fríggjadagur 15. januar 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 10 - 15. januar 2010
27
tíðindi
parta eigarar út, so hann
kom eiga 51% av parta pen
ing inum og harvið ræðið á
Dimmalætting.
Tann fyrsti Samuel
sen á Dimma lætting
Hetta sást skjótt aftur á
Dimma læting við Georg
Linden skov
Samuelsen,
sum var sonur Andrass og
konu hansara Beatu, sum
var dóttir Margrethu og
Georg Lindenskov í Havn.
Georg var føddur fyri júst
100 árum síðan tann 8.
janu ar 1910. Hann hevur
ver ið nakað vesaligur sum
ný føð ingur, tí hann varð
heima doyptur. Hetta varð
van liga gjørt við børn, sum
vóru í lívsvanda. Hetta
kun di gerast uttan prest,
bert tann sum doypti sjálvur
var doyptur og trý vitni
vóru til staðar.
Men Georg kom seg
skjótt. Hann verður so
”ordi liga” doyptur í Havnar
kirk ju, tá ið hann var eitt ár
gamal. Ein gubbi hansara
var tann blaðungi Guttorm
R. Joensen, sonur Amaliu f.
Müll er
og
Grønlands
Johan.
Her vóru nógvir góðir
gest ir. Ein av teimum var
skyld maður Georg, Poli í
Dal, sum árið eftir gekk
burt ur við Oliviu. Hann
var í barsil, hóast hann var
odda maður í teirri tá uppá
seg
nýggju
brøðra sam
komu ni.
14 ára gamal fer Georg á
Dimmalætting at læra til
prent ara. Tá vóru aðrar
greið ir enn nú. Tað hevur
ver ið sagt, at eitt tað fyrsta
jobb ið hjá Georg var at
vinda kastið til pressuna,
sum tá gekk við handamegi.
Blað ið var fýra síður og
mátti koyrast tvær ferðir
gjøgn um pressuna.
Men í 1936 verður Georg
blaðstjóri,
bert
26
ára
gamal. Hetta arbeiðið
hevði hann í fram til 1981,
ella 45 ár. Hann mundi eisi
ni aftaná tað taka eina hond
í. Tískil kom hann at upp
liva alla menning í prent
list ini sum hevur verið. Ikki
minst
kollveltandu
var
broyt ingin hann upplivdi
vera við seting. Fyrst Georg
mintist varð hvør bókstavur
settur við hond, og skuldi
hann leggast aftur í sama
pláss, tá liðugt var at prenta.
Sein ni fingust setimaskinur,
og nú er einki sum eitur set
ari longur.
Hvørt ark skuldi leggjast
í pressuna við hond. Síðan
skuldu blaðið falsast. Nú
hendir alt hetta aut o matiskt.
Georg mundi ongantíð
gevast at skriva í sínum
huga heimi. Eg hitti hann
eina ferð langt eftir, at hann
var givin við øllum og segði
við hann: ”Ja, nú er liðugt
við at skriva!” Hann hygg
ur uppá meg og sigur: ”So,
tú er givin!”
Mátti velja millum
pápan og flokkin
Georg livdi fult út upp til
setn ingin hjá pápanum at
varð veita
Dimmalætting
sum eitt sambandsblað.
Poul Niclasen var ein dugnaligur blaðstjóri á Dimmalætting
1918-1936
Eftir Poul kom Georg L. Samuelsen, sum var blaðstjóri í 45 ár
Andrass Samuerlsen vildi tryggja sær, at Dimmalætting gjørdist
eitt sambandsblað
Prentsmiðjan hjá Dimmalætting í 1928. F.v. eru Andreas Rubeksen, Oluf Nielsen og Esben Vangsen