Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. januar 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 10 · 15. januar 2010 13 VIKUSKIFTI Hvørt afturlatið eygað svevur ikki - og øll opin eygu síggja ikki. Bill Cosby amerikanskur sjónleikari 10 tIng um ROBBIE WILLIAmS Sjarmerandi og løgin Hann telist millum størstu poppstjørnur í Bretlandi, men lívið Hjá robbie Williams Hevur ikki Bert verið ein dansur á rósum. tá ið Hann var tríggjar dagar gamal, rýmdi pápin frá familjuni ÓlUVa ZacharIassen hevur IKKI Tol TIl SjónvarpSrøðIr og leSIr FleIrI bøKur enn bløð. miðlarnir Og Eg lagt tIl rættIs: eyðun Klakstein lagt tIl rættIs: Inna Törnroos í nýggja táttinum siga kendir og ókendir persónar frá síni miðlanýtslu. robert peter Williams var føddur í Stoke-on-Trent og er 35 ára gamal. hann og systurin Sally búðu hjá mammuni, men pápi hansara rýmdi, tá ið hann var bert tríggjar dagar gamal. Yrkisleiðin sum tónleikari byrjaði longu, tá ið hann var 16 ára gamal. gjøgnumbrotið fekk robbie Williams í dreingjabólkinum Take That, men í 1995 fór hann úr bólkinum eftir ósemjur við umboðsfólk og aðrar limir í bólkinum. Seinnu árini hevur robbie brúkt nógva tíð í los angeles, og hann sigur seg njóta friðin har, tí hann er ikki so kendur har á leið. Í Fjør keypti hann sær eini stór hús í Wiltshire í onglandi. eftir at robbie Williams fór burtur úr Take That hevur hann staðið seg sera væl sum solistur. higartil hevur hann givið átta studiofløgur umframt savnsfløgur út. Størsta hittið hjá robbie er sangurin angels, sum hevði stóra sølu við sær av útgávuni life Thru a lens. Útgávan seldi einar tríggjar milliónir eintøk bara í europa. robbie Williams hevur verið settur í samband við misnýtslu av rúsevnum, heiligvági og orkudrykkinum lucozade, og tað verður sagt, at hann roykir upp í 60 sigarettir um dagin. hann hevur stóran áhuga fyri uFo, og hann brúkti fitt av tíð til hendan áhuga, tá ið hann fyri tveimum árum síðani tók sær frí frá tónleiki. hann sigur, at hann fleiri ferðir hevur sæð uFo – fyrstu ferð sum smádrongur í bretlandi. Í fjør metti sunday times rich list, at robbie Willams var góður fyri slakar 700 milliónir krónur – og tað var munandi minni enn árið fyri. 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 Mítt blað Dimmalætting, Sosialurin, Norðlýsið og Weekendavisen. Restin á internetinum. Mín heIMasíða Surfi á eini ørgrynnu av heimasíðum at leita eftir tíðindum og hugskotum. Til dømis dagensmedicin.dk, cnn.com, sermitsiaq. gl, aftenposten.no, kristeligtdagblad.dk, kringvarp.fo, portal.fo, dimma.fo, nordlysid.fo, vagaportal.fo og sudurras.fo. Haraftrat heimasíður hjá føroyskum kommunum, aðalráðum og fyritøkum. Mín tÓnleIKUr Næstan allur tónleikur. Veldst um lagið og umstøðurnar: The Well hjá Crawling Blue hart frá í bilinum. Páll Finnur Páll, tá børnini ikki eru í bilinum … ABBA á dansigólvinum. Afzelius, mozart og Hanus Johansen afturvið einum temunni. Og alskyns popputur tónleikur til rennitúrarnar. Jazz og einstáttað techno kann eg bert halda út, um eg fái eina góða søgu um, hví júst hetta lagið/tónleikarin er áhugaverdur. Mítt sosIala netVerK Facebook Mín dVd Har ráða børnini, og tí eru tað mest barnafilmar í løtuni. Mítt MagasIn Eri meira til bøkur og tíðindabløð, men lesi onkuntíð I Form og Alt for Damerne. Mín sjÓnVarpsrøð Eri ov ótolin til sjónvarpsrøðir. Orki ikki at brúka 10 sunnukvøld frammanfyri skýggjanum at finna útav, hvør var mordarin… Mín bÓK Beint nú »Knivens æg« eftir Abraham Verghese og »Interview« hjá Kurt Strand. Mítt útVarp Kringvarp Føroya, men lurti sjálvandi inn til kappingarneytan Rás2. Mín telefon Nokia 6110 Navigator. hVat VIl tú IKKI brúKa MIðlatíð Uppá? Cowboyfilmar! Og tíðindatilfar, sum er sjuskut skrivað. hVat IrrIterar teg í MIðlUnUM? Sjusk og endurtøkur. hVat VIl tú haVa MeIrI aV í MIðlUnUM? gjøgnumarbeidd og kritisk tíðindi frá journalistum, sum hava fingið stundir og umstøður at seta seg ordiliga inn í viðurskiftini.