Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. januar 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 10 - 15. januar 2010 Nei takk til næstakærleika Ørnin, sum eirindaleys rænir og týnir sakleysar skapningar, situr á hægsta tindi, friðað og sorgleys. Tað sýnist, sum skilir hon ikki, hvussu stórt mein hon ger. Hennara gløgga eyga veit júst, hvar hon skal leggja á næstu ferð. Hon velur sær neyvt tey offur, sum onga mótstøðu gera, og sigursæl situr hon eftir og kennir seg sum kong. Tað er ógjørligt við vanligum orðum at siga hvussu fast tað tekur at sita og hyggja at teim sorgarleikum, sum fara fram millum okkara veikastu borgarar. Eg fari tí at tríva í røðuna hjá løgmanni, Kaj Leo Johannesen, sum hann helt í Norðurlandahúsinum 8. oktober 2009, á ráðstevnu hjá MBF um sektorábyrgd. Citat byrjar: “Í okkara samfelag skulu øll hava javnbjóðis møguleikar. Øll skulu hava møguleika at skapa sær eina gevandi tilveru. Øll, eisini tey sum bera brek. Hetta er grundvøllurin undir einum góðum samfelag. Hetta er eitt aðalmál hjá samgonguni og landsstýrinum.” “Men orð mugu fremjast í verki, og skulu føgru orðini í sáttmálanum gerast veruleiki, mugu vit politikarar fremja tey tiltøk, sum eru neyðug fyri at tryggja fólki við breki og menningartarni betri og virðiligari kor.” “Tað almenna skal veita tænastur og hjálpa sam­ felagsbólkum við serligum tørvi. Men tað eru ikki bara almennir stovnar, sum skulu vísa næstakærleika í verki. Tí verður næstakærleikin bert framdur við paragraffum, missur næstakærleikin sítt sanna virði. Vit sum einstaklingar eiga ábyrgd at vísa okkara medmenniskjum umsorgan. Vit hava øll ábyrgd fyri okkara samfelag. Vit hava øll ábyrgd av hvørjum øðrum.” Citat endar. Hesi orð siga alt. Eg spyrji bara, hvat er gjørt, síðan henda røða varð hildin? Einki, sum eg dugi at síggja. Ein ræðusøga fyri og onnur eftir eru frammi í fjølmiðlunum. Søgurnar eru ikki uppfunnar, tær eru sannar, og nógv er, sum ikki verður sagt, tí tað er ov pínufult. Eitt samfelag verður mett eftir tí, tað ger fyri tey veikastu. ­1. Vit hava dømi um, at familjur at børnum við serligum tørvi eru kroyst til kníggja, tí eingin skipan er, sum tekur atlit til hesi børn og ungu. ­1. Næmingar á skúla ella viðgerðartilboði uttanlands vera tiknir heim mitt í skúlaárinum, uttan at nøktandi tilboð er tøkt heima. ­1. Rókin og Slóðin skulu flyta, og øll starvsfólk á Slóðini eru uppsøgd. Hvar skulu hesi viðkvomu ungu búgva, og hvør skal vera um tey? Tey hava rætt at vita! ­1. Pensjónistar skulu við eitt gjalda 2.000,­ kr. meira um mánaðin fyri at búgva á sambýli. Hetta eru bert nøkur fá dømi, tí eg havi mist talið á øllum inntrivum, sum gjørd eru seinastu tíðina. Eg havi eina ringa kenslu í kroppinum, meðan eg siti og skrivi, tí tað er so vónleyst, tá ið tað alsamt eru tey veikastu, sum verða rakt. Familjan er kraftsentur í einum hvørjum samfelag, og føroyskar familjur bera manga byrðu, sum tung er, uttan at grenja. Tí eiga føroyskar familjur tøkk uppiborna fyri áhaldandi at taka sær av sínum, meðan samfelagið ikki slær til. Er tað so, sum løgmaður sigur, at tað eru almennir stovnar og paragraffir, sum vísa næstakærleiki, so er eftir mínari meining best, um eingin næstakærleiki verður vístur teimum, sum tørva hann mest. Eg gráti um førda politikkin og skilji ikki, at landsins ráðandi kunnu hyggja seg sjálvi ella nakran annan í eyguni longur. Maud Wang Hansen Jóannes Eidesgaard, lands­ stýrismaður í fíggjarmálum og formaður javnaðar flok­ sins, er nú farin í hernað ímóti journalistum í Føroyum, serliga ringu samvitsku síni á Sosial­ inum. Fyrrverandi løgmaður byrjaði árið við at leypa á fjølmiðlarnar, vildi vera við, at tíðindi verða “latin í ein so neiligan og nega­ tivan ham sum gjørligt.” Fremsta dømi: at fjølmiðlar siga fíggjarlógina ikki at hanga saman, tí bygnaðar­ broytingar ikki eru framd­ ar. Tá ið nýggja játtanar­ skipanin krevur, at fíggjar­ lógin verður til í skipaðari tilgongd og at enda verður “grundað á veruleika kend­ ar vónir og hollar ætlanir” – so kundu veruliga nei­ ligir miðlar saktans sakliga funnið onkra verri orðing um hesa fíggjarlóg, sum endaði við, at fleiri enn 200 konti á fíggjarlógini vórðu skornar við ávísum prosentum – uttan nakað ið við meining kann lýsast sum “veruleikakendar vónir og hollar ætlanir.” Samgongan hevur samtykt nakrar fáar fíggjarligar sparingar ið koma sera óvart á borgaran. Men almenni bygnaðurin er óbroyttur, skerdur nøkur prosent, men bygnarðarliga óbroyttur. At fjølmiðlar ivast í, um lógin um innskjótaratrygd verður dagførd rættstundis, er neyvan so løgið heldur. Landsstýrið megnar sera illa at røkja skyldur sínar í so máta. Hygg at fyrn­ ingar lógini, sum Eides­ gaard goymir seg aftanfyri í TAKS­málinum – hon er frá 1908 og lítið broytt. Vit hava enn ikki fingið real­ kreditt, vit mangla enn leigulógina, sakna luta­ íbúðir osfr. osfr. Lands­ stýrismaðurin kann suffa eitt sindur og royna at greiða frá einaferð enn, men at leggjast á fjølmiðl­ arnar á henda hátt, hoyrir ikki heima í norðurlondum. Hygg at TAKS­málinum. Har er Eidesgaard farin út við, at “TAKS hevur sum øll onnur rættin at royna eitt ivamál,” og at góður siður er ikki at leggja seg út í rættarmál. Her høvdu veruliga neiligir miðlar givið (seinna) gula kortið. TAKS er myndugleiki og hevur ikki rættindi. Borg­ arar hava rættindi, sum fíggjarmálaráðharrin ikki vil viðurkenna. Tá ið kæru­ nevndin hevur talað, eigur TAKS at útføra tey boðini. Treytaleyst. Eisini sjálvt um ivamálið um heim ild­ ina verður roynt í hægri rætti. Tá ið landsstýris­ maðurin góðkennir, at kærumál steðga fyrningini av TAKS­krøvum, so má landsstýrismaðurin eisini staðfesta, at kærumál steðga fyriningini av borg­ arans kravið um afturgjald frá TAKS. Fíggjarmálaráð­ harrin má gevast at góð­ kenna drál og nøl sum almennan politikk, má gevast við at greiða frá, at borgarin onki merkti til óheimilaða skattin. Jú, Eidesgaard – hevði neiliga pressan víst á – hesar upphæddir merkjast, og tú kanst ikki leypa um stranga dupulta kravið um heimild eftir stýrisskipanini og biða stovnar tínar krevja nokk inn, ‘bara fólk ikki merkja tað!’ Hann fløvar seg við minnini Bæði løgtingsgranskoðanin og landsstýrismálanevndin hava staðfest, at Eides­ gaard hevur mishildið skyldur sínar sum løgmað­ ur og sum fíggjarmála­ ráðharri, men tær vilja ikki reisa ákæru. Veruliga neiligir fjølmiðlarnir høvdu ikki givist at kanna hetta, bert tí Hans Pauli Strøm var offraður. Sum floksformaður kvetti Eidesgaard við Sosialin. Blaðið gjørdist hareftir ein tann mest fram úrskarandi miðla fyri­ tøkan. Meðan hini bløðini rapaðu, megnaði Sosialurin at økja virksemið, stovna aðrar miðlar og gera alterna tivt útvarp ið er vorðin berandi veggur í demokratiska orðaskift­ inum. Samstundis megnaði leiðslan at halda fast í hugsjónir sínar og skrivar betri leiðarar enn nakrantíð við støði í dagførdari samhaldsfastari stevnu. Men stevnan hjá Sosial­ inum virkar helst sum ringa samvitskan hjá einum afturlítandi partí­ bossi ið fløvar seg við minnini... Men klantra tey fyri negativa ringrás? Nei, blaka ikki við gróti, Eides­ gaard, tú starvast jú sjálvur í glashúsi! Skjót ikki journalistin! løgtingsmaður Sjálvstýrisfloksins Kári á rógvi Í meira enn tíggju ár hava loysingarfólk á tingi og í fjølmiðlum – privatum og almennum – jabbað og júk að upp í saman um ta ”oyðileggjandi og niður ger andi” almennu fígging av okkara heilsuverki og almannaverki, sum, sam bært galdandi lógum, verða fíggjað av lands­ kassanum og ríkiskass an um í felag. Teirra ørvitistos, t.d. lesarabrævið ”Blokkerandi blokkmytan” í bløðunum fyri einari viku síðani, kann ikki skiljast øðrvísi enn, at øll almenn fígging av sjúkrahúsum, heilsu verki, almennum pensión um og serforsorg eigur at verða lækkað við 616 milliónum ongantíð ov skjótt, helst her og nú. Tað er ikki sørt ræðandi at lesa og hoyra, hvussu framtíðin hjá gomlum, sjúkum, avlamnum og brekaðum fer at mynda seg, um tað nationalistiska paradísið í Føroyum verður avgreitt sum ein hastisak og sett á stovn. Loysingarfólk stara seg blind á ”fenomenið” ríkis­ kassablokkin sum verandi rótin til alt ónt. Vit eiga tó ikki at gloyma, at loysing ar fólk á tingi atkvøddu fyri at fáa blokkskipan við ríkiskassan, og at eingin blokkskipan var áðrenn 1. januar 1988. Nú rópa hesi somu fólk seg hás um, at blokkurin var orsøkin til, at peningakervið og samfelagið alt fór á heysin í 1992. Tá hevði blokkurin 5 ár á baki. Ikki eru tey smæðin. Í 1951 hendi nakað tað sama sum í 1992. Sam felagið skramblaði; fólk í túsundatali flíggjaðu av landinum, arbeiðsloysið var methøgt. Nationalistar nir róptu seg hásar um fólkaatkvøðuna 1946. Ong in blokkur var at skylda uppá. Nationalist arnir itu tá Fólkaflokkur, sum mundi fingið reinan meiriluta á tingi í 1943. Nú eita teir Tjóðveldi við satelittum, sum eisini rópa seg hásar um somu fólka atkvøðu og loysing. Harrin viti, hvussu skilið hevði verið í Føroyum, um loys ingin hevði verið framd í 1946. Fimm ár seinri, í 1951, fór alt á húsagang (tó ikki landskassin), og fólk rýmdu í túsundatali av landinum. Í 1951 og 1992 fingu vit professionella vegleiðing og hjálp úr Danmark; ­ men frá loysingarfólki hoyrdist og hoyrist einki uttan garteran. Orðið takk er ein býur í Russlandi. Í roynd og veru er før oyskur politikkur fótatraðk í 100 ára gomlum ringi, sum gerst alt meira ekstrem ur og veruleika fjarur. Hendan paranoia blokk fiksering loysingarmanna er beinleiðis fordummandi. Um hann, ið hetta skrivar, ikki áhaldandi í skrift og talu hevði upplýst fólk um blokkin – og alment sett spurningar til politikarar blokkinum viðvíkjandi uttan tó at fáa nakað svar – so varð eingin sannleiki kunngjørdur Føroya fólki um hesa skipan, sum eigur ein týðandi leiklut í tí føroyska samfelagnum. Tað er eitt sjúkt samfelag, sum ikki tolir sannleikan. Í 1998­2003 høvdu vit eitt loysingarlandsstýri, sum drenaði 100­tals milliónir úr blokkinum. Hetta hendi 1. januar 2002. Við støði í landskassans almennu roknskapum ber til at gera sammetingar viðvíkjandi nýtslu av skattaborgaranna peningi í 1997 og 2003: Sum tað sæst, so varð landsskatturin øktur við 75%, útreiðslur til heilsu­ og almannaverkið øktar við umleið 40% og almennar lønir øktar við umleið 70%. Og hetta hendi sum sagt, meðan loysingarfólk ráddu fyri borgum. Í 1999­2003 brúkti hetta sama landsstýrið umleið 170 milliónir til olju­ og sjálvstýrismál (ì 2003 broyttist sjálvstýrismál til løgmál við øktari játtan). Hesi bæði málsøki hvurvu við fíggjarlógini 2004. Við løgtingssamtykt gav landsstýrið í 1999 út loysingarmanifestið Hvíta bók, Føroyskt Fullveldi, og í 2000 gav landsstýrið út propagandaritið Frá heimastýri til fullveldi. Hesi puerilu speciali er áhugaverd lektura. Meira í dag enn fyri 10 árum síðani. Men hvar gongur markið millum ta ”følsku bloker andi blokkmytuna” og so alt hitt, sum ikki er í nakrari Nationalisman við satelittum Heri MoHr __________________________________ 1997 2003 Landsskattur 0.8 mia. 1.4 mia. Blokkur 0.9 ” 0.6 ” Almanna­og heilsuverk 1.2 ” 1.7 ” Almennar lønir 0.95 ” 1.6 ” __________________________________ Framhald á næstu síðu viðmerkingar