Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. januar 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 10 · 15. januar 2010 6 VIKUSKIFTI diskusprolaps í rygginum og fekk greið boð um, at hann ongantíð kundi fara til skips. Ein dyggur smeitur fyri fjúrtan ára gamla drongin, sum nú skuldi um­ stilla seg til okkurt annað. Hendan umstillingin tók sína tíð, og eftir lokið studentsprógv á studenta­ skúlanum við Gøtugjógv var hann greið ur yvir, at meðaltalið var ov lágt, um hann skuldi lesa víðari. Hann fór at supplera á Handilsskúlanum í Havn fyri at fáa meðaltalið upp, sam stundis sum hann fekk arbeiði hjá grann skoðara­ fyritøkuni Impact hjá Jógvani Sund­ stein. Og tað var um hetta mundið, at áhugin fyri tí, sum hann livir av í dag, av sonn um kom til sjóndar. – Tá eg var liðugur á studenta­ skúl anum, stovnaði eg mína egnu KT­fyritøku, sum seldi teldur, telefaks og aðrar KT­tænastur. Fyritøkan fekk navnið Nagata Data. Áhugin var komin nøkur ár frammanundan, tá babba fekk eina teldu í húsið, sum hugtók meg frá fyrsta degi. Í níggjunda flokki var eg eis ini í starvsvenjing hjá Com Data í Klaks vík, og nú hevði eg so hug at royna meg á økinum, minnist Christian aftur. Dreymurin um lívið á sjónum var skift út við nýggj áhugamál innanfyri eina nýggja vinnu. Ein vinna, sum seinni fór at mynda lívið hjá Christiani. Sushi og bankaverðin Tá Christian flutti til Danmarkar og fór at lesa data og búskap á Handils há­ skúlanum í Keypmannahavn, gjørdust vitj anirnar til Los Angeles fleiri í tali. Umframt lesnaðin arbeiddi hann nær um fulla tíð fyri danska bankan Uni bank, sum í dag eitur Nordea. Og hóast tað skuldi eitast at vera eitt lestrarstarv, so gjørdist tann bert 22 ára gamli Christian deildarleiðari á eini deild við tíggju fólkum, hvørs arbeiði var at »spionera aðrar bankar«, sum Christian tekur til. Í vikuskiftunum hittust føroysk les­ andi á kongaliga bókasavninum at lesa, áðrenn leiðin gekk í býin um kvøldið. Og tá hini fóru á McDonald´s at eta, fór Christian einsamallur á kongaliga fiskahandilin á Højbro Plads at eta sushi, sum tá var meiri ókent um okkara leiðir. Men sum fráleið fekk Christian fleiri og fleiri føroyingar við sær á sushi matstovu, og hann heldur fyri við ein um smíli, at nýggja sushi matstovan Etika á Áarvegnum í Havn er størsta fram brotið í Føroyum í nýggjari tíð. – Keypmannahavn var ein deilig tíð, og eg kenni meg framvegis heima í bý­ num. Grundleggjandi eri eg føroy ingur, men eg kenni meg eins nógv heima í Keypmannahavn og í Los Angeles, sigur tann japanski­amerikanski føroy­ ingurin. Keypti bumbuflogfør til urframleiðsu Árini í Keypmannahavn gingu. Christian avgreiddi sítt spesialið og fekk heitið cand.merc.aud., og tá hevði hann hitt konuna Elin Winther Poulsen. Avgerðin nærkaðist, hvør næsti leikur í lívinum skuldi vera. Føroya Gjald stova hevði boðið honum starv í Føroyum, men Christian hevði aðrar ætlanir. Mamman hevði byrjað eina lítla fyritøku í Los Angeles, sum fram­ leiddi ur, og tað stóð Christiani í boðið at flyta til Los Angeles at reka fyritøkuna. Hann tók avgerð um at flyta til USA og setti sær sum mál at útbyggja og menna fyritøkuna til altjóða marknaðin. – Eg hevði sett mær fyri, at eg vildi hava nakrar starvsroyndir uttanlands eftir loknan lestur. Eg hevði sæð so nógv fólk koma av skúlabonki í Danmark og beinleiðis heim í leiðslustørv í Føroyum uttan nakrar arbeiðsroyndir. Tí valdi eg Los Angeles, greiðir Christian frá. Avgerðin varð tikin um at flyta til USA, og Christian og Elin fóru við tveim um børnum – sum í dag eru vorð in fýra í tali – og átta pappeskjum tvørt ur um Atlantshavið. Christian legði eina langtíðar stra­ tegi fyri fyritøkuna. Hann ferðaðist kring knøttin at selja ur til alskyns marg lætis kundar, m.a. til sultanin í Oman. Fyritøkan sniðgav og framleiddi eis ini serlig ur til amerikanska herin, sum patriotiskir amerikumenn elskaðu. M.a. keypti Christian ein part av einum B52 bumbu flogfari, sum hevur eina ser­ liga tign í amerikanska herinum. Flog­ farið varð smeltað um til tilfar, sum fyri tøkan kundi framleiða ur fyri, og urið, sum fekk heitið »The Bomber«, gjørdist eitt »brand« í amerikanska herinum. Christian gjørdi sama nummarið á japanska marknaðinum við einum japansk um flogfari, sum var við til at bumba amerikanska herin í Pearl Harbor á Hawaii í desember 1941, og sum dró USA inn í seinna heimsbardaga. Og fyritøkan tjenti kassan. Politiskt dugnaloysi – Eg helt ongantíð, at eg skuldi heim­ aftur til Føroya. Men familjan var flutt heim frammanundan, ferðingin ímill­ um USA og Føroyar vant uppá seg, og eg byrjaði spakuliga at missa hugin. Soleiðis sigur Christian um avgerð­ ina at flyta heimaftur á klettarnar. Í 2004 vinkaði hann marglætisurunum í LA farvæl og beyð Føroyum góðan dag eftir fimtan ár í útlegd. Eftir hálvt ann að ár sum fíggjarstjóri á Shell gjørdi hann bart og keypti seg inn í Com Data og ReproZ, sum endaði við eini saman­ legging av fimm KT­ og lýsingar fyri­ tøkum. Nýggja samtakið fekk navnið NEMA, og Christian hevði sett hol á eitt nýtt kapittul í lívinum. – Onkuntíð spyr man seg sjálvan, hvat man ger í Føroyum, tí eg eri fødd ur til eitt heitt veðurlag og ein ger andis dag, sum gongur við rúkandi ferð. Og tað er ikki júst tað, sum eyð­ kennir gerandisdagin her heima, sigur Christian við einum smíli. Men hvussu upplivir Christian Nagata tað føroyska samfelagið eftir seytjan ár í útlegd? Hann drálar aftur eina løtu og setur seg álvarsamur afturá. – Nú dámar mær nógv betri at tosa um møguleikar og avbjóðingar heldur enn trupulleikar og forðingar. Men um tú sóknast eftir samfelagskritikki, so haldi eg, at føroyingar hava eina oyði leggjandi trongd til at máta og viga hvønn annan eftir familju, átrún­ aði og politiskum sjónarmiðum. Eg eri eitt liberalt sinnað menniskja, og eg sakni tann opinleikan og tað tol semið, sum eyðkennir flestu londini í vestur­ heiminum, sigur Christian. Hann vil ikki tosa um politiskan lit, men hann fylgir væl við og ristir mangan við høvdinum eftir tí, sum fer fram á politiska pallinum. T.d. tá politikararnir siga nei til útlendska arbeiðsmegi, hóast vinnulívið skrálar eftir bæði faklærdum og ófaklærdum útlendingum. Ella tá kjakið um fremmandar bókstavir í stav raðnum fyllir meiri enn áleikandi búskaparkreppan. Ella tá politikararnir forbjóða føroyingum at bryggja sterkt, hóast tað er loyvi at keypa og drekka sterkt. Ella tá vit yvirtaka elligamlar danskar lógir og sleppa síðani endanum, hóast bæði danir og restin av heiminum konstant dagføra og endurnýggja alt lógarverkið. Ella tá politiska skipanin ikki vil taka eitt umfatandi kjak um, hvussu tað kann gerast bíligari at flúgva í og úr Føroyum. Eitt mál, sum sam bært Christiani er ein tann størsta forð ingin fyri at menna tað føroyska sam felagið og byggja brýr ímillum Før­ oyum og útheimin. Men áðrenn hann blívur heilt heitur, hálsar hann um og leggur mær eina við, at hann ikki er typan, sum brýggjar seg um at grenja og kritisera ov nógv. Tað, sum hann ikki fær gjørt nakað við, verður lagt til síðis. Og so konsentrerar hann seg um tað, sum hann sjálvur hevur ávirkan á. – Eg havi livað eftir eini einfaldari meginreglu, sum hevur myndað mítt lív: Ger tað, sum tú dugir og tímir best. Lívið er ov stutt til nakað annað! Men er tað ikki eitt motto, sum bara sterkir borgarar við nógvum møguleikum kunnu hava? – Jú, kanska. Men soleiðis havi eg hugsað, tá tær stóru avgerðirnar eru tiknar. Og tað er í seinasta enda tað, sum skapar nøgdsemi. Mynd: jens kristian vang – Eg eri eitt liberalt sinnað menniskja, og eg sakni tann opinleikan og tað tolsemið, sum eyðkennir flestu londini í vesturheiminum, sigur Christian Nagata, stjóri á KT- og samskiftisfyritøkuni NEMA Føroyingar hava eina oyðileggjandi trongd til at máta og viga hvønn annan eftir familju, átrúnaði og politiskum sjónarmiðum Fakta Christian nagata Aldur: 42 ár Útbúgving: Cand.merc.aud. Familja: Giftur við Elin Winther Poulsen. Fýra børn, sum eita Halgir (19 ár), Eva (12), Marianna (10) og Katrin (4).