fríggjadagur 15. januar 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 10 - 15. januar 2010
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Ræðuleikin á Haiti
Náttúruvanlukkur eru afturvendandi og
gerandishendingar kring alla jørðina.
Summi øki eru meira rakt enn onnur. Og
náttúru vanlukkur kunnu vera so nógv,
alt frá jarðskjálvtum til goysandi vulkanir.
Gjøgnum søguna hjá mannaættini hava
hesar náttúruvanlukkur herjað jørðina, og
so leingi jørðin er til fara vit at verða rakt av
hesum vanlukkum, nøkur øki verri og onnur
minni.
Eitt av økjunum, sum higartil er slopp ið
undan teimum herviligu náttúruvanlukk-
unum er oyggjalandið Haiti. Til fyri nøkr-
um fáum døgum síðani. Tá varð landið
eftir fáum sekundum rakt av einum tí
hervi ligasta jarðskjálvtanum í søguni, og
í skrivandi løtu vita vit ikki, hvussu mong
manna lív hesin jarðskjálvti hevur kravt.
Onkur sigur 50.000 mannalív, onkur annar
sigur fleiri hundraðtúsund.
Høvuðsstaðurin er nærum lagdur fullkomi-
liga í oyði. Har búðu tvær milliónir fólk.
Úr øllum heiminum kemur hjálp til Haiti,
men trupulleikin hevur higartil verið
tann, at tað hevur verið so torført at fáa
hjálpina til tey neyðstøddu, her ikki minst
tí, at flogvøllurin eisini varð raktur av
skjálvtanum.
Eisini úr Føroyum fer neyðhjálp til Haiti.
Landssstýrið hevur gjørt av at lata 150.000
kr., og hjá tí virkna felagsskapinum Reyða
Krossi arbeiða tey dag sum nátt at savna
inn pengar til tey neyðstøddu. Øll hava vit
møguleikan at stuðla, og tað skal vera vón
okkara, at allir føroyingar geva sín stuðul.
Um hann so bara er ein hundraðkrónuseðil,
so munar tað.
Við hesum orðum fara tankar okkara til
tey, sum hava mist, og tað skal vera vón
okkara, at so mong til ber verða bjargað,
tí enn liggja túsundtals fólk livandi undir
húsaleivdunum.
Men tað kemur so eisini ein dagur aftaná,
og her verður hjálpin eisini av stórum
týdningi, eisini hjálpin úr Føroyum.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Finnbjørg
Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Svein Rógvi Nielsen Ljósstein
sveinrogvi@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Kor fiskimanna skulu
betrast, og hetta skal gerast
í sáttmálasamráðingum og
við at varðveita og út
byggja lógarfestar skipanir.
Tað hevur í longri tíð
verið eitt miðvíst trýst á
inntøkutrygdina og sjó
mannaskattin. Fiskimað
urin hevur verið fyri hørð
um ágangi frá nógvum
síðum. Tað tykist sum, at
fleiri í politisku skipanin
kappast um at koma við
uppskotum, sum kunnu
gera korini hjá fiski manna
familjunum munandi verri.
Vit sóu í uppskotinum til
fíggjarlóg fyri í ár, at játt
anin til minstulønina var
als ikki nevnd í uppskot
inum, og í august í fjør var
játtanin til minstuløn uppi.
Tíbetur var hetta fingið
upp á pláss.
Útsagnirnar eru, at sjó
mannaskatturin og minsta
lønin skal takast av. Lat
meg bara gera tað heilt
greitt, at tað verður ikki
við mær sum formanni, at
hetta fer at henda. Eg veit,
at í hesum máli fara vit at
standa saman sum ein
maður. Felagið hevur fyrr
verið í ógvusligum orrust
um, og tað skulu vit ikki
smæðast at endurtaka um
neyðugt.
Betra kor fiskimanna
Eg vildi ynskt, at landsins
myndugleikar vendu sær til
okkara við spurninginum,
hvussu vit í felag kunnu
betra kor fiskimanna. Tað
tykist, sum at øll halda, at
sjófólk eru slík, sum for
vinna milliónir og liva í sús
og dús. Hetta er bara langt
frá tí veruleika, sum eg
upplivi hann.
Vit kunnu eisini bara
hyggja eftir hagtølunum
fyri at staðfesta, at inntøk
urnar hjá nógvum av
limum okkara í løtuni ikki
eru stórt meir enn
minstalønin. Og tað vita
vit, at av minstuløn livur
ongin eina greivatilveru –
tvørturímóti.
Kor fiskimanna skulu
betrast, og hetta skal gerast
bæði við
sáttmálasamráðingum
umframt at varðveita og
útbyggja nakrar lógarfestar
skipanir.
Inntøkutrygd og skattur
JAN
HøJgAArd
Nú stórur ágangur er á
lands stýriskvinnuna í
al mannamálum og sam
gonguna annars fyri ávísar
ófantaligar spariætlanir, so
roynir Tjóðveldi at halda
seg í fremstu røð. Høgni
skrivar. Og krúnprinsessan,
Annita. Og ein av fornu
røddunum, sjálvur Jógvan
Arge. Drúgvar greinar, øll
um tað sama. Men tað er
ikki nóg mikið. Tí tann
sera skrivingarsama Berg
tóra Høgnadóttir Joensen
vil eisini ríða við í kapp
ingini um nøkur parta
politisk poeng í hesi fólks
ligu mótmælisalduni.
Í síni grein nevnir Berg
tóra m.a. hesi ”inntriv í
gerandisdagin hjá pensjon
istum”:
”Møguleikin hjá pen
sjonistum at fáa stuðul
til vitaminir og kost
ískoyti er tikin burtur”
”Egingjaldið til heilivág
er hækkað”
”Stuðul til heilivág er
skerdur”.
Eg eri samdur í, at hetta
vóru alt negativar broyt
ingar, sum blivu framdar í
desember 2008, og sum
elvdu til stóran ruðuleika á
stuðulsøkinum fyri heili
vág, og fyri nógvar brúk
arar førdi tað eisini til
ógvisliga dýrkan av teirra
neyðuga dagliga heilivági.
Men Bergtóra eigur at
vita – og fegnast um at
beint fyri jól samtykti løg
tingið einmælt nýggju lóg
ina um Heilsutrygd, har ein
hornasteinur er nýggja
tilskotsskipanin fyri
heilivág, sum kemur í gildi
nú 1. apríl.
Tá henda hesar
broytingar:
At stuðulin til heilivág
verður hækkaður so
nógv, at egingjaldið hjá
pensjonistum, børnum og
varandi sjúkum verður
sett so langt niður, at
ongin teirra kemur at
gjalda meir enn 1195 kr
um árið – svarandi til
knappliga 100 kr. um
mánaðin!
At egingjaldið hjá øllum
øðrum brúkarum av
heilivági í mesta lagi
verður 1600 kr um árið,
svarandi til 133 kr. um
mánaðin!
At pensjonistar fáa
lógarfestan rætt til stuðul
til vitaminir, kostískoyti
o.t. heiliráð.
Hetta eru jú stórfingnar
broytingar, sum koma í
gildi um hálvantriðja mán
að. Vit eiga at fegnast um,
at tað á slíkan fyri myndar
liga hátt ber til at rætta
uppaftur upp á avgerðir,
sum ikki vístu seg at vera
rættar men tvørturímóti.
Spariætlaninar hjá lands
stýriskvinnuni á almanna
málum, sum so harðlig
mótmæli hava verið ímóti í
seinastuni, verða tikin upp
á landsstýrisfundi mána
dagin. Eg ivist ikki í, at
landsstýrið tá fer at taka
eina ábyrgdarfulla støðu í
málinum.
Eisini Bergtóra vil ríða á mótmælisalduni
- men hví bara nevna hálva sannleikan?
løgtingsmaður
HANS PAULI
StrøM