Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. mars 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 52 - 15. mars 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 52 - 15. mars 2000 Fer at raka einar 250-300 sjúklingar Tveir fysioterapeutar eru sagdir upp á Suðuroyar Sjúkrahúsið og tað er ein vanlukka fyri sjúk og brekað í Suðuroynni, tí nú má nógvviðgerð halda uppat ÁKI BERTHOLDSEN –Verða tær ætlaðu sparing- arnar settar í verk, fer tað at raka einar 250-300 sjúk- lingar um árið. So einføld er støðan á Suðuroyar Sjúkrhúsi. Seinastu tíðina hevur nógv verið frammi um, at sjúkrahúsini eru so illa sperd av peninganeyð, at tað fer at fáa avleiðingar fyri sjúklingarnar. Eisini á Suðuroyar Sjúkrahúsi hava tey leingi gjørt vart við, at kemur ikki broyting í, fer tað at fáa álv- arsligar avleiðingar fyri sjúklingarnar. Serliga stúra tey fyri teim- um sparingum, sum eru gjørdar í fysioterapiini á sjúkrahúsinum. Tveir fysioterapeutar eru sagdir úr starvi, men fyribils arbeiða teir í uppsagnartíð- ini. Og á sjúkrahúsinum seta tey nú sítt álit á, at løgtingið samtykkir at játta sjúkra- húsinum meiri pening, nú uppskotið um eykajáttanar- lógin kemur til viðgerðar. Helst fáa vit longu í dag eina ábending um, hvar suð- uroyingar flóta, tí eftir ætlan byrjar viðgerðin av eyka- Í fyrsta lagi er talan um at viðgera teir sjúklingar, sum eru innlagdir á sjúkra- húsinum. Í øðrum lagi er talan um at viðgerða og at halda við líka, tey, sum búgva á ellis og røktarheiminum Og í triðja lagi er talan um ambulantar viðgerðir. Á Sjúkrahúsinum eru til- samans fimm fysioterapeut- ar. Leiðslan á Suðuroyar Sjúkrahúsi sigur, at tríggir av teimum arbeiða fulla tíð, og hinir báðir arbeiða 0,7 tíð í part. Sostatt hevur tilsamans verið talan um 4,4 fulltíð- arstørv. Men nú, tveir fulltíðar- settir fysioterapeutar eru sagdir upp, eru sostatt bara 2,4 størv eftir. – Og skulu vit, sum eftir eru, gera okkara arbeiðið til lítar, er tað einasti møgu- leikin at leggja tað ambu- lantu viðgerðina niður, sigur John Rødgaard. –Er tað framvegis ætlanin at tryggja førleikan hjá teimum, sum eru innløgd á sjúkrahúsinum og at varð- veita lívisvirðið hjá teimum, sum búgva á ellis- og røkt- arheiminum, er tað óhugs- andi at skerja viðgerðina har. – Í hesum báðum førum er talan arbeiðsuppgávur, ið ikki kunnu skerjast, um ætl- anin er at varðveita sjúkra- húsi- og ellisheimið, leggur hann afturat. 250-300 sjúklingar Leiðandi fysioterapeuturin sigur, at í sambandi við tær ambulantu viðgerðirnar, er m.a talan um at venja og viðgerða tey, sum eru út- skrivað av sjúkrahúsinum. Talan kann eitt nú verða játtanarlógini í dag. Og John Rødgaard, leið- andi fysioterapeutur sigur, at endar viðgerðin við, at sjúkrahúsið ikki fær meiri pening, fara teir báðir upp- sagdu fysioterapeutarnir úr starvi beinanvegin. Annars er uppsagnartíðin ikki av fyrrenn 30. juni. Fer at raka sera meint Og John Rødgaard ger heilt greitt, at verður hetta úr- slitið, fer tað at raka suð- uroyingar sera meint. – Tann beinleiðis avleið- ingin av hesum, er, at øll tann ambulanta viðgerðin fer at halda uppat. Hann sigur, at tann fysio- terapeutiska viðgerðin kann býtast sundur í tríggjar høv- uðsbólkar. um fólk við brotnum lim- um, ella um fólk, sum eru lamin av blóðtøppi í heilan- um. –Somuleiðis er talan um fólk, sum kommunulækn- arnir senda til okkara til venjingar, av tí at tey, hava ymiskt at dragast við, eitt nú gikt, onnur kropslig brek, ella talan kann vera um ringan rygg, høvuðpínu, eins og talan er um børn við ymsum rørslubrekum. –Kommunulæknarnir á- vísa sjúklingar til sjúkra- húsið av tí at teir báðir priv- atu fysioterapeutarnir rætt og slætt ikki hava orku til at átaka sær sjúklingarnar. Sum lógin nú er, forðar hon eisini fyri, at fleiri fys- ioterapeutar kunnu byrja. – Men sjálvsagt verða sjúklingar eisini vístir til ambulanta viðgerð á sjúkra- húsinum, tí sjúkrahúsið hevur nógv betri umstøður enn teir privatu fysiotera- peutarnir hava, eitt nú hyl við heitum vatni og eina vælútgjørda venjingarhøll. John Rødgaard sigur, at taka vit 1999 sum dømi, verður talan um 263 sjúk- lingar sum tað rakar, um tey noyðast at niðurleggja tað ambulantu viðgerðina. –Bara í ár fara einir 100 sjúklingar at missa tað ambulantu viðgerðina, um vit siga, at tann ambulanta viðgerðin verður niðurløgd frá 1. juli, tá ið uppsagnar- tíðin hjá teimum báðum uppsøgdu fysioterapeutun- um er úti. Men hann vísir enn eina- ferð á, at endar viðgerðin í tinginum við, at sjúkrahúsið ikki fær meiri pening, fara teir úr starvi beinanvegin, og so fer tað at raka enn fleiri sjúklingar í ár, sigur John Rødgaard. Aftaná, at Suðuroyar Sjúkrahús var útbygt fyri nøkrum árum síðani, vóru tað mong sumfegnaðist um tær góðu umstøðurnar, sum sjúklingarnir, ið høvdu fysioterapi fyri neyðini, høvdu fingið, eitt nú við tí heita hylinum. Men nú er ov lítið av peningi til at fáa fulla nyttu burturúr íløguni Átala at trygdin verður sett í vanda ÁKI BERTHOLDSEN – Hetta er ein ótolandi støða hjá okkum foreldrum, tí nú verða børnini ikki ansa ein stóran part av degnum. Foreldrafelagið í Hoyvík- ar Skúla hevur ikki ligið á latu síðuni, síðani lærararnir løgdu arbeiðið niður mitt í farnu viku. Og nú hava tey eisini vent sær til sjálvan landsstýris- mannin í skúlamálum, Signar á Brúnni, við eini áheitan um, at hann fær greiði á støðuni. Støðan er ótolandi fyri okkum foreldur, og vit átala at trygdin hjá børnunum verður seg í vanda av hesi ósemjuni ímillum lærarar- nar og myndugleikarnar, siga foreldrini. Hoyvíkar skúli er eina harðast raktur av arbeiðs- steðginum, tí har eru heilir 14 av teimum 24 lærarar- unum í verkfalli. Av tí sama eru tað teir fægstu tímarnir, sum yvir- høvur verða lisnir so leingi arbeiðssteðgurin stendur við. Foreldrini greiða lands- stýrismanninum frá, at tey hava fingið at vita frá skúl- anum, at skúlin sær seg ikki føran fyri at hava ábyrgdina av børnunum, teir tímarnar, tey hava frí av tí at lærarin er í verkfalli. Sostatt verða børnini ikki ansað ein stóran part av deg- num og tað kunnu foreldrini ikki góðtaka. Í brævinum til Signar á Brúnni vísa tey til lógina sum sigur, at øll børn hava undirvísingarskyldu. Men so minna tey eisini landsstýrismannin á eina aðra grein í somu lóg, sum sigur, at tað landsstýrismað- urin í undirvísingar- og mentamálum, also í løtuni Signar á Brúnni, sum hevur tað yvirskipaðu leiðsluna og skal ansa eftir, at galdandi reglur verða hildnar. – Tessvegna vil foreldra- ráðið í Hoyvíkar Skúla heita á landsstýrismannin í undir- vísingar og mentamálum at greiða trupulleikan, soleiðis at skipað verður fyri, at børnini kunnu fara í skúla undir tryggum umstøðum, sigur foreldraráðið í bræv- inum til landsstýrismannin. Thordur Thorsteinsson, formaður í foreldraráðnum, sigur, at ábyrgdin hjá Signari á Brúnni er púra greið og tað einasta tey biðja hann um, er, at hann livir upp til sína ábyrgd Annars sigur Thordur Thorsteinsson, at foreldrini hava so stóran ampa av støðuni, at alt fleiri og fleiri lata børnini verða heima, tí tey tora ikki at lata tey fara í skúla undir so ótryggum umstøðum. –Í flokkunum eru ímillum 20 og 25 børn, men í fleiri flokkum er undir 10 børn í skúla í løtuni, og í onkrum føri hava bara sjey børn verið í skúla. —Foreldur ringja hvønn dag at gera vart við sín ó- tryggleika og at spyrja, hvørji rættindi og skyldur tey hava, men vit kunnu bara lata tað standa til tey sjálvi at gera av, antin tey senda børnini í skúla, ella ikki, hóast børnini í grund- regluni hava undirvísingar- skyldu. Foreldur at børnum í Hoyvíkar Skúla hava stóran ampa av støðuni og mánakvøldið høvdu tey fund um støðuna. Við pultin situr formaðurin, Thordur Thorsteinsson. Fakta * Tann 6. mars 2000 fara Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið til samráðingar saman við semingsmonnum. Samráðst verður, til báðir partar á kvøldi tann 7. mars gera av, at teir taka ikki við semingsuppskotinum hjá semingsmonnunum. * Lærarafelagið hevur undir samráðingunum hótt við at gera álvara av at nýta nýggja verkfallsrættin, sum sáttmálasettu lærararnir hava. Tann 8. mars er arbeiðssteðgur. * Talan er ikki um verkfall, men arbeiðssteðg, tí hvørgin parturin tók við semingsuppskotinum. Sáttmálasettu lærararnir telja 1/3 av limum Føroya Lærarafelags. Umleið 240 í tali. * Í dag, tann 15. mars, hava sáttmálasettu lærararnir verið við hús í eina viku. Einki samband hevur verið millum partarnar, síðani 7. mars. * Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, vil ikki lata Lærarafelagnum meira enn tey 6,5%, ið onnur feløg hava fingið * Føroya Lærarafelag sigur seg ikki vilja hava meira í lønarhækkan, enn tey 6,5 %. Men felagið vil hava, at lærarar fáa stundir at gera eyka arbeiðið, sum nýggja fólkaskúlalógin leggur á teir. T.v.s. niðursett tal av undirvísing- artímum, so tíð er til fyrireiking og ráðlegging hjá lærarum og hjá skúla- leiðslum til umsiting. * Niðursett undirvísingartímatal merkir, at tørvur verður á fleiri lærarum møguliga merkir hetta eini 50 nýggj lærarastørv. Kirkjan á netinum Hini hava ikki rørt seg Fólkakirkjan er nú komin nærri fólkinum. Í hvussu er teimum, ið hava at- gongd til alnetið. Fólkakirkjan hevur egna heimasíðu, ið ein kann trýsta seg inn á við at skriva www.folkakirkj- an.fo Fram kemur mynd av múrinum í Kirkjubø og so kann farast víðari at fá upplýsingar um t.d. kirkj- ur, kirkjuráð, prestagjøld, guðstænastur og hjá teimum, ið skulu navn- geva nýggjum limum í familjuni, er gaman í at trýsta seg inn á navna- listan. Um stutta tíð verður eisini møguligt at lesa Bíbliuna, um ein vitjar heimasíðuna. Frá úrslitaleysu sam- ráðingunum millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið. Lærarar, ið eru tænastumenn, kunnu koma fyri løgtingið, har lønin kann ásetast, men sáttmálasettir lærarar skulu hava løn eftir sáttmála. Mynd: Jens Kristian Vang Forkvinnan í Føroya Lærara- felag metir av- gørt, at í ósemj- uni millum felagið og Fíggjarmála- stýrið, liggur bólturin hjá Fíggjarmála- stýrinum DAGFINN OLSEN Elsa Birgitta Petersen, for- kvinna í Føroya Lærara- felag, er ivaleys í, at í ó- semjuni millum felagið og Fíggjarmálastýrið, ið hevur ført til arbeiðssteðg, eigur Fíggjarmálastýrið næsta leikin. Hetta grundgevir hon við, at undir samráðingunum millum partarnar hevur Før- oya Lærarafelag slakað nógv, meðan mótparturin ikki hevur rørt seg. Fíggjarmálaráðharrin, Karsten Hansen, er millum teirra, ið skulu niður til Danmarkar í morgin at sam- ráðast við donsku stjórnina um ríkisrættarligu støðu Føroya. Sostatt kann vænt- ast, at neyvan hendir nakað í málinum millum Fíggjar- málastýrið og Føroya Lær- arafelag fyribils. Tænastumenn í løgtingið Elsa Birgitta Petersen sigur seg ikki vita nakað um, at Fíggjarmálastýrið hevur nakrar ætlanir um, at part- arnir skulu koma saman aftur. Í tíðidaskrivi vísir felag- ið á, at Tummas Magnus- sen frá lønardeildini í Fíggjarmálastýrinum hev- ur sagt felagnum, at har gera tey einki við málið. Tað sum kann henda er, at lærarar, ið eru tænastu- menn, koma fyri løgtingið, tí teir arbeiða eftir eini lóg. Elsa Birgitta Petersen vísir á, at tað er einaferð áður komið fyri, at tænastu- mannaløn er ásett við lóg. Tað hendi síðst í fimmtiáru- num. Elsa Birgitta Petersen vís- ir tó á, at sáttmálasettu lær- ararnir skulu hava løn eftir sáttmála. Meðan arbeiðssteðgur er, er tað Føroya Lærarafelag, ið skal gjalda limum sínum løn. Júst hvussu hetta fer fram og hvør lønin er, vil felagið tó ikki upplýsa. Opið hús Í gjár hevði Føroya Lærara- felag opið hús fyri limum sínum. Elsa Birgitta Peter- sen sigur, at slík tiltøk hava til endamáls at fáa limirnar á tal og skapa sosialt net- verk. Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá Karsten Hansen í gjár. Fylgið við á neti- num Hjá teimum, ið hava atgongd til alnetið, er gjørligt at fylgja við gongdini í máli- num um arbeiðs- steðgin hjá Føroya Lærarafelag og ó- semjuna millum felagið og Fíggjar- málastýrið. Lønardeildin hjá Fíggjarmálastýri- num hevur á heimasíðu síni kunnandi tilfar. Henda heimasíða eitur www.lnd.fo Á heimasíðuni hjá Føroya Lær- arafelag kann ein trýsta á ein knøtt, ið kallast kunning. Tá koma tíðindi fram, t.d. tíðinda- skriv frá felagnum og samhugabrøv, ið eru send felag- num, ið nú er í sín- um fyrsta arbeiðs- steðgi. Heimasíðan hjá Føroya Lærarafel- ag eitur www.lar- arafelag.fo