Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. januar 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 10 · 15. januar 2010 14 VIKUSKIFTI Til arbeiðis Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hin 1. desember í 2009 varð Oddbjørg Højgaard, sum er ættað av Toftum, men búsitandi í Havn, sett í starv sum stjóri á Hotel Hafnia. Oddbjørg er kanska serliga kend frá tíðini, tá hon var stjóri í egnu fyritøku síni, Dekostovuni (1991-2005). Sum ung starvaðist hon á SMS Tekni stovuni (1984-1991). Tá Team 85 keypti Dekostovuna í 2005, flutti hon við fyritøkuni, og tá so Team 85 og Repro Z løgdu saman undir heit inum Sendistovan í 2007, kom hon í starv har sum ráðgevi. Áðrenn hon tók við stjórastarvinum á Hotel Hafnia, var hon framvegis í starvi á Sendistovuni, haðani hon nú er í far loyvi í eitt ár. Alt er nýtt Vit hava spurt Oddbjørg, hvussu hon trívist í nýggja starvinum, har hon nú líkasum situr hinumegin borðið. Við síni útbúgving sum dekoratør í visuellari marknaðarføring, hevur arbeiði hjá henni í mong ár verið at gjørt ymiskar uppgávur og lýsingarátøk fyri handlar, fyritøkur og stovnar, men sum stjóri er tað nú hon, sum á ymiskan hátt sjálv hevur brúk fyri slíkum tænastum. – Nú eri eg so nýggj í hesum starvi, sum eg ongar royndir hevði í, tá eg byrj aði. Alt er nýtt, og her er nógv at seta seg inn í av ymiskum slagi – alt frá dag ligu arbeiðsgongdini og ymisku upp gávunum til lógargreinar, sum við- víkja teimum loyvum, vit hava og virka undir. Tá eg byrjaði, kendi eg at kalla einki til alt hetta, sigur hon. Oddbjørg vísir á, at tá tú ert stjóri og situr við høvuðsábyrgdini, snýr henda ábyrgd seg ikki bara um dagliga virksemi at fáa alt at koyra og hanga saman, men hetta snýr seg um alt – líka frá samráðingum um sáttmálar, skeinkiloyvi, brunaumsjón og rakstur. – Men Hotel Hafnia er ein væl virkandi fyritøka. Vit hava ein góðan køk, góðar kokkar og góð starvsfólk. Fleiri hava arbeitt leingi á hotellinum, og tey eru gull verd fyri fyritøkuna. Saman blandingurin av teimum, sum hava verið her leingi og teimum, sum eru nýggjari í fyritøkuni, gevur okkum eitt gott grundarlag at reka fyritøkuna og veita okkara viðskiftafólkum eina góða og dygga tænastu. Opin leiðari Oddbjørg sigur, at starvsfólkini eru ógvu liga positiv og dugnalig. – Mítt ynski er at vera ein opin leið ari, sum kann gera, at vit hava eitt stabilt arbeiðspláss, har starvsfólkini hava innlit og eru trygg við støðuna. Eg vil gjarna, at starvsfólkini skulu føla, at tey vera hoyrd – og at tey eru krump tappurin í fyritøkuni. Stjórin sigur, at hon hevur fingið nógvar positivar og gevandi við merk- ingar, síðan hon tók við starvinum. – Eg eri ovfarin av, at fólk, hava lagt lepar og sent teldupost, har tey takka fyri góða tænastu. Hetta er eggjandi og stimbrandi og ger, at vit líkasum føla, at vit nú hava rist dýnurnar av nýggjum og lýta frameftir við góðum treysti, sigur nýggi hotellstjórin. Einki serligt – Eg havi verið stjóri í egnari fyri tøku í 15 ár, og eg síggi ikki tað heit ið sum nakað serligt. Nú er tað so mín uppgáva saman við mínum starvs fólki at skipa mannagongdir sum gera, at vit kunnu veita okkara viðskifta fólk um eina fyri- myndarliga tæn astu, samstundis sum hetta er eitt gott arbeiðs pláss, har fólk veruliga trívast. Hotel Hafnia hevur eini 30 fólk, sum arbeiða fast á hotellinum og sum røkja tær uppgávur, ið virksemið hevur við sær. Gjøgnum eitt ár eru tó nógv fleiri fólk á lønarlista, tí í summarhálvuni er manningin væl størri. Hotellstjórin sigur, at allar tæn astur, sum hotellið veitir, hava stóran týdning fyri raksturin. – Eitt er matstovuvirksemið, sum vit leggja stóran dent á, annað er catering, har vit koyra mat út til ymiskt virksemi, sum er aðrastaðni í býnum ella kring landið. Eitt av teimum stóru tiltøkunum, har Hotel Hafnia stóð fyri mati og ser ver- ing, var árliga vinnustevnan FaroExpo, sum á hvørjum heyst verður hildin í Runavík. – Vit hava eisini ymiskar pakkar, har ráðstevnur verða hildnar á hotellinum, og uppi í hesum pakkum er høli, matur – og gisting, um tað er ynskiligt í sam- bandi við hesi tiltøk, sigur hon. Ógvuliga spennandi Oddbjørg Højgaard heldur, at nýggja avbjóðingin, sum hon nú hevur fingið, er øðrvísi og stór, men hon er eisini ógvuliga spennandi. – Enn havi eg verið so stutt í starv- inum, men hetta tykist at vera ein sera spennandi og lærurík uppgáva, og eg vóni, at eg kann gera mítt íkast til, at vit øll, bæði starvsfólk og eigarar, kunnu fegnast um tíðina, eg eri her. Sum eg nevndi, eri eg í farloyvi úr mín um starvi á Sendistovuni. Hetta er ein nýggj og spennandi verð fyri meg og so leið is, sum henda fyrsta tíðin í nýggja starvinum hevur verið, dámar mær hetta ógvuliga væl – og eg eri ikki minni tendrað nú enn áður, sigur Odd- bjørg Højgaard. – Hotel Hafnia er ein væl virkandi fyritøka. vit hava ein góðan køk, góðar kokkar og góð starvsfólk. fleiri hava arbeitt leingi á hotellinum, og tey eru gull verd fyri fyritøkuna. samanblandingurin av teimum, sum hava verið her leingi og teimum, sum eru nýggjari í fyritøkuni, gevur okkum eitt gott grundarlag at veita okkara viðskiftafólkum eina góða og dygga tænastu, sigur oddbJørg HøJgaard, sum er nýggjur HotellstJóri á hotel hafnia Rista dýnuRnaR av nýggjum – Hetta er ein nýggj og spennandi verð fyri meg og soleiðis, sum henda fyrsta tíðin í nýggja starvinum hevur verið, dámar mær hetta ógvuliga væl – og eg eri ikki minni tendrað nú, enn tá eg tók við starvinum, sigur nýggi hotellstjórin, Oddbjørg Højgaard mynd: jens kristian vang til arbeIðIs Navn: Oddbjørg Højgaard starv: Hotellstjóri besta við starvinum: Ein nýggj og stór avbóðing ringasta við starvinum: Gerast størv keðilig, er tíð at gevast størsti dreymur við starvinum: At fáa nøgd viðskiftafólk, starvsfólk og nøgdar eigarar størsta frambrot: Nýggja kaféin er ein partur starvstíð: Ein góður mánaði lívsstarv: Ov tíðliga at siga nakað um tað enn starvsfólk: 30-40, fleiri í summarhálvuni staður: Áarvegur 4-10, Tórshavn stjóri: Eg sjálv fakta OddbjøRg højgaaRd