fríggjadagur 15. januar 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 10 · 15. januar 2010
23
VIKUSKIFTI
Tað hendir ...
lagT TIl ræTTIs: Eyðun Klakstein
Barca skal
á føtur
Úrslitini hjá europeisku meistarunum fc Barcelona
hava verið misjøvn seinastu vikurnar, og nú real
Madrid andar Barca í nakkan í toppinum í la liga,
hevur Barca ikki ráð at snáva. leygarkvøldið fáa
teir vitjan av sevilla, sum telist millum sterkastu
feløgini í spania, og nú skulu Messi og liðfelagarnir
vísa, at teir ætla sær at vinna spanska gullið
aftur í ár.
Barcelona-Sevilla
rás 6 leygarkvøldið 16/1 kl. 21.00
nine á hvíta
tjaldinuM
sangleikurin nine var settur á Broadway
í 1982 og gjørdist víðagitin. nú er
sangleikurin gjørdur til biograffilm við
framúr góðum sjónleikarum. daniel day-
lewis vísur enn einaferð síni fantastisku
evni, og afturat sær hevur hann eitt
nú judy dench, Penelope cruz og kate
hudson. filmurin snýr seg um leikstjóran
Guido contini, sum er í listarligari og
persónligari kreppu.
nine
havnar Bio frá 14/1
BiskoPPurin
við MeininGuM
- er tað nakað, sum eitt samfelag ikki tolir, so eru tað ov nógv kenslusom og kreativ
fólk. hetta er eitt av sitatunum í bókini hjá danska biskoppinum jan lindhardt, sum er
kendur fyri at hava nógvar meiningar. í bókini greiðir hann erliga frá sínum uppvøkstri,
tá ið hann millum annað stamaði so illa, at hann kláraði ikki at siga sítt egna navn, um
hjúnarskilnaðin hjá sær og um trúnna á Gud.
Jan lindhardt
der skal råbes
kristeligt dagblads forlag
seMent leGGur frá landi
tónleikakappingin sement byrjar leygarkvøldið. kapingin er skipað við tveimum innleiðandi
umførum og einari finalu, og tað eru yngri bólkar, sum taka lut í talentkappingini, ið
Margarinfabrikkin skipar fyri. kappingin verður hildin í nýggju Perluni, og vinngurin, sum stendur
uppá spæl, er studiotíð og festivalpallur at spæla á.
tónleikakappingin Sement
Perlan
leygarkvøldið 16/1
jóGvan stílar
eftir finaluni
leygarkvøldið verður annað av fýra innleiðandi
kappingum í íslendska tónleika Grand Prixnum. ein
av luttakarunum hetta kvøldið er klaksvíkingurin
jógvan hansen. Málið hjá jógvan er at enda millum
tvey tey fremstu, og harvið vinna sær pláss í
finaluni, sum verður fyrst í februar mánaði.
ÍSlendSka euroviSion
svf
leygarkvøldið 16/1
kl. 21.00
GEnTan,
Sum SpældI
vIð EldIn
annar partur í trírøðini um lisbeth
Salander fæst í komandi viku sum
dvd-filmur. Røðin hevur verið sitt
stórt hitt í biohøllunum, og nú kanst
tú síggja filmin heima í stovuni, um tú
vilt tað. Gentan, sum spældi við eld er
spenningsfilmur, sum tekur við, har
undanfarni filmurin – mænd, der hader
kvinder – slepti.
pigen der legede med ilden
dvd
frá týsdegnum 19/1
anna
RoynIR SEG
X-Factor kappingin er tann størsta og best
umtókta av sínum slagi í danmark. Í fjør
vann føroyska linda andrews kappingina,
og aftur í ár er føroysk songkvinna við.
Hesaferð er tað unga anna nyaard, sum
hevur vunnið ársins songrødd, ið tekur. og
forumtalan hjá dR gevur ábendingar um,a t
anna nygaard fær góða móttøku í X-Factor
fríggjakvøldið.
X-Factor
dR1 fríggjakvøldið 15/1 kl. 19.00