Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. januar 2010síða 5

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 10 · 15. januar 2010 5 VIKUSKIFTI Vangamynd Heini í Skorini Heini_skorini@yahoo.com – Jú jú, tað hevur altíð gingið við rúk­ andi ferð. Hann situr við ídni og prátar um sítt lív og sína lívsfilosofi á tómu matstovuni á Hotel Føroyum. Frammanfyri honum liggur ein hálvkaldur búffur, sum ikki fær nógv uppmerksemi frá eigaranum, hóast tað er døgurðatími. Frá tí at hann kom eftir undirritaða í einum gráum BMW í miðbýnum í Havn hevur fartelefonin kimað, og ágrýtin tosar hann við gud viti hvønn um umsetning, leiðslu, eftirútbúgving, lønarkrøv og annað, sum hoyrir ger­ andis degnum hjá einum stjóra til. Ei undur í, at hann insisterar uppá eitt frið ar ligt stað at práta. Orðini rapla úr munninum, og orka og hugur lýsa av honum. Í 2007 gjørdi tann nú 42 ára gamli Christian Nagata innrás í føroysku samskiftis­ og KT­ vinnuna við samtakinum NEMA, sum er ein samanlegging av fimm KT­ og lýsingarfyritøkum, og sum til sam ans hevur 120 starvsfólk. Í 2008 varð hann kosin ársins leiðari. Og nú hug leiðir hann íðin um sítt lív. Frá barnaár unum uppi í Gerðum í Klaksvík til lestrar árini á Handilsháskúlanum í Keyp manna­ havn til árini í Los Angeles, tá Christian var dagligur leiðari á eini altjóða fyri­ tøku, sum framleiddi ur til alskyns marg lætiskundar kring heimin. Japanarin í Ósaskúlanum – Eg minnist fyrsta skúladag í Ósa­ skúlanum í Klaksvík. Eg var trongdur upp í ein krók av forvitnum børnum, tí eg hevði skeivari eygu og døkkari hold enn tey. Ein lærari kom bókstavliga og bjargaði mær frá forvitnu klaks víks­ børnunum við hvítum hári og bleikari húð, sigur Christian og flennir hart. Hóast hann í náðileysa skúla garð­ inum í Ósaskúlanum við jøvnum millum bilum varð mintur á, at hann ikki líktist hinum børnunum í útsjónd, so minnist hann einki til rasismu og ónd sinnaðan ágang. Hann hevði nógv ar vinmenn, sum beistaðust um alla Klaksvíkina, og Gerðabøurin var heimabeitið hjá honum og vin monn­ unum. Men tað var mest sum av tilvild, at lítli Christian endaði í Klaksvík. Hann varð føddur í New York tann 11. november í 1967, og bæði foreldrini vóru filmsframleiðarar, sum arbeiddu kring allan heimin. Pápin kom úr Japan og mamman úr Danmark. Og meðan for­ eldrini arbeiddu í Hollywood, London, Paris ella Berlin, vóru Christian og tvær eldri systrar hjá fastari fosturfamilju í Keypmannahavn. – Frá tí eg var trý ár bleiv eg passaður av Agnari á Dul og konuni, Evy. Trý ár seinni, í 1974, fluttu tey heimaftur til Klaksvíkar, tí Agnar var liðugur at lesa. Og tað endaði við, at eg fór við teimum, meðan eldru systrarnar vóru eftir. Tá vóru míni biologisku foreldur farin frá hvørjum øðrum, og eg kom inn í eina nýggja og kærleiksfulla familju í Klaksvík, greiðir Christian frá. Millum Los Angeles og Gerðabø Ígjøgnum øll barnaárini í Klaksvík hevði hann fast samband við mammuna og báðar systrarnar, og tey møttust av og á í Los Angeles, har mamman búði. Pápan hevur hann ikki havt nakað sam­ band við. – Eg fekk eisini tríggjar yngri systr­ ar í Klaksvík, so eg endaði í tí undar­ ligu støðuni, at eg var lítlibeiggi í Los Angeles og stóribeiggi í Klaksvík, greið­ ir Christian frá. Hann minnist væl, hvussu hann sum barn upplivdi sterku mótsetningarnar ímillum lítla fiskivinnusamfelagið í Klaks vík og metropolarnar úti í stóru verð. Mótvegis flestum øðrum børnum ferðaðist hann ímillum tað lokala og tað globala, og sæð í bakspeglinum var tað kanska ein orsøk til, at hann á rætt­ iliga ungum árum visti, at hann vildi út í verðina. Men hvussu upplivdi Christian tað at verða skildur sundur frá biologisku fam iljuni á so ungum árum og vaksa upp hjá eini fosturfamilju í Klaksvík? Christian drálar eina løtu og hyggur oman yvir Havnina, áðrenn hann svarar. – Umstøðurnar vóru so mikið góðar rundan um meg í Klaksvík, at eg ongantíð upplivdi tað sum ein trupul­ leika. Eg havi altíð verið lættsintur, og eg hevði ein góðan barndóm og ungdóm, har sum eg var, greiðir Christian frá. Men hevur tú nakrantíð kent teg sviknan av foreldrunum? – Nei. Kanska hevði eg kent meg svikn­ an, um eg ikki hevði tað gott, har sum eg var. Og sjálvandi saknaði eg mammu mína. Men sum sagt, eg hevði tað so mikið gott hjá míni fam ilju í Klaksvík, at eg ongantíð hevði trupulleikar av tí, sigur Christian. Frá egning til KT Tá Christian Nagata var ellivu ár, byrjaði hann at egna, og nógvir, nógvir tímar vórðu brúktir í egningarskúrunum á Stongunum í Klaksvík. Kappingin millum dreingirnar var beinhørð, og hann minnist aftur, at teir kundu egna út í eitt frá fríggjadegi kl. 16 og heilt til leygarmorgun kl. 09. Skúlataskan lá aloftast eftir í skúlanum, tí Christian tímdi ikki at gera skúlating. Hann var onkra ferðina á útróðrum, og sum tíðin leið gjørdist stóri dreymurin at fara til sjós. Men hesin dreymurin fekk ein bráð­ an enda, tá Christian fekk staðfest ein Biologisku foreldrini framleiddu filmar í Hollywood, og tá føroysku fosturforeldrini í keypmannaHavn fluttu Heim til KlaKSvíKar, kom ein seks ára gamal drongur við, sum ikki líktist Hinum Børnunum í útsjónd. Hann elskaði at egna, og stóri dreymurin var at fara til sjós. men ein ryggskaði oyðilegði dreymin. í staðin Bleiv Hann aKadeMiKari og vinnulívSMaður í los angeles, áðrenn Hann gjørdi innrás í føroyska kt- og samskiftisvinnu. vit fara aftur um CHriStian nagata, stjóra á kt- og samskiftisfyritøkuni nema. Ger tað, sum tú tímir best Lívið er ov stutt tiL nakað annað