fríggjadagur 15. januar 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 10 · 15. januar 2010
12
VIKUSKIFTI
Hvat er tað fyrsta tú minnist?
Eg minnist millum annað, tá fyrsta
elperan tendraði á Kjalnesi í 1953.
Hvat minnist
tú best frá
skúlatíðini?
At vit roknaðu
fer- og rúmrøtur
við hond í barna-
skúlanum í
Kolla firði hjá
Djurholmi.
Hvussu ert tú sum bilførari?
Eg eri ein góður bilførari, sum
stundum hevur skund.
Hvat ger teg bangnan?
Lívshóttandi støður.
Hvussu nógv tjenar tú um mánaðin?
Umleið 40.000 krónur.
Hvør er tín yndisdessert?
Har eru fleiri. Men sitrónfromasja
er serliga góð.
Hvar/nær hevði tú viljað verið
ein fluga á vegginum?
Nei, eg havi onki ynski tann vegin.
Fortel um tín fyrsta muss:
Hann fekk eg frá mammu míni 9. juli 1950.
Hvat sigur tú, tá næmingar
verða sendir inn til stjóran?
Eg sigi teimum orsøkina til prátið og lurti
væl eftir teirra frágreiðingum. Orðaskifti
og avtali við teir um veruleikakent
mennandi framhald í skúlagongdini.
Hvat er flóvisligt?
At verða mintur á tað sjálvsagda.
Hava tú og frúan felagsøkonomi?
Ja.
Hvør jólakaramella er best?
Tær í blákollutu bjálvingini.
Hvørjum
hevur tú ein
veikleika fyri?
Góðum mati
og strongdum
støðum.
Hvat ert tú
glaðast fyri,
við tíni egnu
útsjónd?
Nøgdur við
heildarstøðuna.
Hvør núlivandi føroyingur
er ordiliga kulur?
Kulur - so meinar tú ung fólk, giti eg. Kundi
nevnt fleiri av okkara næmingum, men taki
kortini tveir burturúr fyri serliga djúphugsið,
dúgligt og miðvíst arbeiði: Helgi Ziska,
altjóða meistari í talvi, og Mattias Kapnas,
klaversnillingur, sum báðir tóku víðkað
fólkaskúlaprógv í Kommunuskúlanum í 2007.
Hanus Joensen, skúlastJóri
Skúlastjórin, sum
elskar sitrónfromasju
lagt tIl rættIs: Rigmor Dam
Fakta hanus joensen
Navn: Hanus Joensen
Aldur: 59 ár
Heimstaður: Tórshavn
Yrki: Skúlastjóri
Familja: Giftur við Brynhild Mohr Joensen,
og børnini eru Anna Mohr Holm, Heini
Hanusarson og Tummas Pauli Hanusarson.
mynd: JENs KrisTiAN vANG