Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. januar 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 10 - 15. januar 2010 Hans Anton Thomsen fer til gravar leygardagin kl. 13 úr Glyvra kirkju. Tey, sum ynskja at senda blómur ella krans, kunna ístaðin lata eina gávu til børnini. Konta í Eik. Torkil Hovsdal, Hov, andaðist á Eldrasambýlinum í Vági mikudagin, 80 ára gamal. Kistan við Knud Erik Andersen, Toftir, fer úr Landssjúkrahúskapellinum fríggjadagin kl. 18. Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni leygardagin kl. 14. Tey, ið ynskja at minnast Knud Erik, kunnu lata eina gávu til Føroya felag móti Krabbameini. Konta í peningastovnunum. Jógvan Evald Jacobsen, Leirvík, andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi mikudagin, 86 ára gamal. Bønarhald verður í kapellinum á sjúkrahúsinum fríggjadagin kl. 17. Jarðarferðin verður úr Lerivíkar kirkju leygardagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Jógvan Evald, kunnu lata Sambýlinum Giljagarður eina gávu. Konta í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymsan hátt sýndu samkenslu, tá elskaði pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Einar Petersen Fuglafirði vanliga nevndur Einar »Suðring« andaðist og varð jarðaður. Takk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur. Ein serlig tøkk til Eysturoyar røktar- & ellisheim fyri ta tíð, hann var har. Vinarliga Børnini við familju Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Diamantbrúdleyp Tann 28. januar kunnu hjúnini Diana og Alfred Klein, Fuglafirði, halda diamantbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Leirvík leygardagin 30. januar, kl. 16, har øll eru vælkomin. Fólk verða biðin um at siga frá í seinasta lagi 23. januar á tlf. 444092. Diamantbrúdleyp Fríggjadagin 26. febr. hava hjúnini Heinina og Sigurd Gaard Hansen diamantbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin tann 27. feb. í Royndarhúsinum í Nólsoy. Tey, sum vilja gleðast saman við okkum, verða biðin um at siga frá á tlf. 327145 ella 527145 innan 7. febr. Silvurbrúdleyp Týsdagin 2. februar hava Jóhan Petur S. og Lis Olsen silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í kafeteria í Kelduni í Skálafirði týskvøldið 2. februar frá klokkan 18.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 16. jan kl. 13 giftast í Christianskirkjuni í Klaksvík Jóhanna Dahl Sørensen Norðdepil og Rasmus Magnusson Innan Glyvur. Eftir vígsluna verður receptión á Klaksvíkar Sjómansskúla frá kl 14-17, har øll eru hjartaliga vælkomin. Veitslan verður fyri innbodnum í Róðrarneystinum í Árnafirði kl. 19. Brúdleyp Leygardagin 23. januar kl. 15 giftast í Hoyvíkar Kirkju Tóra Simonsen, Saltangará, og Herbert í Lon Jacobsen, Hoyvík. Vælkomst verður heima við hús frá kl.19.00, har øll eru hjartaliga vælkomin. Fyri 20 árum síðan, í 1990, hittist ein realskúlaflokkur frá 1940 til 50 ára hátíðar- hald í Hornahúsunum í Havn. Næmingarnir eru f.v.: Helena Dal-Christiansen (Poulsen), Dánjal Magnus- sen, Oluf Simonsen, Margit Jacobsen (við Rætt), Eiler Egholm, Ingibjørg Jacobsen (Johannesen), Ella Ellende- sen (Petersen), Poula Jacob- sen (Christiansen), Bodil Guttesen (Nielsen), Karo- lina Hansen (Petersen), Anna Jacobsen (Long), Oda Gaard Hansen (Olsen), Gudny Jacobsen (Rubeksen) og Ebba Andreassen (Winth- er). Um onkur hevur hug at ogna sær myndina, er við- komandi vælkomin at venda sær til Jórunn Dánjalsdóttir á telefon: 226024. (Mynd nr. 380). Myndaeigari: Helena Poulsen Fyri 20 árum síðan: 50 ára hátíðarhald Merkisdagar