Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. januar 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 10 - 15. januar 2010 Eitt samt stýrið fyri Listasavnið tók í 2008 ímóti »Bládýpinum« sum gávu og tað var púra greitt, at verkið skuldi hoyra heima á Føroya Listasavni, staðfestir táverandi stýrisformaðurin, Jógvan Páll Lassen List Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Føroya Listasavn eigur og hevur tískil ábyrgd av at varðveita listaverkið »Blá­ dýpið« hjá Tróndi Paturs­ son. Tað er niðustøðan, eftir at Sosialurin hevur tosað við fyrrverandi stýrisformannin fyri Listasavnið, Jógvan Páll Lassen og formannin fyri donsku deildina av altjóða ST stovninum fyri listasøvn, ICOM. Gáva Í greinini í gjár vísti leiðarin á Føroya Listasavni, Helgi Fossadal, annars á, at Lista­ savnið ikki longur vil hava ábyrgdina av »Bládýpinum« og vil hava tað burtur úr túninum, har tað stendur í løtuni. Eisini vildi hann vera við, at ongin avtala fyrilá við Tróndur Patursson um listaverkið. Men sambært Jógvani Páll Lassen, fyrrverandi for­ manni í stýrinum fyri Lista­ savnið, var ein slík avtala gjørd, meðan hann sat sum formaður. ­ Stýrið fyri Listasavnið varð samt um at taka ímóti verkinum sum gávu, og sambært einum skrivi skuldi Listasavnið taka sær væl av verkinum framyvir, sigur Jógvan Páll Lassen. Hann leggur afturat, at avtalan endaði ikki við einum forkromaðum skjali í hansara tíð sum formaður, tí arbeitt var framvegis við málinum tá hann fór frá í apríl í fjør. ­ Men tað var ongantíð nakar ivi um, at »Bládýpið« skuldi knýtast at savninum. Tað var allatíðina endamálið við dialoginum við Trónd Patursson, sigur táverandi stýrisformaðurin og leggur afturat. ­ Vit vóru púra samd um, at hetta var eitt fantastiskt listaverk, sum hoyrdi heima á Føroya Listasavni og átti at fáa eina meir virðiliga støðu har, eftir at ymsar ábøtur vóru gjørdar. Hesar ábøtur eru síðani gjørdar, og sum vit greiddu frá í blaðnum í gjár, hevur Tróndur Patursson handað leiðaranum á Listasavninum lyklarnar til verkið. Framvegis ábyrgd Sambært Helga Fossadal er Føroya Listasavn limur í altjóða ST stovninum fyri listasøvn, ICOM. Tað merk­ ir sum eitt tað fyrsta, at Føroya Listasavn eisini skal fylgja etisku leiðreglunum hjá ICOM, sum áseta neyv­ ar mannagongdir í sambandi við, at Listasavn tekur ímóti eini gávu ella ætlar sær at skilja seg av við hana aftur. – Uttan mun til, um ein avtala er gjørd um »Blá­ dýpið«, so hevur Føroya Listasavn ábyrgdina av verkinum frá tí løtu, tað hevur tikið ímóti tí sum gávu, staðfestir Vinnie Nør­ skov, formaður fyri donsku deildina hjá ICOM. Hon leggur afturat, at tá eitt Listasavn fyrst hevur tikið ímóti einum verki, skal tað hava heilt serliga góðar grundgevingar fyri at skilja seg av við tað aftur. Tað kundi til dømis verið, um verkið mest sum er oyði­ lagt ella tað vísir seg at vera óektað. – Eitt listasavn kann í øll­ um førum ikki bara siga, at tað ikki vil hava eitt lista­ verk longur. At tað møguliga ikki hevur pláss fyri verkin­ um er eisini sera sjáldan ein nóg góð grundgeving. Og undir øllum umstøðum skal verkið allafyrst bjóðast onkrum øðrum Listasavni, sigur Vinnie Nørskov. – Eitt listasavn má undir ongum umstøðum skilja seg av við eitt verk á ein slíkan hátt, at fólk fara at ivast í evnunum hjá savnin­ um at røkja og varðveita list­ arliga mentanararvin í land­ inum, sigur Vinnie Nørskov, og minnir á, at eitt listasavn ongantíð uttan víðari kann frásiga sær ábyrgd av einum listaverki, sum tað hevur tikið ímóti. Listasavnið hevur ábyrgd av »Bládýpinum« Danir eisini skyldina Danska hjálandsveldið hevur ein part av skyldini av teirri politisku og búskaparligu kreppuni, sum íslendiongar eru komnir í. Tað heldur í hvussu er danski søgumaðurin Lars Hovbakke Sørensen, sum er lektari á lærda háskúlanum í Århus, og sum serliga hevur fingist við norðurlendska søgu. Hann sigur við sendingina Orientering hjá danska kringvarpinum, at tað var ikki bara óttin fyri at fara á húsagang, sum fekk íslendingar at seta seg upp ímóti Icesave­avtaluni, men eisini sterk tjóðskaparkensla, ið eyðkennir ungar tjóðir. - Stýrislimirnir vóru samdir um, at »Bládýpið« var eitt fantastiskt listverk, sum hoyrdi heima á Føroya Listasavni og átti at fáa eina meir virðiliga støðu har, sigur Jógvan Páll Lassen, táverandi stýrisformaður fyri Føroya Listasavn Heldur Irak enn Ísland Búskaparkreppan í Íslandi hevur gjørt, at landið hevur fingið so vánaligt umdømi sum íløguland, at sambært teirri seinastu metingini hjá stovninum Credit Market Analysis er tað skilabetri nú at gera íløgur í Irak enn í Íslandi. Sambært stovninum er umdømi Íslands versnað umleið 10 prosent, síðani Ólafur Ragnar Grímsson, forseti, sýtti fyri at staðfesta Icesave­lógina. Váðavísitalið fyri íløgur í Íslandi er oman fyri 550, meðan tað tilsvarandi talið fyri Irak er 475, skrivar Morgunblaðið og endurgevur CMA.