Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. januar 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 10 - 15. januar 2010 Vilja hava broyting Teir seinastu dagarnar hava danskir fjølmiðlar gitt, at Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, fer at umskipa stjórnina. Forsætisráðharrin vísir gitingunum aftur, men um hann lurtar eftir veljarunum, eigur hann at broyta stjórnina. Ein meiningakanning, sum Capacent hevur gjørt, vísir, at 58 prosent vilja hava eina broyting. 22 prosent mæla frá. Kanningin vísir, at næstan helmingurin av veljarunum hjá teimum báðum stjórnarflokkunum vilja hava forsætisráðharran at skifta nakrar av ráðharrunum út. Rentan í botni Avgerðin hjá danska Tjóðbankanum í gjár ar lækka rentuna 0,1 prosentstig kemur í gildi í dag. Sostatt er rentan nú 1,05 prosent. Samstundis hevur Evropeiski Miðbankin sett rentuna í evruøkinum til 1,0 prosent. Tað merkir, at rentuspennið ímillum ta donsku rentuna og evrurentuna er komið niður á 0,05 prosentstig. So lítið hevur tað ikki verið fyrr, og danskir greinarar siga, at tað er ikki óhugsandi, at danska rentan og evrurentan verða tann sama . Tá búskaparkreppan leikaði harðast á, var rentuspennið millum donsku rentuna og evrurentuna 1,75 prosentstig. 53 ára gamli klaks­ víkingurin Páll Rasmussen, sum politiið eftirlýsti í útvarpinum hós­ kvøldið, varð í nátt funnin deyður Vanlukka Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Páll Rasmussen varð sein­ ast sæddur í Klaksvík miku­ kvøldið umleið klokkan 22, og tá ið hann ikki hevði latið frætt frá sær dagin eftir, vendu tey avvarðandi sær til politiið. Fyrst spurdi politiið eftir honum hjá vinmonum hans­ ara, men eingin hevði sæð hann. Hóskvøldið fóru nøkur av sínum eintingum at leita, og nakað eftir midnátt var ætlanin at seta eina størri skipaða leiting í verk. Men tá komu boð um, at hann varð funnin deyður í munnanum á Ósánni, upplýsir politiið í Klaksvík. Tey avvarðandi hava fing­ ið boð. Funnin deyður Ólavur Rasmussen verður loystur úr starvi sum prestur í Hvalba frá 1. februar, og semjan við bisp tryggjar honum løn í trý ár Prestaósemja Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Umsíðir nærkast endin at drúgva stríðnum um presta­ starvið í Hvalba, tí nú er semja gjørd millum Føroya biskup, Jógvan Fríðriksson, vegna Mentamálaráðið, og Ólav Rasmussen, prest, um, at hann verður loystur úr em­ bætinum sum prestur í Hval­ ba frá 1. februar at rokna. Kirkjuliðið í Hvalba hev­ ur seinasta árið fleiri ferir gjørt kirkjumyndugleikun­ um greitt, at tey ikki vildu hava Ólav Rasmussen, sum hevur verið í farloyvi, aftur, og at teirra vón var, at avloysari hansara, Símun P. Jacobsen, slapp at halda fram. Biskupur átók sær fyrst í desember at gra uppskot til semju, og í dag varð enda­ liga semjan gjørd. Semjan merkir, at Ólavur Rasmussen ikki kemur aft­ ur í starvið, men hann fær løn í trý ár. Treytin er tó, at fær hann hesi árini aðra løn frá tí almenna, verður hon mótroknað. Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna viðgong­ ur, at hetta málið hevur drigið út, men hon sigur, at tað var ikki fyrr enn í nov­ ember­desember at gera hesa semjuna. Tástaðni kom dokumentasjón fyri, at grundarlag var fyri at loysa Ólav Rasmussen úr starvi. Kundu ikki gera nakað fyrr ­ Tað ber ikki til at koyra ein prest frá uttan at vita, hvat bagir, sigur Helena Dam á Neystabø. Hon vil ikki koma inn á grundgevingarnar og umber seg við, at tann parturin av málinum er starvsfólkamál. So leingi eingin semja var gjørd, hevði Ólavur Ras­ mussen fullan rætt til at koma aftur í starv sítt, tá ið farloyvið var úti, sigur Hel­ ena Dam á Neystabø, sum fegnast um, at málið nú er loyst í sátt og semju. Í so seint Tað er Niklas Sigurstein, formaður í kirkjuráðnum í Hvalba eisini. ­ Men hetta var nóg so seint, og eg seti stórt spurnar­ tekn við viðgerðina av mál­ inum. Tað hevur einki við Ólav Rasmussen at gera. ­ Hví kundi semjan ikki gerast fyrr, tá ið málið nú knappliga kundi loysast eft­ ir stuttari tíð? sigur Niklas Sigurstein. Hann heldur, at tað hevði verið nógv virðiligari fyri allar partar, um málið varð loyst beinanvegin. Nú angr­ ar hann, at tey ikki trýstu meira á beinanvegin fyri at fáa eina loysn, hvat tað so hevði kostað. Tað hevði eisini havt tann fyrimun, at so hevði avloysarin hjá Ólavi Rasmussen, Símun P. Jacobsen, havt møguleikan at søkt starvið. Nú fær hann starv sum prestur í Sjóar prestagjaldi, har hann verð­ ur innsettur sunnudagin. Kallið í Hvalba verður lýst leyst sum skjótast. Tað eydnaðist ikki at fáa at vita í dag frá stiftsstjórnini, um farið verður at leita eftir avloysara fyri prest í Hvalba komandi mánaðirnar, ella um hvalbingar og sandvík­ ingar mugu liva við ongum presti, til starvið verður sett. Pedagogfelagið skal hava nýggjan formann, nú Jarvin Feilberg Hansen, sum í seks ár hevur verið formaður, hevur gjørt av ikki at stilla uppaftur FakFelag Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Jarvin Feilberg Hansen, sum seinastu seks árini hev­ ur verið formaður í Føroya Pedagogfelag, hevur gjørt av, at hann stillar ikki upp aftur. Tað er í góðum, at hann leggur frá sær. ­ Hetta hava verið nøkur áhugaverd, spennandi og lærurík ár, sigur Jarvin Feilberg Hansen. Hann er fakfelagsmaður um ein hálsog útilokar ikki, at hann ikki fer at royna seg eina aðra ferð. Hesi árini hevur hann havt farloyvi úr starvi sín­ um í Nærverkinum, og tá ið farloyvið hansara gong­ ur út 1. apríl, byrjar hann aftur í starvinum sum leið­ ari á sambýlinum á Bónda­ vegi 14 í Havn. Jarvin Feilberg Hansen hevur boðað álitisfólkun­ um og nevndini í Pedagog­ felagnum frá, at hann ikki stillar upp aftur. Freistin at stilla upp til formann í Pedagogfelag­ num er 1. februar. Enn er einki komið fram um, hvør kundi hugsað sær at tikið við sum formaður í Føroya Pedagogfelag. Aðalfundurin verður 30. mars. Jarvin gevst sum formaður Jarvin Feilberg Hansen fer nú frá sum formaður í Føroya Pedagogfelag Fær løn í trý ár Ólavur Rasmussen fer ikki aftur í Leirar, men semjan tryggjar honum løn í trý ár Her í munnanum á Ósánni varð maðurin funnin deyður Mynd: Norðlýsið, John William Joensen