Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. januar 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 - 15. januar 2010 15 Hoyringsskriv, sum Komm unusamskipanin í dag hevur sent Almanna­ málaráðnum í sambandi við uppskot til kunn­ gerðir um heimahjálp og gjøld fyri heimahjálp. Víst verður til uppskot til kunngerð um ávikavist heimahjálp og gjøld fyri heimahjálp, ið Alm anna­ málaráðið í skrivi dagf. 4. januar 2010 hevur sent Kommunusamskipanini til hoyringar. Hoyringsfreistin er 14. januar 2010. Tað er Kommunusam­ skip anini púra greitt, at kunn gerðirnar hava einans til endamál at fáa meiri pening í landskassan, tí nakað betri tilboð til eldra­ røktina er ikki talan um yvirhøvur. Hetta er ikki nakað nýtt, tí hetta sama varð gjørt í desember 2009, tá gjaldið hjá búfólk­ um á ellis­ og røktar heim­ um við aðrari inntøku enn pensjón skuldu gjalda munandi meira beinleiðis til landskassan. Fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar Í almenna orðadráttinum, sum verið hevur um hesar kunngerðir farnu dagarnar, er als ikki komið fram, at tær eisini hava fíggjarligar avleiðingar fyri komm un­ urnar, sum eiga og reka sambýlini. Tá um sambýlini ræður, rinda kommunurnar nevniliga fyri: 1) høli (íløgur, rentur og avdráttur ella leigu­ útreiðslur), 2) mat og felagsrakstur annars, og 3) starvsfólkalønir fyri náttarvaktini, hetta svarar til umleið 1/3 av lønunum á sambýlinum. Landið rindar fyri: 1) starvsfólkalønir um dagin, sum svarar til umleið 2/3 av lønunum. Brúkaragjaldið uppá kr. 2.000, sum landið nú ásetir til sín sjálvs, er grund­ leggj andi brot á prinsippið fyri sambýlini, tí brúk arar­ nir hava higartil goldið kommununi fyri húsaleigu, olju, el, mat og til felags útreiðslur. Nú ásetir landið nýtt brúkaragjald uttan nakra aðra broyting ella umlegg­ ing av útreiðslubýtinum, tíansheldur betran av verandi røktartilboði. Kommunusamskipanin undrast stórliga á hetta. Um tað yvirhøvur skal ásetast nýtt brúkaragjald, so eiga kommunurnar at fáa sín lutfalsliga part av inntøk­ uni. Tað merkir, at komm­ unurnar við sam býlum eiga at fáa 1/3 av ætlaða brúk­ ara gjaldinum í sín part og landið 2/3, ella svarandi til lutfallið mill um kostnaðin av náttarvakt og kostnað in­ um av kvøld­ og dagvaktum á eldrasam býlum. Harumframt er veruleiki, at verandi gjald frá brúkar­ unum til kommunurnar fyri húsaleigu, olju, el, mat og felags útreiðslur er ov lágt í mun til faktisku útreiðslurnar. Kommunusamskipanin metir heilt greitt, at nýggja brúkaragjaldið uppá kr. 2.000 um mánaðin, ið land ið nú ásetir til sín sjálvs, fær stórar fíggjar­ ligar avleiðingar fyri búfólk ini. Hesar fáa aftur fíggjar ligar avleiðingar við sær fyri kommunurnar, tí lítið og einki rúm verður fyri príshækkingum í húsaleiguni, so at tær svara til faktisku útreiðslurnar. Kommunusamskipanin setir tí sum krav: 1) at inntøkan av einum møguliga nýggjum brúkaragjaldi, sum nú er í uppskoti, verður býtt eftir lutfallinum av rakstrarútreiðslunum, ið land og kommunur hava á sambýlinum, 2) at húsaleigan, sum brúkararnir rinda í dag, verður regulerað, so at hon er meira í samsvari við faktisku útreiðsl­ urnar hjá kommununum, og 3) at nevnda regulering í húsaleiguni kemur fram um eitt møguliga nýtt brúkaragjald. Kommunusamskipanin væntar at frætta aftur frá landsstýriskvinnuni og Almannamálaráðnum hesum viðvíkjandi og tað áðrenn, at stig verða tikin til at seta kunngerðir á økinum í verk. Avleiðingar fyri búfólk og pensjónistarnar, ið fáa heimahjálp Fyri búfólk á eldrasam­ býlum verður avleiðingin av nevndu kunngerðum, at nú skulu øll rinda eitt egingjald á kr. 2.000 um mánaðin uttan mun til, um tey hava aðra inntøku ella ikki. Tað vil siga, at talan er um eina beinleiðis skattahækking á kr. 24.000 um árið pr. búfólk, har alt skal fara í landskassan. Størsta broytingin er tó hjá heimabúgvandi pen­ sjónistum, har uppskotið leggur upp til, at flest øll nú skulu til at gjalda fyri veitta heimarøkt. Inn­ tøkumarkið fyri, nær ein skal gjalda fyri heima­ røktina, er fyri ein stakan pensjónist lækkað úr kr. 50.000 í kr. 1.000 um árið og fyri hjún úr kr. 75.000 niður í kr. 1.500 um árið. Gjaldið fyri hvønn tímað er samstundis hækkað við kr. 16. Landsstýriskvinnan hevur alment upplýst, at broytingarnar koma at geva landskassanum kr. 4,8 mió árliga, har tær kr. 4,2 mió koma frá egingjaldinum fyri búfólk á sambýlum og kr. 600.000 uppá restina. Kommunusamskipanin ivast stórliga í hesum seinna, at tað bert verða kr. 600.000 í vinningi av at lækka inntøkumarkið niður í kr. 1.000/kr. 1.500 um árið, sum í praksis merkir, at øll skulu gjalda fyri veitta heimahjálp. Tað er nevniliga sann­ roynd, at alsamt fleiri pen­ sjónistar hava onkra inn tøku umframt pensjón ina, og hetta ikki bara tí, at teir framvegis eru í smá vegis vinnu ella gera nyttugt samfelagsarbeiði so sum at sita próvtøkuvakt í fólka­ skúlunum, skera upp grind o.líkn. Eitt nú hava allir limir hjá Havnar Arbeiðs­ mannafelag eina minni eftir løn. Hesi koma nú øll at gjalda fyri veitta heima røkt. Sum dømi kann nevnast óhjálpin kona, ið fær heima hjálp 30 tímar um mánaðin. Maðurin egnir nakrar stampar og forvinn­ ur kr. 2.000 um árið. Av ­ leiðingin er, at hann skal gjalda kr. 622,50 um mánaðin fyri veittu heima­ hjálpina til konuna. Tvs., at hann hevur eitt beinleiðis hall á kr. 5.470 um árið. Kommunusamskipanin hevur serstakliga ilt við at trúgva, at hetta skal vera ætlanin. Brúkaragjøldini – ella hesin eykaskattur – má sum minsta krav standa mát við inntøkumarkið. Hesi brúkaragjøld hava heldur einki sum helst samsvar við ætlanirnar í fráboðaða pensjóns­ reforminum um at eggja pensjónistum til at vera verandi á arbeiðsmarkn að­ inum. Hvar er eggjanin, tá ið sjálvur landskassin tekur alt, tey hava forvunnið og meira aftrat, úr hondunum? Var endamálið við at hava virknar pensjónistar á arbeiðsmarknaðinum ikki júst at sleppa bíligari í eldrarøktarútreiðslum? Kommunusamskipanin mælir til, at Almannamála­ ráðið hyggur hesi gjøld og inntøkumørkini í gjøgnum einaferð enn, og at ráðið eisini tekur eitt breiðari perspektiv við til tess at fáa samsvar millum pensjóns­ politikkin og eldrarøktar­ politikkin. Kommunsamskipanin metir harumframt áset­ ingina í § 8, stk. 4 um, at gjaldið verður tikið av pensjónini, innan henda verður útgoldin, verða beinleiðis ómynduggerð av pensjónistunum sum samfelagsbólki. Vegna Kommunusamskipan Føroya Heðin Mortensen Formaður Jóan Petur Hentze Aðalskrivari Viðv. kunngerðum um heimahjálp og um gjøld fyri heimahjálp Søgan um hjúnini og bilin Nú sambandshugað fólk kappast um at fortelja uppfunnar søgur í bløðunum til tess at renna undan ábyrgd, er kanska hóskiligt at siga eina aðra hugsaða søgu Eini hjún høvdu verið ósamd um, hvønn bil tey skuldu keypa til felags nýtslu. Maðurin vildi taka eitt størri lán, fáa foreldrini hjá sær at gjalda ein part mánaðar­ liga, og síðani keypa ein stóran Mercedes. Men konan helt tað ikki vera neyðugt at seta seg í størri skuld ella at fáa verforeldrini at fíggja part av teirra húsarhaldi. Konan vildi heldur hava ein minni, orkusparandi bil, ið tey sjálvi megnaðu at gjalda og halda. Úrslitið varð, at konan fekk sín vilja. Tey keyptu ein miðal stóran, japanskan bil. Tey spardu nógvan pening, og bilurin riggaði fínt uppá allar mátar. Og tey høvdu í nøkur ár gott fíggjarligt skil á húsarhaldinum og kundu enntá spara pening upp til verri tíðir. Men tá ið ein tíð var fráliðin, fór maðurin undir at nýta alt meiri pening í gerandisdegnum. Hann setti pening í nøkur ótrygg partabrøv, keypti dýrastu eyka­ útgerð til bilin, nýtt innbúgv til húsini, og økti mun­ andi um dagligu nýtsluna hjá sær. Konan mótmælti staðiliga, men brúkið hjá manninum fór langt upp um tað, ið húsarhaldið tjenti mánaðarliga. Tað gekk í nøkur ár, tí maðurin dúvaði uppá uppsparingina og teir pengar, tey høvdu spart við bilakeypinum. Síðani fór hann at taka lán og helt fram við somu nýtslu. Tá ið 6­7 ár vóru liðin, har maðurin helt fram við sínum avgerðum, kom húsarhaldið í stóra skuld, og konan vísti dagliga sína ónøgd. Ein dagin – eftir eitt at hann og konan høvdu skeld­ ast um støðuna – fór maðurin nakað upproyttur ein biltúr og krassjaði bilin. Hann fór í øðini heim til konuna og segði: Hetta er eisini alt tín skyld! Høvdu vit bara keypt tann størra bilin, so hevði eg ikki krassjað, og so hevði eg heldur ongantíð komið í hesa ólukku fíggjarstøðu. Og tað sama segði maðurin við løgregluna og tryggingina. Hetta var yvirhøvur ikki hansara ábyrgd. Konan kundi bara latið vera við at keypt handan bilin. Og við bankan segði hann, at hann kundi ikki gera við fíggjarligu støðuna, tí tað var hatta ólukku bila­ keypið, sum hevði gjørt, at hann ikki fekk stuðul frá foreldrunum, og at honum síðani hevði vantað pening til sína nýtslu. Og síðani brúkti maðurin eitthvørt høvi at føra hesa myndina fram, meðan hann gjørdist alt minni arbeiðsførur og fíggjarstøðan versnaði. Hann vildi onki broyta í sínum gerðum, og sum pengarnir minkaðu, segði hann við tey yngstu børnini, at tey noyddust at spara og vera tað mesta fyri uttan. Tá tey mutaðu ímóti, fingu tey greið boð frá pápanum: Tað er ikki mín skyld! Men tað er mamma tykkara, sum hevur skyldina, tí hon ikki vildi lata meg taka lán til tann størra bilin og lata foreldrini hjá mær gjalda ein part. Maðurin var rætt og slætt blokkeraður... Høgni Hoydal blokkmytu: politivaldið, dómsvaldið, kriminalforsorgin, lands læknin, SU studning/lán, fólkatingið o.n.a.? Ella, samanumtikið: er tað tey sjúku, avlamnu, gomlu og oldingar, ið ikki skilja filosofiina hjá hálv­ og heilstuderaðum ”serfrøð ingum,” tá hesir tveita almennan pening, oyramerktur til heilsuverk og almannaverk, á bláman? Í framkomnum londum eiga hesi ”gomlu og sjúku” týðandi leiklut í samfelags viðurskiftum, og tað er illa hugsandi, at politikarar í slíkum londum forkoma, blaka burtur almennan pening, sum hesir somu politikarar eru settur til at ansa eftir og umsita við góðum viti og skili. At okkara løgting nú ikki er ført fyri at fáa verandi (og komandi?) fíggjarlóg at hanga saman, átti ikki at undra nakran, tá hugsað verður um ta ófatuligu gerð, løgtingið framdi 1. Januar 2002. Og at lesa og hoyra tað sum politikarar og onnur, ið góðtóku hesa gerð, nú siga um støðuna hjá teimum veiku í okkara samfelag mótvegis fíggjarlógini 2010, er hóast alt ein glotti. Í so seint. Vælferðarsamfelagið høggur tungt og andøvur. Í slíkum umhvørvi trívist nationalisman. Men tá ið hesi somu fólk (vónandi ikki øll) nú alment eru farin at kalla arbeiðið hjá okkara landsstýris­ og løgtings limum fyri ránsmanna virksemi og nakrar løg­ tingslimir fyri eyðrænarar (lesarabræv í Dimma lætt ing nr.8), heldur dialogur í vanligum týdningi uppat. Man merkt die Absicht und wird verstimmt. Framhald av síðu 15 viðmerkingar