Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. januar 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 10 - 15. januar 2010 Føroyskur línuskipari undr ar seg yvir, at eingin framleiðari er í Føroyum, sum keyp ir og virkar hýsu. – Vit fáa meiri fyri íslendsku hýsuna enn hina føroysku. Íslendska hýsan verð­ u r seld í Bretlandi sum burðardygg, men ikki hin føroyska, tó at meiri hýsa fæst und ir Føroyum enn und ir Íslandi, sigur skiparin Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Prísurin á føroyskari hýsu á Fiska marknaði Føroya er sum heild lágur. Tað gongur illa hjá skipum, sum landa føroyska hýsu, yvirhøvur at slep pa av við hana fyri lík­ in da prís. At kalla eingin hýsa, sum verður veidd undir Før oy­ um, fer til virkingar og tað, sum landað og selt verður, fer at kalla alt av landinum óvirkað til smákeyparar kring um í Bretlandi. Skipari undrast Línuskipari, sum hevur vent sær til Sosialin, undrar seg yvir støðuna. ­ Vit hava skilt, at trupul­ leikar eru við sølu av virk­ aðari hýsu undan Føroyum, tí tær stóru handilsketurnar í Bretlandi siga, at okkara hýsu veiða er ikki burðar­ dygg. Hann leggur aftrat, at tá teir eru undir Íslandi og landa íslendsku hýsuna í Før oy um, er støðan ein onn ur, og tá fæst eisini gjar na betri prísur fyri hetta fiska slag. Línuskiparin sigur seg eisini hava skilt, at íslends­ ka hýsan, sum landað verð­ u r í Føroyum, saktans kann virkast her á landi og seljast útlendskum keyparum. ­ Hvar liggur trupulleikin, og hví er hetta so vorðið? spyr hann. Línuskiparin reisir eisini spurningin, um ikki okkurt er galið hjá okkum sjálvum, tá íslendingar kunnu fáa síni fiskasløg góðkend hjá handilsketum í Bretlandi – og ikki føroyingar. ­ Tað er minni hýsa at fáa undir Íslandi enn undir Før­ oyum, og tí má tað vera heima hjá okkum, at arbeiði ikki verður gjørt nóg væl – og hundurin soleiðis liggur griv in, sum hann tekur til. Stórur trupuleiki Formaðurin í Føroya Rá fiska keyparafelag, Sím­ un Jacobsen, ásannar, at stór ir trupulleikar eru við sølu av virkaðari hýsu úr Før oy um á bretska markn­ aði num. ­ Bretland hevur verið okkara stóri hýsu mark nað­ ur, og nú vilja tær stóru handils keturnar ikki keypa okkara hýsu, tí mett verður ikki, at okkara hýsuveiða er burðardygg. Símun vísir á, at tað eru tær stóru handilsketurnar, sum eisini eru teir stóru og væl gjaldandi kundarnir. ­ Hesar ketur hava síni egnu fólk, sum meta um, hvørt fiskurin, tær selja, er burðar dyggur ella ikki. Ketur nar tora ikki at koma í ta støðu, at eitt nú journal­ ist ar leypa á og siga, at tær selja fisk, sum ikki er veidd ur úr burðardyggum fiska stovni. Formaðurin í Ráfiska­ keypara felagnum sigur, at sum er, meta handils ketu r­ nar ikki, at føroyska hýsu­ veiðan er burðardygg, og tí er støðan, soleiðis sum hon er við hýsumarknaðin. ­ Niðri í Evropa hava umh vørvis felagsskapir nógv meiri at siga enn í út jaðar um sum Føroyum og øðr um londum, ið liggja í út jað ara. Handilsketurnar roy na at vera um hvørvis­ bevíst ar og tora tí ikki at hava føroyska hýsu í sínum vøruútboði. Símun Jacobsen vísir á, at hagtølini yvir gongdina í føroysku hýsuveiðini eru al menn, og haraftrat kemur, at ráðgevandi stovnurin ICES ikki er serliga bjart­ skygdur um føroysku hýsu­ veiðina. ­ Íslendska hýsuveiðan hev ur onga góðkenning sum so, men kortini meta stóru handilsketurnar, at ís lends ki hýsustovnurin ikki er í vanda, og at veiðan er burðardygg sum er. Vit, sum selja fisk í Føroyum, royna sjálvandi eisini at argu mentera fyri, at okkara veiða er burðardygg, men tað er bara ikki nóg mikið í løtuni, sigur formaðurin í Føroya Ráfiska keyp ar a­ felag, Símum Jacobsen, sum vit fara at venda aftur til í komandi viku. Føroyar stórar trupulleikar við sølu av hýsu Fiskiskapurin hjá par trolarunum hevur sum heild ikki verið so góður higartil í ár, sum hann var um somu tíð í fjør Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fleiri skip hava landað í Saltanga rá hesa vikuna. Í dag eru fýra ís fiska­ trola r ar inni. Heykur og Falk ur hava 360.000 pund, og Stelkur og Bakur hava 280.000 pund tilsamans. Í gjár landaðu eisini fýra ísfiskatrolarar í Saltangará. Rók ur og Lerkur høvdu 320.000 pund, og Polarhav og Stjørnan høvdu 340.000 pund tilsamans. Fyrr í vikuni vóru ísfiska trol ar arnir Jaspis og Ame tyst inn i við fullari last, sum var 270.000 pund. Garnaskipið Oknin, sum royn ir eftir svartkalva, land aði eisini 12.000 pund í Saltangará týsdagin. Minni veiða Á Landingarmiðstøðini Kongs havn í Saltangará siga tey, at veiðan hjá par­ trolaru num higartil í januar hev ur ikki verið eins góð, og hon var um hesa tíðina í fjør. ­ Av skipunum, sum hava landað hjá okkum hesa viku na, eru tað bert Jaspis og Ametyst, sum høvdu fulla last. Nøkur av hinum skipu num, ið hava landað hesa vikuna, høvdu eisini nok so langar túrar. Vit kun­ nu ikki siga, at veiðan er ring, men higartil í januar hevur hon ikki verið so góð, sum hon var í januar í fjør, siga tey á Landing ar­ mið støðini Kongs havn. Nógvar landingar í Saltangará hesa vikuna Nógv skip hava landað í Saltangará hesa vikuna. Í dag og í gjár hava fýra ísfiskatrolarar landað hjá Kongshavn Mynd: Vilmund Jacobsen - Íslendska hýsuveiðan hevur onga góðkenning sum so, men kortini meta stóru handilsketurnar, at íslendski hýsustovnurin ikki er í vanda, og at veiðan er burðardygg sum er. Vit, sum selja fisk í Føroyum, royna sjálvandi eisini at argumentera fyri, at okkara veiða er burðardygg, men tað er bara ikki nóg mikið í løtuni, sigur formaðurin í Ráfiskakeyparafelagnum, Símun Jacobsen Ukraina skal í ES Forsætisráðharrin í Ukraina, Júlía Tímosjenko, sum stillar upp til forsetavalið um átta dagar, segði í gjár, at verður hon vald til forseta, fer hon at virka fyri, at Ukraina fær limaskap í ES innan fimm ár. Hon legði afturat, at sum forseti fer hon at royna at fáa samráðingarnar um limaskap í gongd í hesum árinum. Meiningakanningar benda annars á, at tað verður trupult hjá Juliu Timosjenko at vinna forsetavalið, tí sambært kanningunum er hitt høvuðsvalevnið, Viktor Janúkovitsj, umleið 10 prosentstig frammanfyri. Forsetaskeiðið í Ukraina er fimm ár. Arnold í penganeyð Amerikanski staturin Kalifornia er í so stórum fíggjarligum trupulleikum, at annaðhvørt noyðist Arnold Schwarzenegger, guvernørur, at hækka skattin, ella skal hann spara 20 milliardir dollarar teir næstu átjan mánaðirnar. Stovnurin S&P, sum metir kreditvirðið hjá teimum amerikonsku statunum, sigur, at Kalifornia er tann staturin, sum hevur tað minsta kreditvirðið í løtuni. Schwarzenegger hevur biðið umsitingina læna eina milliard dollarar innan hálvan annað mánað, og eygleiðarar siga, at lánstørvurin verður uppaftur størri í summar.