Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. januar 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 10 · 15. januar 2010 15 VIKUSKIFTI SoSIalurIn hevur hITT TeIr báðar FólKaTIngSlImIrnar Høgna Hoydal og Edmund JoEnsEn á ChrISTIanSborg TIl KjaK um loySIng og Samband í ljóSInum av FíggjarKreppunI. edmund joensen: Forherðaður munkur Herligt at síggja, at ikki allir teir buddistisku munkarnir eru líka disiplineraðir. Her tað ein ungur munkur í India, sum hevur fingið ein ís og sær út til at njóta hann. Ja, tað er líka við, at hann kundi verið lagdur undir illgruna fyri at hava gjørt onkra balladu. Bengt Göransson eitur svi, sum eg kenni, og nógvir aðrir før oy­ ingar eisini kenna. Hann var mentamálaráðharri í Svøríki, sosialdemokratur. Hann var formaður í svenska norrøna felagnum, meginfelagnum, og hann var formaður í stýrinum fyri Norðurlandahúsið í Før­ oyum. Skilafólk, skal hann lýsast við einum orði. Bengt Göransson er eitt av hes um fólkunum, sum øll lurta eftir, tí tey altíð, altíð, siga okkurt skilagott, tá tey taka orðið á fund um ella aðrastaðni. Bengt Göransson dugur væl at taka samanum, hann er lítil látin, einki hóvasták, meira at kalla spakmæltur, eingi róp, eingi stór lýsingarorð. Siðiligur, humo rist­ iskur, avgjørdur og klókur. Langt, ja, næstan ein ævinleiki er millum slík fólk, so tað er ein gáva at kenna onkran av teimum fáu, sum eru. Minnist so sera væl ein fund, har sum Bengt Göransson var við. Hann segði einki á fund­ inum. Tað undraði ein annan fundar mann og helst onnur við. Men hesin eini var so ørkyml­ aður, at hann beint eftir fundin spurdi Bengt, hví hann ikki segði nakað á fundinum, hví hann ikki var við í kjakinum. Tá svaraði Bengt sum bara hann kann svara og við sínum eyðkenda vinarliga skálkabrosi: »At lurta er eisini at vera við.« Hesin er ein av teimum setn­ ingum, tú ongantíð gloymir, tí tað er so væl sagt, so øgiliga væl sagt. At vera á fundum, har sum fólk sum Bengt Göransson eru við, eru livilig kor at bjóða fund­ ar fólki. Men annars, annars, Gud for­ barmi seg, eru fundir ein ósið ur, ein plága. Ein ósiður, og føroy­ ing ar duga ikki fundarsið. Á fundum í Føroyum rópa øll í senn um alt í senn. Eingin stýring, heldur ikki á tí, tey so hátíðarliga rópa landsins hægsti røðarapallur. Eg havi verið á nógvum fund­ um uttanlands. Teir eru sjáldan spennandi. Men har verður eitt evni viðgjørt í senn til tað er lið ugt og niðurstøða gjørd. So verð ur farið til næsta evni í fundar skránni. Ein hevur orðið í senn, fólk biðja um orðið og taka ikki orðið, fyrr enn fundarstjórin gev ur teimum orðið. Slíkt kallast fund ar siður. Í Føroyum ræður bara um at rópa sum harðast og ikki anda, tí so kemur onkur annar uppí og rópar harðari. Í somu løtu, fólk draga andan, er orðið, sum tey ongantíð hava fingið, mist. Sjálvandi er orðið frítt. Men tað skal valdast. Orðið er frítt hjá einum í senn. Tað eru so nógv fólk, sum elska at hoyra seg sjálvan og har afturat onga løtu ivast í, at tey eru so ótømandi klók. Fyri at øll vit onnur kunnu fáa part í hesum vís dómi, fara tey á fund í heilum. Og boða til fundarboð. Føroysk fundarboð eru eisini ein søga fyri seg. Sjáldan er nøk ur fundarskrá við. Fundur er klokk an eitt um hatta. Klokkan eitt, og so byrjar fundurin i fyrsta lagi klokkan tíggju minuttir í hálvgum tvey. Fundir eru ein drepandi plága. Verri enn handan heimsfarsóttin, sum vit framvegis bíða eftir. Men nú eigur at bera til at sleppa undan fundum. Nú hava vit teldu post og facebook og alt hatta har nýggja. Har kunnu fólk skriva sum teimum lystir, øll í senn. Og tey, sum tíma tað og orka og leggja í, kunnu lesa alt tað, sum tey sjálvi skriva og øll hini skriva. Tey kunnu lesa tað, tá tey hava hug. Uttan at larm andi fartelefonir órógva. Góður fundarsiður er at sløkkja fartelefonina á fundum. Ella fólk órógva, sum fara út at roykja. Góður fundarsiður er at hava roykipausur. Men, sum sagt, føroyingar duga ikki góðan fundarsið. Tað ber til at sleppa undan fundum. Við at skriva við stórum stavum í staðin fyri at rópa. Tí at lesa er eisini at vera við. UmaftUrafturum HøgnI dJurHuus Altso, fleiri fólk og meira pengar? Granskarar í Føroyum hava brúk fyri netverki Kringvarp.fo B36 í fisk Meinhardt Jacobsen hevur skrivað undir tvey-ára sáttmála við B36. B36.fo Í hvørjari ítróttargrein? Handverkararnir á odda Dimma Ja – fyrr ella seinni... Gary Neville fer at gevast Portal.fo Nýtt, nýtt! Øll liðini kappast um finalupláss Kringvarp.fo Hvør er hann? Hoyvíkingur fingið heimstað á Argjum Kringvarp.fo Nú má okkurt gerast við trygdina Tingmaðurin fekk sína høglbyrsu Dimma Mr Sandoy má vera Gerhard Miss Sandoy skal finnast Olivant.fo Hvat mundi henda? Heitasta nátt í 108 ár Dimma ranga í strúpan Rættir menn rættir menn ræðast ikki kava, frost og ís. nei, nei, tú! Teir standa á høvdinum og leypa út í ísvatn, nær tað skal verða. Her er tað 73 ára gamli Xiao Ying, sum er á veg út í ein hyl í útnyðringspartinum av Kina. ger ein sundstein Hví kann ikki onkur gera ein ordiligan kavamann í føroyum – soleiðis sum tey gera í Kina. Her tað mao Zedong, sum er endaður sum kavamaður – ellla kavafjes. upplagt at gjørt ein slíka í føroyum, og hvør annar enn Jógvan Sundstein skuldi verið kavamaður?! mynd: polfoTo mynd: polfoTo mynd: polfoTo fundarsótt