Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-15, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. januar 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 10 - 15. januar 2010 tíðindi Tá Dimmalætting í gjár fór á nýggjar hendur, fór eisini ein av síðstu stóru familjufyritøkunum í landinum í søguna dimmalætting Óli Jacobsen oli@sosialurin.fo Keldur: Arnbjørn Ó. Dalsgarð: Føroysk blaðsøga FF-blaðið Tað er ikki bert hjá teimum nærmastu, partaeigarunum, at tíðindini um eigaraskiftið hjá Dimmalætting kendist við sorgblídni. Í meira enn eina øld hava fólk havt eina støðu til Dimma lætting. Hon var blað ið, sum fólk antin ”elskaðu” ella sum sum tey ”elskaðu at hata”. Tó ikki meira, enn at hetta skiftið eisini hjá hesum seinnu er ein løgin kensla. Tí uttan mun til, hvat ein helt um Dimmalætting, so varð hon lisin og diskuterað. Fekk langt lív Tað vóru royndir at geva eitt blað út í Føroyum áðr­ enn Dimmalætting, nevni­ liga Færingetidende. Av teim um mongu bløðunum, sum síðan eru komin út er bert Sosialurin til í dag, men hann byrjaði nærum 50 ár seinni. Dimmalætting sá dagsins ljós í 1877, og tað var V.U. Hammershaimb, sum kom við uppskotinum um hetta ódeyðiliga navnið. Høvuðsstuðlarnir hjá Færø Amtstidendes Trykk­ eri, sum gav Dimmalætting út, vóru donsku em bætis­ menninir og borgarar í Havn. Millum hesar var ei si ni Jens Olsen, keyp­ mað ur í Havn, sum seinni gjørd ist stuðul av Før inga­ felag ið og Føringatíðini. Hann var annars versonur gamla sýslumannin H.C. Müll er. Ein annar stuðul var Enok Bærentnsen, pápi fyrs ta og einasta føroyingin, sum gjørdist amtmaður. Upplagið var ikki tað stóra. Heilt fram til aldar­ skiftið lá tað um 3­500. Tað var ikki fyrr enn í 1920, at tað kom uppá 1.200. Men tá fór at ganga skjótt. Dimmalætting var frá byrj an av eitt konservativt blað, sum í donskum po litikki stuðlaði stjórnini og sum ikki prentaði tilfar, sum kundi føra til rumbul. Longu í 1879 gjørdist Dimmalætting lýs ing ar­ blað. Hóast kunngerðirnar ikki góvu pengar, hjálpti hetta til at styrkja støðuna hjá blaðnum millum lesar­ ar nar. Hesa støðu hevði blað ið í meira enn 100 ár, tá ið vit fingu alment lýs ing­ ar blað. Hetta førdi eisini við sær, at meðan øll fyrr lósu almennu kunn gerð ir­ nar, eru tey nú bert nøkur fá. Føroyskir og danskir blaðstjórar Fyrsti blaðstjórin á Dimma­ lætt ing var løgfrøðingurin Lütje Lützen f. 1848. Hann var somur Evu og A.C. Lüt­ zen, sum var tann fyrsti Lüt zen í Føroyum. Hann ar beid di hjá sorin skriv ara­ num, men flutti seinni til Kor sør. Longu i 1880 tók Oliver P. Effersøe við. Hann var son ur fyrsta Effersøe í Før­ oyum, Jón. Hann var mill­ um annað við í krígnum móti Týsklandi í 1864, sum tað hevur verið greitt frá í røðini Hendur ið Sleptu. Ein blaðstjóri, sum kom at hava stóran týdning fyri blaðið var Rasmus Effersøe. Hann stuðlaði áhuganum fyri føroyskari mentan og máli. Aðrir blaðstjórar fram til Samuelsentíðina vóru: Louis Berg, H.C. Petersen, gift ur við Elsu Petersen, foto grafi, Jacob Johansen, Emil Bruun, Enok D. Bær­ en t sen, Søren Muller, lang­ abbi blaðstjóran á Sosiali­ num, Christian Heilskov, Oluf Skaalum og Poul Niclas sen. Fleiri av teimum fyrru vóru danir í Føroyum. Poul Niclassen man hava ver ið tann mest kendi frá teir ri tíðini. Hann var blað­ stjóri frá 1918­1936. Í han­ sara tíð vóru stór tøknilig fram stig gjørd á prent­ smiðju ni, samstundis sum tíð inda tænstan batnaði mun an di. Hóast hann var sam bands maður var Poul sera tollyntur móti øðrvísi hugs andi. Hann varð enntá lagd ur undir at vera sjálv­ stýrismaður í sam bands­ hami. Andrass tryggjaði sær Dimmalætting Í 1888 byrja tjóðskaparligar rembingar í Føroyum, og tá fara fólk at taka partí fyri og ímóti. Hetta kemur rættuliga til sjóndar í 1901, tá ið Tinga­ krossur byrjaði at koma út við tí víðgongda og frílynta Kristin í Geil sum blað­ stjóra. Tá kom at síggjast, hvør mun ur kundi vera á bløð­ um. Ein kann næstan siga, at Dimmalætting og Tinga­ krossur livdu av ”at spilla hvørt annað út.” Hetta er kanska nakað nógv tikið til, men tónin millum bløðini var sera skarpur. Um hesa tíðina fingu vit eisini floksbýtið, og hvørt av bløðunum fóru í sín part. Andrass Samuelsen, for­ mað ur í Sam bands flokki­ num, vildi tryggja sær, at Dimma lætting framvegis skul di vera málgagn fyri flokk in. Tað vóru nógvir parta eig­ ar ar í felagnum, sum gav Dimma lætting út. Andrass vil di tí tryggja sær meiri lut­ an av partapeninginum. Hann fór at keypa aðrar Fyrsta Dimmalætting sum kom í 1877 Fyrsti blaðstjóri var Lütje Lützen Annar blaðstjórin var Oliver Petræus Effersøe Rasmus Efffersøe var skiftivís blaðstjóri á Dimmalætting og Føringatíðindi Til minnis um gomlu Dimmu