fríggjadagur 15. januar 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 10 · 15. januar 2010
10
VIKUSKIFTI
1. Tú leypur máltíðir um
Trupulleiki: Svongdin ger,
at tú etur meiri seinni sama dag.
Loysn: Et altíð tríggjar stórar máltíðir
og tveir millumálar
2. Tú keypur inn, tá tú er svong
Trupulleiki: Blóðsukrið er í botni,
og tú verður freistað at keypa ósunt.
Loysn: Et áðrenn tú fer til handils
og skriva innkeypslista.
3. Tú smáetur gjøgnum dagin
Trupulleiki: Blóðsukrið fer upp og niður og
endar við, at tú ert enn svangari,
enn áðrenn tú át til dømis kakustykkið.
Loysn: Et ein góðan millummála við
grovum breyði og soltnum osti.
4. Tú troystaretur um kvøldið
Trupulleiki: Tú etur, tí onnur rundan um teg
eta – ikki tí at tú er svong. Úrslitið er, at tú
etur ov nógvar kaloriur, sum seta seg.
Loysn: Tøm skápini fyri freistingar.
Royn og reis teg úr sofuni um kvøldið.
5. Tú ert oftani á klænkikuri
Trupulleiki: Við at skifta millum ymiskar
klænkikurar og ymiskar hættir at eta, er torført
at halda tað í longdini, og oftani koma
kiloini uppá aftur.
Loysn: Broyt tínar egnu matvanar,
so teir hjálpa tær at tapa.
6. Forboð móti breyði, rís og pasta
Trupulleiki: Tínar máltíðir verða merktar av
forboðum, og tá er tað torført at halda í longdini.
Loysn: Et breyð, rís og pasta, men í smáum
mongdum. Et til dømis 150 gr breyð og 100 gram
av ókokaðari pasta um dagin. Vel myrkari sløgini av
pasta, breyði og rísi.
7. Ov lítil rørsla
Trupulleiki: Um tú rørur teg ov lítið,
er tað lætt at eta ov nógv.
Eyka kaloriirnar seta seg sum feitt.
Loysn: Royn og rør teg ein tíma um dagin.
Spáka, súkkla ella spæl bólt við børnunum.
8. Ov nógvir føðingardagar og bindiklubbar
Trupulleiki: Føðingardagar og bindiklubbar
eru kaloribumbur. Tú etur og situr still.
Loysn: Far ikki til alt. Men vilt tú endliga fara
til alt møguligt, hugsa so um at fáa rørslu
á veg í og úr føðingardegi.
9. Flótandi kaloriir
Trupulleiki: Tað mettar ikki, og tað er sera lætt
at fáa alt ov nógvar kaloriur í seg við at drekka.
Loysn: Drekk ikki sodavatn, saft og djús.
Royn eisini at avmarka alkoholmongdina.
10. Tú etur bleytan mat
Trupulleiki: Um tú etur nógvan bleytan mat,
fáa kjálkarnir og magin ikki nakað at arbeiða við.
Tað merkir, at tú ikki kennir teg rættiliga mettan
og etur lættliga meira enn neyðugt.
Loysn: Et grovan mat. Fullkorn, grønmeti,
búff, harðan ost og frukt.
LES UM TEy VanLIgaSTU misTøkini, TÚ gERT, Tá Ið TÚ VILT kLænka TEg
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
10 tey vanligastu mistøkini
Tvær modellir hjá sniðgevanum Ralph
Lauren hava skapt yvirskriftir um allan
heim. Ralph Lauren er mest kendur fyri
merkið Polo Ralph Lauren, og skuldu
hesar báðar vísa nýggjasta mótan. Men
vóru myndirnar av teimum so umgjørdar
í telduni, at tað var teirra ónatúrliga
út sjónd, ið varð tað ein fyrst legði til
merkis.
Myndirnar av modellinum Valentinu
Zelyaeva og Filippu Hamilton hava verið
at sæð í handlum í Japan og australia.
Tá myndin av Valentinu kom út,
bað Ralph Lauren um umbering, men
lítið hjálpti eftirsum myndin av Filippu
Hamilton kom út eina viku seinni í
australia.
Valentina Zelyaeva er nú givin hjá
Ralph Lauren og pástendur, at hon fekk
sekkin, tí tey mettu hana vera ov feita.
Ein nýggj svensk kanning vísur, at øll
fólk, ið viga ov nógv – og ikki bara tey,
sum hava høgt blóðtryst, blóðsukur og
kolesterol – eru í vandabólki fyri at fáa
hjarta sjúkur.
granskarir hava áður hildið, at vandin
við at verða ov tjúkkur, er ikki so stórur,
um ein ikki hevur hesi tekin.
Men nú vísur kanningin, ið var framd
á Uppsala Universiteti, at vandin at fáa
hjartasjúku er dupult so stórur hjá ein
um yvirvektigum fólki, sum hann er hjá
einum klænum. Fyri ein feitan persón,
sum hevur ov høgt blóðtrýst, blóðsukur
og kolesterol, er vandin 2,5 ferðir hægri
enn hjá einum klænum við hesum meta
bolisku tingum í lagi.
Kanningin er framd á 1.800 yvir vekt
igum monnum, í heili 30 ár.
Kelda: Dagens Nyheter
Ónatúrligar modellir
hjá Ralph Lauren
Fiti orsøk til hjartasjúkur
Modellirnar, Valentinu Zelyaeva
og Filippu Hamilton, í eini
sera ónatúrligari útgávu.
Tú venur ikki fyri at gerast yngri
– tú venur fyri at gerast eldri.
Kelda: Ókend
VenjIng