Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-15, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. januar 2010síða 29

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 - 15. januar 2010 29 tíðindi Tíðindaskriv Várið tykist vera tíðliga á veg í ár í Steinprenti, sum í hesum døgum leggur høli til 25 ljósar og lættar vatn­ litamyndir hjá Bárði Jákups­ syni. Tað er kanska skeivt at sipa til árstíðir í hesum føri, tí landslagstulkingarnar hjá Bárði eru rættiliga abstraktar, umframt dekorativar, men onkursvegna kennist litaval­ ið við gulum, violettum og bláum spektrallitum ljóm­ andi ljóst og várligt og ser­ stakliga vælgerandi í vetrar­ myrkrinum. Artistisku strik­ una og musikalska, rútmiska máliháttin kenna vit aftur frá oljumálningunum hjá Bárði, men vatnlitamyndir­ nar sýnast heldur lættari, meira spontanar og einfald­ ar í bygnaði. Summar av myndunum eru næstan jap­ anskar ella Janus Kambansk­ ar í einfaldleika, sum tá gamli meistarin í sínum prentmyndum ferð eftir ferð í smáum prismublunkum rakar við tað kosmiska í nátt­ úru ella gerandisdegi okk­ ara. Eins og smá prismu­ blunk av poesi eru hesar prentmyndir Janus Kamb­ ans og tað sama kunnu vit siga um tær bestu av vatn­ litamyndunum hjá Bárði Jákupssyni, ið verða at síggja í Steinprenti á Skála­ trøð 16 inntil 27. februar. Framsýningin letur upp mikudagin 20.januar klokk­ an 16.00 og øll eru hjartaliga vælkomin. Bárður Jákupsson er ein av stigtakarunum til at stovna eitt áhugafelag til frama fyri Steinprent og verður hetta felag eftir ætl­ an stovnað sama mikukvøld, 20. jan klokkan 19.30. Øll eru vælkomin at tekna lima­ skap í hesum grafikkfelag, eisini um tað berst einum frá at koma til fundin. Meir fæst at vita um hetta við at venda sær til Bárður Jákupsson á tlf.: 225789 bardur@post.olivant.fo ella Gunnar Hoydal á tlf.: 312849 ghoydal@post. olivant.fo Várið kallar Steinprent... Mynd: (Bárður Jákupsson) 17. januar – 4. marts 2010 Fernisering Listafelagið í Keypmanna­ havn, sum hevur sínar fram­ sýningar í Føroyahúsinum, Vesterbrogade 17A í Keyp­ mannahavn, byrjar árið 2010 við einari hugvekjandi og spennandi framsýning av Arnold Vegghamar. Fernisering verður sunnu­ dagin tann 17. januar 2010 kl. 15.00 – 17.00. Framsýn­ ingin verður at síggja fram til 04. marts 2010 Arnold Vegghamar er føddur í 1937, útbúgvin silvur­ og gullsmiður. Arn­ old er ættaður úr Viðareiði, har hann eisini býr. Unga ættarliðið hevur eis­ ini víst vælumtókta lista­ manninum eyka stóran áhuga í hansara list tey sein­ astu árini. Listafelagið fer at hava framsýningar við ymiskum sjangrum í 2010. Vit fara at vísa framsýningar við lista­ fólkum, sum eru meira ella minni kend og etablerað. Málið hjá Listafelagnum fyri 2010 er at fáa framsøkin og nýskapandi listafólk fram á listarliga pallin. Við framsøkin og nýskapandi skal skiljast listafólk, sum á ymiskan hátt vísa nýggj element, lið ella signal, sum kunnu gera sítt fyri at gera rák, sum eru í føroyskari list, sjónligari. Listafelagið www.listafelag.dk Arnold Vegghamar: Framsýning í Føroyahúsinum Stanley Samuelsen var í morgun at síggja á sjónvarps­ skíggjanum hjá Fox í Austin, Texas. Stanley er í USA í tvær vikur, har hann tekur lut í verkætlanini, The house of songs. Ein verkætlan, sum millum annað gevur Stanley møguleika at arbeiða saman við fleiri dugnaligum tónasmiðjum og sangskrivarum. Sum partur av vitjanini var Stanley at síggja og hoyra í morgunsending í sjónvarpi í morgun, og í kvøld, í annaðkvøld og komandi týskvøld hevur liveframførslur. Bæði saman við lokalum tón­ leikarum og einsamallur á palli. Stanley í amerikonskum sjónvarpi