Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. januar 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 10 · 15. januar 2010 8 VIKUSKIFTI Venjing Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo Januar er besti mánaði hjá øllum fyri­ tøkum, ið hava við vekt og venjing at gera. Tað er nú, vit vilja broyta livi­ hátt. Tilboðini eru nógv frá venjingar­ miðstøðum, kvøldskúlum og ítróttar­ feløgum, men hóast hetta venja nógv alt ov sjáldan. Aftrat tí, at tey flestu eta ov nógvan og feitan mat, ger tað, at fiti og aðrar lívstílssjúkur eru ein støðugt vaksandi trupulleiki í vesturheiminum. – Um ein vil tapa feitt, gongur tað skjót ari, um ein broytur matvanarnar enn bara byrjar at venja, sigur Magni Mohr. Kanska eitt sindur løgið at hoyra frá ítróttarprofetinum sjálvum, men Magni váttar, at kostbroytingar eru effektiv ari enn bara venjing, tá ein skal tapa seg. Hinvegin er yvirvekt bert ein tættur av einum breiðum heilsuhugtaki. – Tað krevst eitt stórt arbeiði av tí einstaka um ein bara vil tapa seg við at venja. Best er um kostbroytingar og venj ing ganga hond í hond. Stutt sagt ræð ur tað bara um at orkunýtslan er størri enn orkuinntøkan, so einfalt er tað. Feitt er til dømis sera orkuríkt, og lítil niður skurður í feittinntøkuni sam an við rættari venjing er optimalt, greið ur Magni Mohr frá. Venjing er tó besti máti at fáa betri heilsu, men her ræður um at venja rætt, um mest skal fáast burturúr. Bólkaítróttur Magni heldur sjálvur at bólkaítróttur er tann besti, um ein skal halda áfram leingi. – Kanningar eru gjørdar við fólki, sum byrjaðu at renna, og fólki, sum byrj aðu at spæla okkurt bóltaspæl. Úrs­ litið var, at tey, ið gjørdu nakað sam­ an, hildu á fram nógv longri enn hini, greiður hann frá. Samstundis mettu tey í bólkaítróttini eisini, at sosiali vinningurin var nógv størri enn hjá rennarunum. At íðka ein ítrótt, einum dámar væl, og fara út við einum smíli er ofta tað, sum avger um venj ingin verður løtuverk ella ein fastur partur av lívinum. Intervallvenjing Magni Mohr hevur gjørt nógvar kann ingar av hvussu venjing ávirkar kroppin. Eitt av tí, sum nýliga er komið fram er, hvussu góð sokallað intervallvenjing er – eisini tá talan er um heilsu. Inter­ vallvenjing er, tá ein kýtur seg í eina lítla løtu, og síðani tekur tað róligt, og síð ani endurtekur hetta fleiri ferðir. – Mangan er slík venjing í einar 20 minuttir betri, enn at fara út og renna í ein tíma ella tveir, sigur Magni. Men tað ræður um at velja ein venjingarhátt, ið passar til lyndi og dagligdagin hjá tí einstaka. Her niðanfyri fáa tit tríggjar venj­ ingarskráir, ið hóska til tríggjar ymiskar persónar. Vónandi finnur tú onkra, ið passar til tín tørv. Tey trý ymisku pro­ grammini hava ymiska ávirkan á heils una. Jólini eru farin afturum, og dunnan og karamellurnar sita eftir – rundan um miðJuna á tær. nýggJárslyftið hJá nógvum er at tapa nøkur kilo og fáa betri heilsu. MagnI Mohr, ið er fremsti venJingarserfrøðingur í føroyum, hevur gJørt tríggJar venIngarskráIr fyri vikuskifti Ven teg frísKan og klænan VenjIng PrograM 1 Karin 45 ár, er sera ótrena, og hevur viga alt ov nógv síðan børnini vóru fødd og dámar væl at ganga og hevur góða tíð. hon vil fyrst og fremst minka munandi um kropsfeitti. M: Ganga og renna skiftisvís í 60 min. Miðalpulsur ~70% av maksimala pulsinum. T: Frí. (gongur til arbeiðis) M: Ganga skjótt í 45 min. Renna 15 min. við miðalferð (~80% av maksimal pulsinum) H: Frí. (gongur til arbeiðis) F: Ganga róligt í 90 min. L: Frí. S: Renna 5 min (pulsur 80% av maksimala pulsinum) og ganga skjótt 5 min – 5 endurtøkur trý sløg av heilsu Magni Mohr býtur heilsuna upp í trý ymisk øki: • Stofskiftis-heilsa • Hjarta og æðra-heilsa • Vødda og beinagrinds-heilsa Program 1: vil fyrst og fremst betra stofskiftis-heilsu og í lítlan mun hjarta og æðra-heilsu og vødda-beinagrindsheilsu. TeknIng: jon tórur einarsson