einki til hesar umsóknir, men eg ætli mær at kanna málið. Tað ber nevniliga ikki til, at smá- børn soleiðis verða misnýtt sum søluvøra, sigur Elin Lindenskov. Forkvinnan í sosialu nevnd vísir á, at skulu dag- røktarmammurnar hava eyðkennisbúna, hevði verið heilt náttúrligt, at tað á bún- unum stóð »Dagrøktarskip- anin hjá Tórshavnar býráð« ella okkurt líknandi. Men hon leggur dent á, at lýs- ingar ikki skulu á slíkan búna. Elin Lindenskov sigur á, at ynskja fyritøkur at stuðla barnaansingini í kommun- uni, eiga tær at gera tað á annan hátt, enn at seta lýs- ing á ryggin á dagrøktar- Eitt boð upp á framtíðar væl- ferðarsamfelagið Neyðugt er tí at seta eitt trivnaðar- og heilsuráð at arbeiða burturav við hesi av- bjóðing, halda Páll á Reynatúgvu, Finnur Helmsdal, Tórbjørn Jacobsen, Jóanis Niel- sen, Rúna Sivertsen, Jákup Sverri Kass og Jenis av Rana sum hava lagt uppskot fram ÓLAVUR Í BEITI – Ráðið skal gera eina út- greining av føroyska al- manna- og heilsuverki- num og gera uppskot til eina langtíðarætlan við tí endamáli at tryggja eitt høgt og nøktandi støði á almennu, føroysku væl- ferðartænastunum. Enda- málið skal vera at hava einfaldar og gjøgnum- skygdar skipanir, ið kunnu umsitast rættar- trygt so nær borgarunum sum gjørligt. Heitt verður á landsstýrismannin um í lógaruppskotinum at skjóta upp tal og saman- seting av nevndarlimum og at gera útgreinaðan ar- beiðssetning fyri ráðið, ið tó ikki skal fevna um bygnaðin í heilsuverki- num, er uppskotið hjá áð- ur nevndu løgtingslimum. Og í viðmerkingunum verður m.a. sagt, at nógvir føroyingar tykjast enn halda, at danski statskass- in rindar beinleiðis fyri almanna- og heilsuøkið. Men, sum m.a. verður víst á í Hvítubók, er einki beinleiðis samband mill- um blokkstuðulin (heild- arveitingina) og hesi øki. Heildarveitingin verður ikki regulerað eftir nøkr- um staðfestum tørvi í før- oyska almanna-, heilsu- ella skúlaverkinum, men er hinvegin ein inntøku- postur á fíggjarløgtings- lógini saman við skattum, avgjøldum o.ø. Sostatt mugu føroyskir politikar- ar raðfesta almanna- og heilsumál á fíggjarlógini saman við øllum øðrum játtanum. Ongantíð viðgjørt – Samlaðu útreiðslurnar á løgtingsfíggjarlógini fyri ár 2000 eru kr. 2.834.798. Av hesum eru í alt kr. 1.399.723 játtaðar til trivnaðarmál, harav kr. 1.023.841 til almanna- mál. Hóast hesar alstóru og grundleggjandi broyt- ingar er almanna- og heilsuøkið ongantíð við- gjørt og nágreiniliga lýst. – Øll lond, sum vit van- liga samanbera okkum við, eru farin í holt við at endurskoða sínar vælferð- arskipanir til tess at skapa trygd og rættvísar skipan- ir fyri framtíðina. Føroyar hava allar fortreytir fyri at læra av royndum hjá øðr- um og seta skjøtil á síni egnu boð upp á framtíðar vælferðarsamfelagið - ið møguliga eisini onnur lond kunnu læra av. – Neyðugt er tí at seta eitt trivnaðar- og heilsu- ráð at arbeiða burturav við hesi avbjóðing. Ráðið eigur at gera eina gjøgn- umgangandi lýsing og viðgerð av almannaøkin- um og tí partinum av heilsuverkinum, ið ikki hevur við sjálvan bygn- aðin at gera. Serligur dentur skal leggjast á, hvussu almannaverkið kann skipast eftir føroysk- um fortreytum, og hvussu tað kann skipast í nærum- hvørvinum hjá borgaru- num. – Ráðið skal ikki við- gera sjálvan bygnaðin í heilsuverkinum, men tað skal útgreina, hvørjar uppgávur heilsuverkið skal røkja. Somuleiðis- skal viðgerast, hvussu heilsuverkið umframt sjúkrarøktina eisini kann røkja fyribyrgjandi upp- gáv-ur. Og Páll á Reynatúgvu, Finnur Helmsdal, Tór- bjørn Jacobsen, Jóanis Nielsen, Rúna Sivertsen, Jákup Sverri Kass og Jen- is av Rana mæla til, at ráðið skal arbeiða skjótt soleiðis, at tað kann lata frágreiðing sína, úr hendi í seinasta lagi 31. desem- ber 2001. Neyðuga játt- anin verður somuleiðis at fylgja við lógaruppskoti- num. mammunum. – Barnaansingin er jú til stóran fyrimun fyri arbeiðs- gevararnar. Tað eru barna- garðarnir, ið skapa fortreytir fyri, at foreldrini kunnu fara til arbeiðis. Tí kunnu fyri- tøkur heldur lata pening til at byggja ansingarstovnar fyri. Forkvinnan í sosialu nevnd hjá Tórshavnar býráð sigur seg rokna við, at dag- røktarmammurnar ikki hava hugsað seg nóg væl um, áðrenn umsóknin er send út. Og í sama sambandi vísir hon á, at hon heldur, at før- oyingar eiga at kjakast meira um, hvat er siðsemi- liga rætt og ikki – eisini í sambandi við slík mál, sum hetta. Elin Lindenskov, forkvinna í Sosialu nevnd Tórshavnar býráðs Stuðulin til fiskaflutning halda fram Játtanin á løg- tingsfíggjarlógini fyri 2000 er 3 mió. kr., og Jørg- en Niclasen mið- ar ímóti at lækka stuðulin og áseta nærri broyting í verandi kunngerð sum skjótast ÓLAVUR Í BEITI Jørgen Niclasen, fiskimála- ráðharri, hevur nú lagt broytingaruppskot til gald- andi lóg um flutning av fiski. Í viðmerkingunum verður sagt m.a., at lógin um stuðul til flutning av fiski hevur til endamáls at javnstilla fiskakeyparar, sum bjóða uppá heila last ella partar av last, sum neyðugt kann verða at flyta til virkingar yvir fjørð ella sund. Henda lógin varð seinast broytt á vári 1999. – Hesar broytingar førdu m. a. við sær, at í mun til frammanundan kundi stuð- ul ikki latast, um fiskurin var seldur um uppboðssølu og landaður t.d. á Eiði ella á Tvøroyri. Uppskotið førir nú við sær, at hetta aftur verður møguligt, t.v.s. hevur skip selt um telefonupp- boðssølu, so kann veitast stuðul til flutning frá land- ingarstað til virki í økjum, har firðir ella sund skilja, sigur Jørgen Niclasen. Til 31 desember Jørgen Niclasen sigur eisini í viðmerkingunum, at sein- asta ár samtyktið løgtingið at lata stuðul til flutning av feskum virkaðum fiski og virkað livur og rogn frá virki til avskipingarhavn, har firðir ella sund skilja. Hetta í eini roynd at javn- stilla virkir í útjaðarunum við virkir á meginøkinum. Í viðmerkingunum í áliti- num frá vinnunevndini varð sagt, at hetta »bert skal vera galdandi i eini royndartíð, og verður tá tikin støða til spurningin, um stuðulin skal halda fram.« Hetta samtykti løgtingið, og er henda royndartíðin nú úti. Virkir í Sandoynni og Suð- uroynni hava gjørt brúk av ásetingini. Og Jørgen Niclasen, fisk- imálaráðharri, metir, at hetta er í tráð við setning sam- gongunnar um útjaðaran og mælir tí við hesum uppskoti til, at royndartíðin verður longd til 31. desember 2000. Játtanin á løgtingsfíggjar- lógini fyri 2000 er 3 mió. kr., men tað er ikki nóg mik- ið nú royndartíðin verður longd. Og til tess at fáa munin miðar fiskimálaráð- harrin ímóti at lækka stuð- ulin og áseta nærri broyting í verandi kunngerð sum skjótast. Frystigoymslur Henrik Old hevur lagt upp- skot fram eisini viðvíkjandi flutningi, men tað er um at javnstilla frystigoymslur í útjaðaranum við somu goymslur í miðstaðarøk- inum. Í viðmerkingunum til uppskotið, sigur Henrik Old, at tað kostar í dag um- leið 0,35 kr. pr. kg. at flyta frystivørur frá útjaðaranum til miðstaðarøkið, meðan tað bara kostar umleið 0,10 kr. pr. kg. at flyta frystivørur frá frystigoymslu til fram- leiðsluvirki í meginøkinum. Og Henrik Old metir, at útreiðslurnar av uppskoti- num skulu liggja innan fyri verandi játtan til flutnings- stuðul á fíggjarlógini. Lógin um stuðul til flutning av fiski hevur til endamáls at javnseta fiskakeyparar, sum bjóða uppá heila last ella partar av last, sum neyðugt kann verða at flyta til virkingar yvir fjørð ella sund, verður sagt í viðmerkingum til uppskotið um at lækka stuðulin til flutning av fiski Lesið eisini Sosialin á Internetinum www.sosialurin.fo Kundarnir rýma frá Skipafelagnum Fleiri innflytarar, sum í nógv harrans ár hava brúkt Skipa- felagið, sum flutningsfelag, eru farnir til onnur feløg, tí teir eru ónøgdir við tænastuna. Ov nógvar seinkingar og ov nógv spill er høvuðsorsøkin til at kundarnir rýma SVEINUR TRÓNDARSON Seinastu tíðina hevur Skipa- felagið Føroyar mist fleiri av gomlu flutningskundum sínum til onnur flutnings- feløg. Orsøkin, sum serliga gongur aftur er, at kundarnir eru ónøgdir við tænastuna hjá Skipafelagnum og tí hava kundarnir valt at hyggja eftir øðrum flutn- ingsmøguleikum. Ov stórt spill Ein av kundunum, sum hev- ur fingið sær annan flutn- ingsveitara er Miklagarður í SMS. Niels Mortensen váttar fyri Sosialinum at so er, og hann sigur høvuðsorsøkina verða at tað var ov stórt spill og ov nógvar seinkingar hjá Skipafelagnum. – Tann skipanin, sum Skipafelagið brúkar ger, at pallarnir verða lyftir upp og av bilum alt ov ofta. Hetta hevur við sær vanda fyri skaðum og tað hevur verið ein trupulleiki hjá okkum, sigur Niels Mortensen. Seinkingarnar er ein ann- ar trupulleiki. Tað er eingin loyna, at veðrið seinastu mánaðirnar ikki hevur verið so lagaligt og tað eru skipini tey fyrstu at kenna sviðan av. – Tað er rætt. Tíverri er tað alt ov ofta komið fyri, at skipini eru komin ov seint í havn og tað merkir, at vør- urnar hjá okkum ikki eru til taks í handlunum tá vit lata upp. Hetta merkir í fyrsta umfari, at vit missa inntøkur og í øðrum umfari, at kund- arnir vera ónøgdir, sigur Niels Mortensen. Tí hevur SMS gjørt av, framyvir at flyta vørurnar við Smyril Line. Skaðar og ábyrgdarplasering Niels Mortensen sigur við Sosialin, at Smyril Line hevur ein flutningshátt, sum passar betri inn í skipanina hjá Miklagarði enn tann, sum Skipafelagið kundi veita. – Nú verður vøran koyrd í eina byngju frá veitaranum og eingin trukkur ella krani er á henni fyrr enn hon stendur í túninum hjá okk- um. Tað merkir m. a. at vit hava færri skaðar og eisini at vit kunnu plasera ábyrgd- ina fyri teir skaðar, sum koma á vøruna, sigur Niels Mortensen. Hann vísir m. a. á, at ein evropapallur kostar millum 80 og 100 krónur og fer bara ein flís av pallinum, skal endurgjald latast. Góða flutningsskipan Tá vit spyrja Niels um tað kortini ikki eru ampar av, at Miklagarður hevur skift flutningsveitara, sigur hann, at tað als ikki vigar upp í móti vinninginum. – Vit eru nú noyddir til at flyta Ný Sælendskt kjøt inn í stórum, men tann trupul- leikin er so lítil, tí vit brúka frystigoymsluna í Runavík til tað endamálið. Av tí at vit kortini senda ein bil til Runavíkar hvønn dag, so hevur henda skipanin ikki eykakostnað við sær. Bil- urin koyrir allíkavæl, sigur Niels Mortensen. Hann leggur afturat, at tað stutta av tí langa er, at logi- stikkskipanin nú passar betri við Smyril Line sum veitara enn við Skipafelag- num Føroyar. Fjord var dropin Seinkanir hava sum nevnt verið ein trupulleiki, sum Skipafelagið og kundarnir hava havt at drigist við. Veðrið hevur ikki verið til vildar og so kom sjálv ólukkan. Skipafelagið hevði leigað Fjord til at sigla við farmi til Føroya og tann eina túrin mátti skipið í illveðrið leggja upp í Hetlandi. – Tað var dropin, sum fekk tað at flóta yvir. Sjálvandi kunnu øll vera óheppin, men tað var líka nógv mátin alt var handfarið upp á, sum spældi inn,s igur Niels Mortensen. Hann er ikki einsamallur um kritikkin, tí fleiri aðrir innflytarar, sum Sosialurin hevur tosað við, siga tað sama. Poul Michelsen er ein teirra og hann sigur, at teirra trupulleiki eru tær fesku vørurnar. Missa tríggjar dagar fyri ein – Hjá okkum er trupulleikin at verður skipið hjá Skipa- felagnum seinkað ein dag, so missa vit fleiri dagar. Okkara útkoyring er soleið- is samansett, at vit koyra út tríggjar ferðir um vikuna og tað merkir so, at verður skipið seinkað, so missa vit í søluni, sigur Poul Michel- sen, stjóri. Hann leggur tó dent á, at hansara fyritøka ikki hevur kvett samstarvi við Skipa- felagið, men hevur flutt ein part av vøruni til annað flutningsfelag. – Tað er soleiðis, at feska vøran hevur eina sølutíð upp á 15-20 dagar og fyri hvønn dag teir vera seink- aðir, missa vit eini 20-25 prosent av okkara sølutíð fyri vøruna. Tí hava vit valt at flyta við einum øðrum felag, sum kemur fyrr á Havnina og tað hevur rigg- að væl. Turru vørurnar verð enn sum áður fluttar við Skipafelagnum, sigur Poul Michelsen. SMS og fleiri aðrir gamlir kundar hjá Skipafelagnum eru seinastu tíðina rýmdir til onnur flutningsfeløg, tí teir eru ónøgdir við tænastuna. – Seinkingar og spill eru høvuðsorsøkin, sigur Niels Mortensen, úr SMS savnsmynd Keypsamtøkan flytir enn sum áður sínar vørur við Skipafelagnum, men teir viðganga, at tað hava verið alt ov nógvar seinkingar í seinastuni Savnsmynd – Vit eru ikki rýmdir FK og FD handlarnir halda fast við Skipafelagið sum flutn- ingsveitara. FK sigur tó, at seinkingarnar eru ein trupulleiki SVEINUR TRÓNDARSON Hóast nakrir av gomlu kundunum hjá Skipafel- agnum eru farnir til aðrar flutningsveitarar, so eru ikki allir farnir. Sosialurin hevur tosað við tvær fyritøkur, sum eru stak væl nøgdar við tænastuna og tí halda seg til Skipafelagið. Birgir Poulsen, frá FD- handlunum sigur við Sos- ialin, at teir eru serstakliga væl nøgdir við tænastuna og at teir ikki hava merkt so nógv til spill og skaðar. – Hartil kemur, at Skipa- felagið hevur eitt gott net kring landið og tað er ein tænasta, sum eingin annar kann veita. Og vit flyta nógva vøru inn hvørja viku. Finn Nielsen frá FK sigur, at teir sum heild eru væl nøgdir. – Vit hava brúkt Skipa- felagið í nógv harrans ár og vit hava havt eitt gott sam- starv. Men tað er rætt, at teir hava havt nógvar seinkingar í seinastuni. Tað er óhappið, men vit flyta enn við teimum, sig- ur Finn Nielsen. Spurdur um tað tí er vandi fyri, at eisini teir fara at skifta sigur hann, at tað hava teir ikki tikið støðu til. – Vit brúka Skipafelag- ið, enn sum áður. Bæði hesa vikuna og næstu, sigur hann. Vit royna at betra okkum Árni Joensen, stjóri á Skipafelagnum Føroyar, sigur at teir eru greiðir yvir at teirra skip ofta hava verið seinkað í seinastuni, og tað royna teir at gera nakað við SVEINUR TRÓNDARSON – Tað er ein trupulleiki, sum vit eru greið yvir og tað er eingin, sum skal ivast í, at vit royna at gera nakað við trupulleikan. Orðini eigur Árni Joen- sen, sum er stjóri á Skipa- felagnum Føroyar og hann sigur tey í sambandi við, at fleiri av kundum Skipafel- agsins eru rýmdir. – Tað er atlíð keðiligt, tá ein fyritøka missir kundar, men soleiðis er tá tað er kapping millum fleiri fyri- tøkur, sigur hann. Árni leggur kortini dent á, at trupulleikin eftir hansara meting als ikki er so stórur, sum onnur vilja gera hann til, tí nøgdin, sum teir hava mist er so lítil sammett við samlaðu flutningsnøgdina. – Tað svarar til 2 ella 3 prosent, sigur hann. Mugu betra okkum Tað er tó einki yvir at dylja, at Árni er keddur um, at kundarnir rýma. – Eg kann ikki gera viðmerkingar til hvønn einstakan kunda, men sjálvandi eiga vit at gera alt vit eru førir fyri, fyri at betra okkum. Men vit vera eisini noydd til at hyggja at búskaparliga partinum av tí, og tað gera vit, sigur hann. Tit eru í løtuni ikki førir fyri at flyta trailarar á sama hátt sum eitt nú Smyril Line. Kann tað hugsast at tit fara at gera íløgur í eitt Ro-Ro- skip? – Sum eg segði í áðni, so skal tað takast við í eina heildarmeting. Tað skal jú hanga saman fíggjarliga tað heila. Men tað er klárt, at sigur marknaðurin, at tað er tørvur á einum Ro-Ro-skip- ið, so nyttar einki, at vit siga, at tað er tað ikki. So- leiðis er tað einaferð tá tað er kapping, men eg fari ikki at taka støðu til beint nú, um vit fara at gera eina tíl- íka íløgu, sigur hann. Koma og fara Hóast Árni er vónbrotin av missinum, so staðfestir hann enn einaferð, at tað er ein partur av livikorunum hjá fyritøkum í kapping. – Tá til stykkis kemur, er tað ofta ein spurningur um pengar, og tað rokni eg eis- ini við, at tað er í hesum førinum. Vit mugu bara staðfesta, at vit vóru ser- stakliga óheppin fyrr í ár, og serliga við Fjord, sum vit leigaðu. Mátin vit loystu tann trupulleikan uppá var kanska heldur ikki tann rætti, og tað spælir nokk eisini inn. Hinvegin er tað ikki ókent hjá okkum, at kundar koma og fara, og hetta er ikki stórt øðrvísi í so máta, sigur Árni. – Men tað sigur seg sjálvt, at vit mugu vera vakin og alla tíðina syrgja fyri at betra okkum, og tað gera vit, sigur Árni Joensen at enda. Árni Joensen, stjóri