Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. januar 2010síða 7

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 - 15. januar 2010 7 lýsing Projektið við at leingja flogvøllin er nú boðið út, og projektering av farstøð v.m. stendur fyri framman, samstundis sum arbeiðið uppá leingingina verður framt. Í hesum sambandi hevur Vága Floghavn tørv á einum projektmedarbeiðara á byggiharrasíðuni. Projektmedarbeiðarin kemur í samstarvi við projektsamskiparan at taka sær av » at fylgja arbeiðinum við leinging av vøllinum » at samstarva og samskipa á markamótum við myndugleikar, jørðeigarar, rakstrarpartin av Vága Floghavn o.o., so projektið kann ótarnað ganga sína gongd » at tryggja at neyðugar avtalur og loyvi eru tøk, so hvørt sum tørvur er á teimum » at hava yvirskipað eftirlit við arbeiðinum í samstarvi við byggileiðsluna » at skipa fyri, at allar avtalur við arbeiðstakaran verða gjørdar til tíðina » regluliga rapportering um gongdina » umframt aðrar uppgávur í sambandi við virksemið hjá Vága Floghavn Førleikakrøv Tann rætti umsøkjarin » hevur útbúgving sum verkfrøðingur ella byggifrøðingur innan bygging/anlegg, ella hevur aðra hóskandi útbúgving » hevur góð samstarvsevni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt » hevur royndir frá privata ella almenna arbeiðsmarknaðinum innan leiðslu og eftirlit av húsbygging og anlegsarbeiði, gjarna frá byggiharrasíðuni » hevur kunnleika til føroyskt, danskt og enskt mál Løn og setanartreytir Miðað verður ímóti at seta starvið 1. apríl 2010, ella eftir nærri avtalu. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Einar Brimnes á telefon 354400 ella teldupost eibr@floghavn.fo Umsóknir saman við prógvum, C.V. og øðrum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 01. februar 2010. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og skulu sendast til: Dávid Reinert Hansen, P/F Vága Floghavn 380 Sørvágur Ella við neyðugum fylgiskjølum til teldupost drh@floghavn.fo Projektmedarbeiðari P/F Vága Floghavn søkir eftir projektmedarbeiðara sansir.fo