Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-15, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. januar 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 10 · 15. januar 2010 19 VIKUSKIFTI Mín besta uppskrift er nýggjur teigur í Vikuskiftis Sosialinum, har lesarin kann senda okkum sína bestu uppskrift, saman við mynd av rættinum og navni á kokkinum. Øll sløg av uppskriftum eru vælkomnar, bæði bakstur, matur og drekka, men tær skulu ikki hava verið almannakunngjørdar áður. Send tína bestu uppskrift til: Sosialurin Postboks 76 FO-110 Tórshavn mrk. uppskrift Ella til post@sosialurin.fo. Tónleikur eyðun klakstein eydun@sosialurin.fo Vit minnast stóru føroysku sigrarnar í útlendskum sjónvarpskappingum. Guðrun Sólja Jacobsen var stjørna í meira enn eitt kvøld. Jógvan Hansen hevði størri x-factor enn ís lend ingar. Gunnar Mikkelsen fekk sína løtu á tindinum. Og so var tað Linda Andrews, sum var stóra stjørnan í donsku X Factor kapp ing ini í fjør. Føroyingar hava ferð eftir ferð gjørt vart við seg í tónleika kapp- ingum, sum fylla nógv í okkara granna londum, tí tær verða sjón- varpaðar til eina stóra fjøld. Fleiri hava vunnið, onnur hava staðið seg væl, og nú eru aftur fleiri, sum bjóða seg fram. Næstu vikurnar kunnu føroyingar fylgja trimum føroyskum sangarum í størst tónleikakappingunum í Dan mark og Føroyum, og vandin fyri kulturimperialismu – sum onk- ur kallar hesar kappingarnar – er øktur. Anna, Jógvan og Jens Marni Fríggjakvøldið sleppa føroyingar – og danir – at síggja Onnu Nygaard í X-Factor fyri fyrstu ferð. Evnaríka songkvinnan verður fríggjakvøldið til upptøkuroynd, og longu nú er greitt, at fyrsta royndin hjá henni eydnast væl Leygarkvøldið verður Jógvan Hansen við í íslendska Grand Prix- num, har hann skal syngja sang, sum Bubbi Morthens hevur verið við til at skriva. Hetta er triðju ferð, at Jógvan Hansen er við í Euro vision, sum íslendingar kalla kapp ingina, og spurningurin er, um tíðin nú er komin til, at fyrsti før oy- ingurin vinnur eina slíka kapping. Nógv talar í øllum førum fyri, at Jógvan Hansen kann koma langt í kapp ingini. Og nú um dagarnar kom eisini fram, at Jens Marni Hansen skal verða við í danska Grand Prixnum, sum verður hildið fyrst í februar. Spurningurin er so, um føroy- ing ar fáa enn ein sigur í útlendskari sjónvarpskapping. Kappingarførir tónleikarar lagt tIl rættIs: Inna Törnroos UppsKrIft: Maria Jacobsen Uppskriftin, sum verður prentað í blaðnum, fær gávukort á kr. 300,- frá Thomas Dam búnýti tórshavn Niels Finsensgøta 18 tel. 36 30 00 saltangará Heiðavegur 56 tel. 44 76 04 Botnur: 300 gr av mjøli 200 gr av margarini ca 1 1/4 dl av vatni Hetta skal eltast saman og setast í køliskápið í ein tíma. Sós: 25 gr av margarini 2 spsk av mjøli 3 dl buljong 1 egg Fylla: 100-200 gr av skinkubitum 2 purrur 2-4 gularøtur 1 leyk Purruterta Smelta margarinið í eini grýtu, koyr mjølið í, stoyt so buljong í so við og við, meðan tú rørir og koyr umleið helvtina av egginum í. Restin skal brúkast at pensla við. Blanda skinkubitarnir í sósina. Sker purrur, gularøtir og leyk smátt og svitsa tað á pannuni. Rulla deiggið út og koyr tað í ein rundan tertuform. Lat eitt sindur verða eftur til at leggja omaná tertuna. Stoyt sósina við skinku omanyvir, síðan purrur, gularøtur og leyk. Flætta restina av deigginum omanyvir og pensla við egginum. Baka niðast í ovninum í 45 minuttir á 200 hitastigum. Bjóða eina fríska skál av salati afturvið. Næstu vikurNar skulu fleiri føroyskir tónleikarar taka lut í stórum kaPPiNgum í okkara graNNaloNdum Anna Nygaard skal royna seg í X-Factor, ið m.a. føroyska Linda Andrews vann á sinni. Myndir: jens kristian vang