fríggjadagur 15. januar 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 15. januar 2010
Um vikuskiftið er Mjølnir
kappingin hjá eldru
deild unum í Klaksvík.
Mill um annað skal finn
ast fram til, hvørji skulu
bjóða SÍ og Mjølnir av í
steypafinalunum hjá ávika
vist kvinnum og monn um
Nógvur flog bólt ur verður á skránni
ymsastaðni, nú Mjølnir skipar fyri
síni árligu kapping. Hesa ferð verða
brúktar Badmintonhøllin, KÍ-høllin
og Fimleikarhøllin í Klaksvík,
umframt høllin á Fossánesi, tá bæði
kvinnur og menn fara at dystast í
Eik-liguni, 1. og 2. deild
Í flestu deildunum eru so mong
lið meldað til, at innleiðandi verður
spælt í tveimum bólkum, men tó
eru tríggir bólkar í 2. deild hjá
kvinnum og bara tann eini í Eik-
liguni hjá monnum.
Serliga verður spennandi at
síggja, hvørjir vinnararnir verða í
Eik-liguni hjá kvinnum og monnum,
tí har stendur eitt steypafinalupláss
upp á spæl. Frammanundan hava
kvinnurnar hjá SÍ og menninir hjá
Mjølnir longu tryggjað sær annað
finaluplássið, tí tey bæði liðini
høvdu vunnið sær atgongd við at
vera á odda, tá ávikavist fyrsti
triðingur og fyrra hálva av
landskappingini var av. Hesi bæði
liðini eru tí heldur ikki við í
kappingini um vikuskiftið.
Tey bæði liðini, sum vunnu
FK-kappingina í Havn tíðliga í heyst,
hava longu vunnið sær ein 50
prosents kjans at koma í finalurnar.
Tá vann Fleyr kappingina hjá
kvinnum og SÍ kappingina hjá
monnum, og eydnast teimum at
vinna aftur hesa ferð, so er
finalusessurin tryggjaður.
Verður hinvegin talan um annan
vinnara, so skulu spælast
hálvfinalurnar millum tey bæði
liðini. Enn er ikki ásett, nær og hvar
møguligar hálvfinalur skulu
spælast, men tað er nakað, sum
Flogbóltssambandið tekur avgerð
um, um tað verður neyðugt. Men
reglurnar siga, at tað skal vera sum
skjótast eftir Mjølnir-kappingina.
Sperðil í bólkunum
Reglur áseta annars eisini, hvussu
liðini í Eik-liguni skulu bólkast í
Mjølnir-kappingini, og har var
sperðil komin í kappingina hjá
kvinnum av fyrstan tíð, tí bólkarnir
ikki vóru rætt settir saman. Tá vóru
TB, ÍF og Dráttur komin í annan
bólkin, meðan Mjølnir, B68, KÍF og
Fleyr vóru í hinum.
Men hetta er blivið rættað,
áðrenn endaliga skráin er løgd, so
nú síggja teir báðir bólkarnir
soleiðis út, at Mjølnir, Dráttur og ÍF
eru í øðrum bólkinum, meðan TB,
Fleyr, KÍF og B68 eru í hinum
bólkinum.
Reglurnar siga, at bólkarnir skulu
setast út frá støðuni í
landskappingini, tá fyrsti triðingurin
var spældur. Og hjá kvinnunum er
annar bólkurin tí settur saman av
nummar tvey, fimm og seks, meðan
hin bólkurin er settur saman av
nummar trý, fýra, sjey og átta, sum í
hesum førinum er B68, ið annars
spælir í næstbestu deildini.
Hóast hvørki SÍ-kvinnurnar ella
Mjølnir-menninir eru við, eru tey
bæði oddaliðini í næstbestu
deildini, B68 hjá kvinnum og TB hjá
monnum, komin við, so talið á
liðum er fult, umframt at spennandi
verður at síggja, hvussu hesi bæði
møguligu komandi Eik-liguliðini
standa seg ímóti teimum, sum
longu eru í deildini.
Annars er galdandi fyri 1. og 2.
deild hjá bæði kvinnum og
monnum, at tær kappingarnar
verða spældar lidnar í morgin.
Hinvegin bíða finalurnar í Eik-liguni
hjá kvinnum og monnum til
sunnudagin, og verða tær spældar í
Badmintonhøllini ávikavist klokkan
15 og 17.
Steypafinalist
arnir finnast
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Nógvur flogbóltur verður á skránni um vikuskiftið, tí bæði kvinnur
og menn í Eik-liguni, 1. og 2. deild kappast í árligu Mjølnir-
kappingini
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir