Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. januar 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 10 · 15. januar 2010 9 VIKUSKIFTI Soleiðis metir tú tín maksimalpuls 220 minus tín aldur Pulsurin hjá Álvi roknast t.d. soleiðis: 220 - 48 = 172 er maksimalpulsurin Magni Mohr sigur tó at um ein vil hava eina neyvari máting av maksimala pulsinum skulu skikkaðar testir nýtast, men um tú vilt byrja í dag, kann hetta nýtast við fyrivarni fyri óvissum. Program 3 Kristina 40 ár, og í miðalgóðari venjing. Vektin er sum hon skal, men starvi sum stjóri og mamma at trimum børnum er krevjandi. Hon vil venja, men hevur sera lítla frítíð. Henni hevur altíð dáma væl at renna og svimja. M: 2 min skjót renning, 1 min hvíld, 5 endurtøkur. Pulsur ~90% av maksimala pulsinum. T: Frí. M: 25-50 m skjót svimjing, 45 sek hvíld, x 15-25. Pulsur ~90% av maksimala pulsinum. H: Frí. F: Sum mánadag. L: Frí. S: Frí. Program 2 Álvur 48 ár, er ótrenaður, men spældi nógv fótbólt sum ungur. Hann vil gjarna betra um almennu heilsu støðuna, og hevur nakrar vinmenn, sum eru í somu støðu. Teir hava í felag avgjørt at taka sær tíð til sosiala samveru, har teir eisini kunnu venja. M: Fótbólt á lítlum øki (td. sparkivølli) 3 ímóti 3. 8 dystir á 5 min. 2 min. hvíld ímillum. Pulsur ~85-90% av maksimala pulsinum. T: Frí. (gongur til arbeiðis) M: Innardura hockey í fimleikahøll, 3 ímóti 3. 4 dystir á 10 min. 4 min. hvíld ímillum. Pulsur ~85% av maksimala pulsinum. H: Frí. (gongur til arbeiðis) F: Sum mánadag. L: Frí. S: Renning: 5 min. av miðal skjótari renning (pulsur 85% av maksimala pulsinum), hvíld 3 min ímillum. 4 endurtøkur. Program 3: Vil fyrst og fremst forbetra hjarta og æðra-heilsuna, men vil eisini hava ávirkan á stofskiftis-heilsuna og í minni mun vødda-beinagrindsheilsuna. Program 2: Vil hava stóra jaliga ávirkaná øll trý heilsuøki. mynd: jens kristian vang Tekning: jon tórur einarsson Tekning: jon tórur einarsson Nógvar vælvandar kvinnur vóru við til Kvinnurenningina í august í fjør. Í næstu viku kanst tú lesa um hvussu tú etir rætt