fríggjadagur 15. januar 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 10 - 15. januar 2010
Clinton og Bush hjálpa
Barack Obama, forseti, hevur biðið undanmenn sínar,
George W. Bush og Bill Clinton, rætta Haiti eina
hjálpandi hond, nú landið er meint rakt av jarðskjálvta, og
báðir hava játtað. New York Times skrivar, at Obama
ringdi til Bush, sum alt fyri eitt játtaði. Tað er tó ikki heilt
greitt, hvør lutur hansara verður. Bill Clinton er serligur
ST-umboðsmaður fyri Haiti frammanundan. Tá flóðaldan
rakti Landssynningsasia í 2004, fekk Bill Clinton sín
undanmann, George Bush eldra, at savna pening og aðra
hjálp til tey neyðstøddu.
KunningarsKriv
Almannamálaráðið
Í farnu viku fóru tvey upp-
skot um at tálma útreiðsl-
urnar í eldrarøktini til
hoyringar. Viðgerðin av
mál inum hevur víst, at
nøkur viðurskifti tykjast
ógreið, og sum eru neyðug
at lýsa neyvari.
Freistin at gera viðmerk-
ingar til uppskotini er úti í
morgin, og fer lands stýris-
kvinnan tá at viðgera hesar
gjølla saman við Almanna-
málaráðnum. Síðani skal
málið aftur á landsstýris-
fund, har uppskotini verða
viðgjørd saman við hoyr-
ingssvarum, áðrenn enda-
lig støða verður tikin til
broytingarnar, eftir ætlan
fáa gildi 1. februar 2010.
Í stuttum er talan um
broytingar, ið merkja, at
pensjónistar koma at fáa
eitt hægri egingjald fyri
røkt. Broytingarnar hava
fíggjarligar avleiðingar fyri
pensjónistar á sambýlum
og fyri heimabúgvandi
pensjónistar, ið fáa heima-
hjálp.
Pensjónistur á sambýli
Pensjónistar, sum búgva á
eldrasambýlum, skulu
sambært ætlaðu broyting-
unum gjalda eitt grund-
gjald á 2.000 krónur um
mánaðin fyri dagrøkt.
Tað merkir eitt nú, at ein
stakur pensjónistur, sum
ikki hevur aðra inntøku
enn pensjón og sam halds-
fasta framyvir kemur at
gjalda 5.558 krónur um
mánaðin fyri at búgva á
sambýli. Fyri hetta fær
pensjónisturin kost og logi,
umframt alla neyðuga røkt.
Ein stakur pensjónistur,
ið ikki hevur aðrar inn-
tøkur enn pensjón og sam-
haldsfasta, hevur í dag eina
mánaðarliga inntøku á gott
9.600 krónur eftir skatt.
Hesin vil eftir ætlaðu
broytingunum sostatt hava
gott 4.000 krónur eftir um
mánaðin til aðrar útreiðslur
enn kost, logi og røkt.
Heimabúgvandi
pensjónistur
Fyri hendan bólkin eru
tvær ætlaðar broytingar.
Onnur broytingin er, at
tímasatsurin fyri heima-
hjálp verður hækkaður
nakað.
Hin ætlaða broytingin er,
at inntøkumarkið fyri, nær
fólk skulu gjalda fyri
heimahjálp, verður lækkað.
Her er talan um at lækka
markið fyri aðra inntøku
enn pensjón og samhalds-
fasta.
Í roynd og veru merkir
hetta, at allir heimabúgv-
andi pensjónistar, ið hava
inntøku yvir 9.600 krónur
um mánaðin eftir skatt,
skulu gjalda fyri heima-
hjálpina. Týdningarmikið
er at undirstrika, at
pensjónistar, ið ikki hava
annað enn pensjónina og
samhaldsfasta at liva fyri,
skulu framhaldandi ikki
gjalda fyri heimahjálp.
Ongantíð gjalda meira
enn 30 tímar
Ein pensjónistur kann
ongantíð gjalda meira enn
fyri 30 tímar heimahjálp
um mánaðin, hóast hann
fær fleiri enn 30 tímar
heimahjálp.
Viðvíkjandi hækkan av egingjøldum fyri eldrarøkt
Suðuroyingar høvdu
nóv lægstu tilboðini
upp á at umvæla
Strandfaraskipini
Ternuna og Rituna
strandfarasKip
Landsins
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað varð greitt, tá ið til-
boðini vórðu latin upp á
skrivstovuni hjá Strand-
ferðsluni á miðdegi í gjár.
Tilboðini skulu tó takast
við einum ávísum fyrivarni,
tí tað er so ymiskt, hvat teir
ymsu
tilboðsgevararnir
hava roknað upp í tey til-
boðini, teir hava latið inn.
Stórur áhugi var fyri
arbeiðnum, tí tilboð vóru
komin inn bæði frá Klaks-
víkar Sleipistøð, frá MEST,
frá KJ Hydraulik, frá Ass-
ens Skibsværft í Danmark
og so var eitt tilboð frá ein-
um
samtaki
ímillum
Bæ rend sen Teknik á Tvør-
oyri og Vágs Skipasmiðju.
Strandferðslan fer nú at
meta
nágreiniliga
um
tilboðini við atliti at prísi
og arbeiðstíð og so verður
tikið av tí tilboðnum, sum
tænir stovninum best út frá
einum heildarsjónarmið.
Tað fer at taka umleið ein
mánað at umvæla Rituna
og tveir mánaðir at umvæla
Ternuna.
Trý tilboð komu inn upp
á at umvæla Rituna. Tey
vóru hesi:
MEST hevði dýrasta til-
boðið og bjóðaði sær til at
gera arbeiðið fyri 1.324,615
krónur. Eitt samtak ímillum
KJ Hydraulik og Klaksvíkar
Sleipistøð bjóðaði sær at
gera
arbeiðið
fyri
2.277,116,54
krónur
og
samtakið
ímillum
Vágs
Skipasmiðju og Bærendsen
teknik kundi gera arbeiðið
fyri 1.120,910 krónur.
Hinvegin komu fýra til-
boð inn upp á at umvæla
Rituna. Klaksvíkar Sleipi-
støð
var
dýrast
við
3.570,450 krónum, Assens
Skibsværft
kundi
gera
arbeiðið
fyri
3.021,235
krónur, Mest bjóðaði sær at
gera tað fyri 2.222,662 kón-
ur og aftur her var samtakið
ímillum Vágs Skipasmiðja
og Bærendsen bíligast, tí
tey kundu gera arbeiðið fyri
1.703,308 krónur.
Tað er greitt, at í til boð-
num frá suðuroyar-sam-
takinum er ymiskt ikki talt
við, sum hinir aðrir til boðs-
havarar hava við, so tað
skal takast við einum ávís-
um fyrivarni.
Men umboð fyri samtakið
ímillum
Bærendsen
og
Vágs Skipasmiðju siga, at
eftir skjóta og leyðsliga
høv uðrokning, meta teir, at
teir framvegis liggja væl
fyri, tá ið teir eisini taka alt
við, sum er við í hinum til-
boðunum.
Suðuroyingar liggja væl fyri
Teir, sum góvu tilboð upp á at umvæla strandfaraskipini Ternuna og Rituna vóru spentir, tá
ið tilboðini vórðu latin upp. Her standa teir og kanna tilboðini hjá hvørjum øðrum og meta
um støðuna. Frá vinstru standa Mikkjal Bærendsen frá Bærendsen Teknin á Tvøroyri, Rasmus
Niclasen frá MEST, Bergur Bærendsen frá Bærendsen Teknik á Tvøroyri, Hans Ziskasen frá Vágs
Skipasmiðju og Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni. Tað sæst, at í fyrstu
syftu í hvussu so er, eru tað suðuroyingarnir, sum hava bestu orsøkirnar til at smílast
Fyrsta umfar av Sement
leygarkvøldið
Fyrsta innleiðandi umfarið av tónleikakappingini Sement
verður leygarkvøldið 16. januar í Perluni. Bólkarnir, sum
fara at kappast um at gerast "Føroya besti nýggi bólkur ella
einstaklingur" eru: The Plays, Fermi, Nikolina`s Rage, Lyon,
Rím og Reyp, Rebekka Petersen og Bárður Johannesen.
Tiltakið byrjar kl 20 og atgongumerki á 100 kr fáast í
Margarinfabrikkini, á skrivstovuni hjá Mess og við dyrnar.