Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. januar 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 - 15. januar 2010 13 Viðv.: Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um heima­ hjálp, og uppskot til kunngerð um gjøld fyri heimahjálp Hoyringsfreist Í Telduposti dagfestur 4 januar 2010, verða oman­ fyrinevndu uppskot send felagnum til hoyringar. Hoyringsfreistin er 14 januar. Felagið vil gera vart við, at ein hoyringsfreist uppá 10 dagar, er alt ov stutt. Føroya Kommunufelag mótmælir at Landsstýrið áhaldandi ger seg inn fólka ræðið við alt ov stutt­ um hoyringsfreistum. Viðmerkingar til Uppskotið Felagið vil gera vart við at sambýlini eru ogn komm­ unurnar, og at tey sum búgva á sambýlum eru at meta sum heimabúgvandi. Kommunurnar hava hildið útreiðslurnar fyri íløgurnar í sambýlini, og kommunurnar halda út ­ reiðslurnar fyri allan rakstur og viðlíkahald av bygningunum, umframt fyri dagliga húsarhaldi á sambýlinum. Harumframt hava Kommunurnar hildu útreiðslurnar fyri náttar­ vaktina. Fyri hesa tænastu, hava búgvandi á sambýlum gold ið leigu. Men síðani einaferð seinast í 80 inum hevur leigan á sambýlinum verði nærum óbroytt, góðar 3000 kr. fyri støk, og góðar 2000 kr. fyri hjún. Leigan er ásett av almannaráðnum Seinastu nógvu árini hevur kommunufelagið ferð eftir ferð gjørt vart við at leigan á sambýlum er ov lág. At húsaleigan als ikki svarar til veruligu útreiðsl­ urnar hjá kommununum. Men áheitanin um at hækka leiguna hevur ikki verið góðtikin av Almanna­ ráðnum. Í einum ætlar almanna­ ráðið nú, at leggja eitt eykagjald á 2000 kr. fyri hvønn einstakan sum býr sambýli. Alt gjaldið er ætla at fella i Landskassan. Óbeinleiðis hevur hetta við sær, at tað neyvan verður rúm fyri at hækka leiguna á sambýlinum komandi nógvu árini. Tað er eisini óhoyrt, at almannaráðið kemur við einum uppskotið sum hevur so víðfevndar avleiðingar fyri ein sam­ felagsbólk, uttan at nakrar grundgevingar ella viðmerkingar fylgja við uppskotinum. Kommunurnar kunna ikki góðtaka at eldraøkið verður vanstýrt á henda hátt. Føroya Kommunufelag mælir til at uppskotið verður tikið aftur, og at almannaráðið heldur ásetur eina rímiliga hækking av húsaleiguni á sambýlinum yvir nøkur ár. At enda vil Føroya Komm unufelag enn eina­ ferð mæla til, at farið verð­ ur undir at samskipa eldra­ økið, og gera neyðugu fyrireikingar til at fáa økið lagt út til kommunurnar at umsita. Føroya Kommunufelag Asbjørn Djurhuus Formaður Eyðun Christiansen Ráðgevi viðmerkingar Ein einføld umprioritering á almenna budgettinum loysir sjálvskapta trupul­ leikan hjá ABC­samgong­ uni, sum ikki kann forsvara at knokkroyta pensionistar. Lat Uttanríkisráðið spara pengarnar í staðin. So er trupulleikin úti av verðini. Politiski sjónleikurin, ið verður spældur í Føroyum í løtuni, er ikki til at halda út at hyggja at. Hetta, at pensionistar skulu knokkroytast, tí ABC­samgongan ikki dug­ ur at prioritera á almenna budgettinum, er fullkomi­ liga burturvið og eigur ikki at koma fyri. Allir ABC­flokkarnir fóru til val upp á at fjálga um bleytu virðini, og tí kann ongin av flokkunum í samgonguni leggja navn til tað, sum fer fram í hesum døgum. Lat Uttanríkisráðið bera sparingina Tí fari eg at skjóta upp fyri leiðsluni í ABC­samgong­ uni, at ein einføld um ­ prioritering verður gjørd. Í øllum sínum einfaldni ber uppskotið í sær, at peng arnir, sum eru í upp­ skoti at taka inn frá pen­ sionistum, í staðin verða spardir hjá Uttanríkis­ ráðnum. So er trupulleikin loystur. Uttanríkisráðið hevur lítið og onki av úrslitum at vísa á, hóast játtanin er munandi hækkað, og hóast hon meira ella minni fer til at spæla sær við. Fremja umfatandi broytingar nú Samgongan eigur ikki at steðga har. Í løtuni fossa pengar úr landskassanum, og tí má ABC­samgongan taka sær um reiggj og fremja veruligar og varandi broytingar. Vit skulu hava búskapar­ ligan stabilitet, og hann fæst, um Tingið og Lands­ stýrið fokusera á at skapa fleiri inntøkur, samstundis sum útreiðslurnar verða skerdar, og neyðugar broytingar verða gjørdar í okkara samfelag. Uppskriftin er góður sambandspolitikkur, royndur í verkið og sum byggir á sunna fornuft. Orðatakið sigur, at “frá høvdinum skal tú hvalin skera”. Tað ber í sær, at vit skulu bera okkum at við skili, taka tað frá røttum enda, hóast vit nú hava stóran skund. 10 ítøkilig tiltøk Okkara leistur er, at vit skulu hava meira fyri minni, og her eru 10 tiltøk, ið eiga at verða framd sum skjótast: 1. Niður í seks aðalráð Landsstýrið skal vísa vegin við at spara og rationali­ sera á teimum røttu støðunum. Trý aðalráð skulu skerast burtur, um sitingin skal trimmast, og broytingarnar í máls­ økjum kunnu t.d. verða hesar: • Løgmaður yvirtekur málsøkini hjá lands­ stýrismanninum við uttanríkismálum, hvørs aðalráð verður niðurlagt • Vinnu- og fiskivinnumál verða løgd saman undir einum aðalráð • Innlendismál og heilsu- mál fara saman í eitt aðalráð 2. Ítøkilig ætlan skal minka hallið Landsstýrið skal fylgja tilráðingini frá Búskapar­ ráðnum um at leggja eina miðvísa ætlan við ítøki­ ligum málum fyri, hvussu almenna hallið skal fáast burtur eftir fáum árum. 3. Ríkisveitingin skal tiðnast Fastfrystingin av Ríkis­ veitingini skal halda uppat. Tað gevur her og nú at gongd til pengar, ið Føroyar sum ríkispartur hava rætt til. 4. Yvirtøkusteðgur Allar yvirtøkur – eisini tær sonevnt “útreiðsluneutralu” – skulu steðga. Allar yvirtøkur 10 ár aftur í tíðina skulu kannast og fáast at virka. 5. Veruligur Europa­ politikkur á dagsskrá Á uttanlandsøkinum skal løgmaður tryggja, at Føroyar reka ein veruligan Europapolitikk uttan misskilta EFTA­leistin. Vit skulu vita ítøkiliga, hvørjar treytir eru fyri, at Føroyar kunnu gerast partur av Europasamveldinum. Slepst væl inn um ES­garðin, fáa okkara fyri­ tøkur nýggjar møguleikar at vinna pening heim til Føroya. 6. Gransking skal geva meira uppisjóvarfisk Havstovan skal fáa til uppgávu at prógva vís­ indaliga, um uppisjóvar­ fiskur – sild, makrelur og svartkjaftur – etur seg feitan á føroyskum havøki. Vísindaliga prógvið skal brúkast í fiskivinnu sam­ ráðingum og vinna okkum størri part og inntøkur av uppsjóvarfiskinum. 7. Nýggj fiskivinnu­ strategi Nógvir møguleikar eru at vinna meira pening í fiskivinnuni. Landsstýrið skal tryggja eina nýggja strategi bæði fyri fjar­ og nærleiðir, sum eisini tilførur fiskivinnuni á landi rávøru. Mál skal setast fyri, hvussu vit gagnnýta fiskastovnar, reka fiski­ vinnu og verja okkara rætt. 8. Kommunur leggjast saman Nú er nokk tosað. Komm­ unur, ið ikki sjálvar fara upp í størri kommunalar eindir, skulu við lóg leggjast saman við øðrum.. Stóru eindirnar skulu gerast uppaftur størri. Neyvan eiga kommunurnar at vera fleiri enn fimm í tali. Landið skal skipast í kraftdeplar, ið geva effektivar synergiir, ikki minst fíggjarliga. 9. Eitt sjúkrahús til øll Øll trý sjúkrahúsini í Føroyum skulu undir ein og sama hatt. Síðani skulu tey rationaliserast og trimmast, og allar óneyð­ ugar og dýrkandi dupult­ funktiónir skulu skerast burtur. 10. Undirvísing í kraftdeplar Alt undirvísingarverkið skal miðsavnast og leggjast í kraftdeplar, har tað ber í sær, at útreiðslurnar fella, samstundis sum lærara­ kreftir verða betur brúktar, og lærustøðið hækkar. Reka veruligan politikk Yvirlitið omanfyri vísir, at ABC­landsstýrið hevur góðar møguleikar at fremja effektivar broytingar, ið kunnu vera við til at venda gondini, so samfelagið fær størri inntøkur, og búskapurin gerst meira burðardyggur og haldførur. Vit síggja í hesum døgum, at húsarhaldini gera alt tað, tey eru ment, fyri at fáa fíggjaligu endar­ nar at røkka saman. Tað er eisini sjónligt, at privatar fyritøkur stríðast fyri at yvirliva. Landsstýrið kann ikki loyva sær at halda fram, sum um onki er hent ella broytt. Farast skal ígjøg­ num alt samfelagið og tann almenna geiran. Her skal rationaliserast, sparast og trimmast. Summi halda, at einasta tilveruorsøk hjá Lands­ stýrinum er at fáa búskap­ arligt og fíggjarligt skil á hetta landið. Tey hava rætt. Men lat pensionistarnar hava frið! Hvar er Robin Hood, nú tørvur er á honum? Føroyingar líða undir klassiskum ríkmannaveldi (plutocracy). Tey, sum eru væl fyri peningaliga, stýra eisini landinum. Hetta nýtist ikki at vera nakað ringt, men tað er tað í dag ­ tað sæst týðiliga á nýggju fíggjarætlanini. Eitt nógv nýtt brot úr "The Gettysburg Address" hjá Abraham Lincoln ljóðar soleiðis: "…and that government of the people, by the people, for the people, shall not perish..." Altso: "…og ein stjórn av fólkinum, myndað av fólkinum, fyri fólkið, skal ikki týnast…". Eftir nýggju fíggjarætlanini kunnu vit av røttum siga: Ein stjórn av vælhavandi, mynda av teimum vælhavandi, fyri tey vælhavandi ­ og slík stjórn má týnast. Robin Hood manglar Hvar er Robin Hood, nú vit hava brúk fyri honum? Onkur má javna út, soleiðis, at tey, sum eru væl fyri peningaliga, gjalda sín part, sum eyðsínt má vera størri enn hjá teimum gomlu og veiku og teimum barnafamiljum, sum hava ovmikið av útreiðslum. Ongin Robin Hood er í Jóanesi Eidesgaard, og í Javnaðarflokkinum eru sanniliga ongir Merry men of Sherwood. Tosa um at javna út, hvussu kann Javnaðarflokk urin vera ein partur av hesi fíggjarætlan? Ja enntá hava sjálvan flokksformannin, í sessinum sum landstýrismaður í fíggjarmálum? Óskilligt! Um hetta ikki fær avleiðingar fyri Javnaðarflokkin, so skilji eg ikki javnaðarfólk ­ og mæli til, at javnaðarfólk endurskoða týdningin av heitinum "javnaðarfólk" og "javnaðarflokkur". Ein rósa hevur eisini tornur Eg kann ikki minnast meg hava sæð ein politikara vera so kroystan, sum Rósa Samuelsen var í Degi og viku mánadagin 11. januar. Gott tað sama, tí tað hevði hon væl uppiborið at vera. Kenni ikki Rósu persónliga, men eg meini, at tað vóru týðilig tekin um samvitskubit í hennara andlitsbrá. Hon visti væl, at hon eg hennara samgongufólk høvdu framt eina dáragerð ímóti teimum gomlu í samfelganum. Spurningurin er bara: leggja hesi fólk nakað í tað, ella eru tey stórt sæð líkasæl? Eg eftirlýsi æru, álit og árin Løgmaður, sum er kendur fyri orðini: "…og tey gomle", sum er ein samfelagsbólkur, hann vildi arbeiða til frama fyri. Syndarligt, sum hesir politikarar nýta orð, sum um tey ongan týdning hava og ongar fylgjur hava. Politikararnir í samgonguni kundi nýtt gott av at verið endurmentir í hesum riddaraligu virðunum: Dirvi ­ hóast trýst, at tora at standa við tað, tú hevur lovað og sagt. Æru ­ at raðfesta boð samvitskunar fyrst. Rættvísi ­ taka røttu avgerðina, hóast mótgang, illvilja og fíggindskap. Eg skilji væl, at Magni Laksafoss ikki vildi seta sína undirskrift á eitt skjal, sum hann yvirhøvur ikki kundi taka undir við. Summir persónar skifta meining sambært flokkinum, aðrir varðveita sína meining og mugu skifta flokk ­ ella verða útistoyttir. Magni er ein maður við vit, skyn og æru, og hann stendur við sína sannføring, og lítur á sítt skil, sínar kenslur og sína samvitsku. Well done Magni. Púra óneyðugt at knokkroyta pensionistar løgtings- og fólka- tings maður Edmund JoEnsEn Hósvík dávid isfEld Leggið eldraøkið út til kommunurnar