fríggjadagur 15. januar 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 10 - 15. januar 2010
Sjálvt um Portalurin
hevði lagt upp til ta
heilt stóru orrustuna
í kantinuni á Vinnu
háskúlanum seinna
partin í gjár, so var
har lítið, ið kundi fáa
sinnini í kók. Einasta,
ið minti um eitt lívligt
orðaskifti, var kjakið
millum valevnini um
manningina á Arctic
Viking
KJAKFUNDUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Tað var lagt upp til tað heilt
stóra brakið, tá bæði valevn
ini til formanspostin í Fiski
mannafelagnum brustu sam
an í verbalari orrustu á kant
inuni á Vinnuháskúlanum í
Hornabø.
Tað skortaði heldur ikki
við áhoyrarum til hendan
fundin, ið vardi meiri enn
hálvan tíma út yvir tann
avsetta hálvan annan tíman.
Men at fundurin gjørdist
drúgvur er ikki einstýðandi
við, at hann var serstakliga
spennandi ella fyri tann
skuld áhugaverdur.
Tað vísti seg nevniliga, at
báðir kombattørarnir í tí
stóra og heila vóru samdir
um tað mesta.
Báðir tosaðu passionerað
um betringar í pensjónunum,
og báðir gingu við lív og
sál inn fyri, at sjómenn fáa
løn fast einaferð um mánað
in. Báðir løgdu tó dent á, at
talan ikki er um fastløn í
vanligari merking.
Sitandi formaður legði fyri
og greiddi eitt sindur frá tí,
sum hann ætlar sær at arbeiða
við í einum komandi tríára
skeiði. Ovarliga er raðfest
ein nútímansgerð av lóg
unum hjá felagnum, sum Jan
Højgaard heldur vera ótíðar
hóskandi og stívar at umsita.
Pensjónin er eitt annað
mál, sum sambært Jan Høj
gaard sjálvum stendur hon
um nær.
Eg fari at arbeiða fram í
móti, at vit fáa skift verandi
eftirlønarskipan við krónutali
pr. dag út við ávíst prosenttal
av inntøkuni, segði Jan
Højgaard í innleggi sínum.
Talan verður sum skilst
um eina heilt nýggja pen
sjónsskipan.
Stramma um hýruna
Sitandi formaðurin segði,
at sáttmálin ongantíð rætti
liga er komin upp á tað
støði, sum hann var á undan
stóru kreppuni fyrst í 90
árunum. Nakrir snøklar eru
eftir enn, og tað liggur ógvu
liga frammarliga hjá Jan
Højgaard.
Eg havi brúkt so nógva
tíð, sum arbeiðið loyvir
mær, at tosa við fiskimenn
runt umkring. Allir trupul
leikar eru uppi og venda í
messuni, men tað er av
týdningi, at hetta prát eisini
kemur mær fyri oyruni, tí
tað er jú eg, sum skal taka
mær av trupulleikunum, sig
ur Jan Højgaard.
Hann segði eisini, at felag
ið fer at stramma munandi
upp um hýrurnar, sum ikki
verða goldnar til tíðina.
Vit hava í sáttmálanum
møguleikan at leggja rentur á
hýru, sum ikki verður goldin
til tíðina, og hendan møgu
leikan fara vit at hyggja nærri
uppá, sigur Jan Højgaard.
Eitt annað av málunum,
sum Jan Højgaard nýtti tíð
upp á at umrøða, var frí um
jólini.
Eg haldi, tað er upp á sítt
pláss, at jólini verða hildin
heilag. Eg dugi ikki at síggja
nakra orsøk til, at fiskimenn
ikki skulu kunna hava frí um
jólini, sigur Jan Højgaard.
Samstarv er leiðin
Hitt valevni til formanssess
in í Fiskimannafelagnum,
Henrik Old, hevur drúgvar
royndir í politikki, og hevur
eisini orðið í sínari makt.
Hann segði í sínum inn
leggi, at tað ikki var so nógv
tann veruleiki, at hann hevur
verið sjómaður meginpartin
av sínum lívi, sum hevur
fingið hann at stilla upp til
valið, men meiri hansara
royndir í politiska lívinum.
Gjøgnum mítt politiska
arbeiði havi eg verið við til
at viðgera fiskivinnuna á
hægsta stigi, og havi har
ígjøgnum eisini útvegað
mær góð og týðandi sam
bond, ið fara at verða mær
holl í einum starvi sum for
maður
í
Fiskimannafel
agnum, sigur Henrik Old.
Eitt annað mál, sum hann
ætlar sær at leggja stóran
dent á, er eitt samstarv við
hini manningarfeløgini.
Tá skipið hevur loyst frá
landi,
hava
allir
mans
umborð sama ynski, og tað
er at veiða nógv, selja væl
og fáa sum mest burtur úr
túrinum. Tí er tað so innlýs
andi, at manningarfeløgini
standa saman og samstarva
á økjum við felags áhuga
málum, sigur Henrik Old.
Eisini hann hevur pensjón
ina til fiskimenn sum eitt av
hjartamálum sínum, og hann
ákærdi standi formann fyri
lítið og einki at hava fingið
av skafti á tí økinum tey trý
árini, hann hevur sitið.
Forskotsgrunnurin
Ein ógvuliga sentralur lutur í
allari ætlanini hjá Henrik
Old í einum møguligum for
manssessi í Fiskimannafelag
num er Forskotsgrunnurin.
Hetta er ein grunnur, sum
eigur nógvar pengar – einar
30 milliónir krónur – og hesir
pengar verða mest sum ikki
brúktir. Grunnurin virkar
kortini væl, men veitir bert
forskot til langfara fiskimenn.
Grunnurin kundi verið gagn
nýttur nógv betri, og kundi
verði ein týðandi liður í ein
ari komandi fastlønarskipan
í øllum veiðibólkum, sigur
Henrik Old.
Eisini ALS skal skipast
soleiðis, at skipanin smid
ligari skal kunna veita sjó
monnum trygging, serliga
tá skipið fer á beding til
umvælingar, sum ofta dreg
ur nógv longri út enn upp
runaliga væntað.
Eitt annað, sum skil skal
fáast á, eru hýruútgjalding
arnar til tíðina.
At menn ikki fáa sína
hýru til tíðina í 2010 hoyrir
ongastaðni heima. Tað er
nakað, sum bara skal virka,
sigur Henrik Old.
Bæði Jan Højgaard og
Henrik Old vóru samdir
um, at trygdarskeiðini ikki
skuldu strúka til Himmals í
prísi, og báðir søgdu seg
vilja arbeiða hart fyri, at
hetta ikki hendir.
Báðir
vóru
somuleiðis
samdir um, at elstu og vána
ligastu skipini áttu at clearast
út úr flotanum, men meðan
Jan Højgaard helt, at tað al
menna mátti traðka til við upp
høggingarstuðli, helt Henrik
Old, at hetta var nakað, sum
vinnan saman við bankunum
mátti sjálv finna loysn á.
Tamt kjak
Eftir ein stuttan kaffisteðg
var so høvi hjá áhoyrarunum
at seta teimum báðum val
evnunum spurningar. Men
synd er at siga, at hetta fekk
sinnini í kók hjá nøkrum.
Spurningarnir vóru tamir,
og snúðu seg í mestan mun
um uppafturtøkur av tí, ið
valevnini høvdu sagt í sín
um innleggum.
Mesta tíðin fór við at
útgreina, hvat meint var við
tá orðið fastlønarsáttmáli
var havt á munni, spurning
urin um sjómannafrádráttin
í skattinum, og kostnaðurin
av trygdarskeiðunum, sum
kravt verður, at sjómenn
skulu taka.
Alt í alt var talan um ein
fund, sum á ongan hátt
menti seg til ta orrustu, sum
kanska var lagt upp til. Tað
er heldur ikki til at siga, um
teir ivasomu, sum enn ikki
hava sett sín kross, vórðu
avkláraðir
við
komandi
valið eftir fundin.
Einasta, ið kundi minna
um eitt lívligt kjak, var tá
Arctic Viking varð umrøtt,
og serliga útlendska mann
ingin, sum fylgdi við skip
inum, tá tað flaggaði inn
undir føroyskt flagg aftur.
Valevnini vóru siðilig, og
tað, sum meiri er: Báðir
mans hildu seg standa væl í
kjakinum og báðir vænta at
sita í formansstólinum hjá
Føroya Fiskimannafelag 1.
februar 2010.
Kamphanar í linligari orrustu
Heilt fitt av áhoyrarum vóru til fundin í kantinuni á
Vinnuháskúlanum seinnapartin í gjár
Kjakluttakararnir vóru siðiligir heldur enn lívligir á
kjakfundinum á Vinnuháskúlanum í gár
7.000 jarðað í hópgravum
Umleið 7.000 av teimum, sum doyðu í jarðskjálvtanum í Haiti, eru
longu jarðað í fleiri hópgravum. Tað sigur landsins forseti, Rene
Preval. Saman við starvsbróðuri sínum í grannalandinum
Dominikanska Lýðveldinum spákaði forsetin í høvuðsstaðnum Port
auPrince í gjár. Altjóða Reyði Krossur metti í gjárkvøldið, at
jarðskjálvtin hevur kravt millum 45.000 og 50.000 mannalív, men at
talið kann vera uppaftur størri. Bjargingarfólk úr fleiri londum eru
komin til Haiti, og flogfør og skip úr fleiri londum eru á veg hagar
við neyðhjálparútgerð.
Bølmenni handtikið
Í Meksiko hevur løgreglan tikið ein tann ringasta rúsevna
brotsmannin í landinum. „El Toro“ Garcia Simental varð
tikin í býnum La Paz. Hann ber orð fyri at vera eitt satt
bølmenni. Eitt nú sigst, at hann skal hava koyrt líkini av
myrdum kappingarneytum í sýru fyri at upploysa tey.
Meksikanskir fjølmiðlar siga, at handtøkan er ein stórur
sigur fyri Felipe Calderon, forseta, sum hevur sett bæði
løgregluna og herin inn í bardagan ímóti rúsevnaharka
liðunum. Fyri einum mánað síðani bleiv ein annar týðandi
rúsevnabrotsmaður skotin í bardaga við hermenn.