fríggjadagur 15. januar 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 10 · 15. januar 2010
16
VIKUSKIFTI
Disiplinin í politisku flokkunum hevur sjáldan verið verri, og tí
leita flokkarnir saman í breiðar samgongur. tað var boðskapurin á
kjakfundi, sum búskapar- og LøgfrøðingafeLagið skipaði fyri í vikuni
FloKKarnIr
haVa ongantíð
VerIð VeIKarI
politikkur
Heini í skorini
heini_skorini@yahoo.com
Formaðurin í Tjóðveldi ger eina sein
astu roynd at yvirtala partamannin
úr Kunoy, Heina O. Heinesen. Hann
toyggir seg inn yvir borðið og roynir
øll retorisk kynstur fyri at fáa mannin
at rógva í takt. Men Heini O. Heinesen
hevur tikið støðu. Sum seytjandi
maðurin og tungan á vágskálini millum
samgongu og andstøðu kann hann
undirgrava fiskivinnupolitikkin hjá
samgonguni, og lítla løtu seinni fellir
hann uppskotið hjá sínum egnu um
at skerja talið av fiskidøgum við tjúgu
prosentum.
Dagurin er 15. august í 2008, og
enn ein bumba er brostin í CHE
sam gonguni. Bert tvær vikur eftir,
at Gerhard Lognberg úr Javnaðar
flokkinum hevur tikið seg úr sam
gonguni, tí sandoyartunnilin ikki fekk
teir pengarnar, sum Gerhard kravdi.
Nakrar dagar seinni er CHEsam
gongan farin í søguna.
Eingin disiplin
Hendingarnar á sumri í 2008 eru fesk
ar illustrasjónir av generellu floks
disiplinini í Føroyum. Og hetta var
evnið á einum tiltaki í hølunum hjá
Almannamálaráðnum mikukvøldið,
sum Búskapar og løgfrøðingafelagið
skipaði fyri. Løgtingsstjórin Súsanna
Danielsen og samfelagsfrøðingurin
Jógvan Mørkøre hildu fyrilestrar um
ávikavist formligu karmarnar fyri
politiska arbeiðinum og um floks
politisku skipanina fyrr og í dag.
– Eg fari at seta spurningin, um
politiskir flokkar finnast í Føroyum,
helt Jógvan Mørkøre fyri tíðliga í sínum
uppleggi, áðrenn hann sjálvur svaraði
spurninginum.
– Svarið er partvís ja, tí formliga eru
politisku flokkarnir framvegis sentralir.
Men svarið er eisini nei, tí sjáldan
hevur tað í praksis verið so trupult
at fáa eyga á nakrar samansjóðaðar
politiskar eindir, sum virka og arbeiða
í felag, segði Jógvan Mørkøre.
Tað er einstaklingurin og ikki flokk
urin, sum er tann primeri aktørurin í
før oyskum politikki. Toppstýringin
og floks disiplinin, sum vit kenna frá
londunum kring okkum, er trupul at
fáa eyga á í Føroyum. Eksklusjónir eru
nærum óhoyrdar, og tað fær lítlar og
ongar avleiðingar fyri tinglimir at ganga
ímóti egnum flokki ella samgongu í tíð
og ótíð. Politiska rekrutteringin finst
nærum ikki. Og flokkarnir hava onga
professionella umsiting, tí teir eiga
lítlan og ongan pening.
Úrslitið er sambært Jógvani
Mørk øre, at politisku flokkarnir eru
reduseraðir til leysar alliansur, sum
als ikki binda limirnar til eina felags
linju. Tí verður tað verri og verri hjá
flokkunum at orða og standa saman
um ein og sama politikk. Og »leysu
kanónirnar á dekkinum«, sum Jógvan
Mørkøre málber seg, eru vorðnar ein
natúrligur og integreraður partur av tí
politiska lívinum.
leysar kanónir
Men hvørjar eru so hesar leysu kanón
irnar?
Bara seinastu tvey til trý árini
eru døm ini mong. Stutt undan jól
um boð aði Magni Laksáfoss úr Sam
bands flokkinum frá, at hann tók seg
úr arbeiðinum við fíggjarlógini. Og
síðani boðaði hann í lesarabrævi frá,
at samtykta fíggjarlógin fyri 2010 er í
stríð við alla fakliga tilráðing.
Tann 23. september í fjør helt Edmund
Joensen í lesarabrævi, at hansara egni
løgmaður og floksformaður ikki var
sína uppgávu vaksin saman við hinum
oddafiskunum í ABC, tí hann ikki
gav donsku stjórnini boð um at tiðna
árligu ríkisveitingina, sum varð fryst
føst undir fullveldislandsstýrinum.
Løg maður græt og illa læt í útvarps
tíðind unum á middegi dagin eftir,
men eftir ein stuttan seinnapartsfund
sama dag vissaði ein glaður Kaj Leo
um, at samstarvið hevði ongantíð
verið betri.
Tríggjar dagar framman und an
segði Gerhard Lognberg úr Javn
aðarflokkinum við Sosialin, at løg
mað ur er Føroya størsti svíkjari.
Orðini fullu, eftir at landsstýrið hevði
strikað játtanina til undirsjóvartunnilin
í Sandoynna. Úteftir fingu hørðu
útsagnirnar hjá hvørki Edmundi ella
Gerhardi nakrar avleiðingar.
Og saman við Heina O. Heinesen
var tað eisini Gerhard Lognberg, sum
gjørdi lívið hjá CHEsamgonguni
súrt. Seinast í juli 2008 tók hann seg
úr CHEsamgonguni, enn einaferð
orsakað av sandoyartunlinum, og
tvær vikur seinni brast næsta bumb
an, tá Heini O. Heinesen feldi fiski
vinnupolitikkin hjá síni egnu sam
gongu, sum ein mánað seinni fór í
søguna. Um sama mundið legði javn
aðar tingmaðurin John Johannesen
javnaðarfólkini í landsstýrinum
undir at vilja »selja ommu sína fyri
taburettirnar«, sum hann málbar
seg. Og javnaðarformaðurin Jóannes
Eidesgaard segði seg í sjónvarpinum
verða stungnan í bakið. Men tað fekk
ongar avleiðingar.
Og vit kundu hildið á við Alfredi
Olsen, sum tók seg úr fyrru ABC
sam gonguni orsakað av orrustuni um
§ 266b, men sum nú er umborð aft
ur. Og Torbjørn Jacobsen, sum und
ir fullveldislandsstýrinum meiri enn
einaferð leyp á sín egna formann Høgna
Hoydal og løgmann Anfinn Kalls berg
við ákærum um líkt og ólíkt.
Breiðar samgongur
Stóri spurningurin er, hvat hesar
óteljandi orrustur á politiska pallinum
siga um politiska mentan í Føroyum.
Hevur hugtakið »flokkur« ein annan
týdn ing í Føroyum samanborið við
okkara grannalond? Hví tykist før
oyska floksskipanin at rúma eini
individualismu, sum ikki eksisterar í
londunum kring okkum?
– Tað er trupult at siga, hví tað
hevur útviklað seg soleiðis, sum tað
hevur. Men eftir mínum tykki áttu
flokkarnir at tikið í egnan barm og
gjørt sær greitt, hví vit í roynd og veru
skulu hava politiskar flokkar, heldur
Jógvan Mørkøre.
Hann saknar størri flokspolitiskar
umsitingar, politiska skúling av
nýggjum politikarum og avleiðingar,
tá kaos valdar.
Við eini slíkari politiskari mentan
er tað ikki løgið, at vit hava eina
breiða samgongu, tí tað skapar eitt
frælsi fyri politikarar at gera, sum teir
vilja, uttan at meirilutin koppar. Og
eg vænti, at vit fara at síggja meiri til
breiðar samgongur í framtíðini, har
tríggir stórir flokkar finna saman uppá
tvørs av høgra og vinstra og loysing
og samband, soleiðis sum støðan er
í dag, heldur Jógvan Mørkøre. Eis ini
hóast breiðar samgongur hava truplari
við at semjast um nakrar politiskar
raðfestingar, tí hugsjónarliga spjaðingin
blívur so stór.