Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. desember 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 242 - 14. desember 2001 Nr. 242 - 14. desember 2001 3 Í dag og í morgin fer jólamaðurin, Kjøtkrókur, at taka ímóti suttum frá børnum, sum vilja leggja av at nýta suttu Øll børn kunnu geva Kjøtkróki suttuna fríggjadagin og leygardagin. Fríggjadagin spælir Tórshavnar Ung- dómshornorkestur eisini á Torginum JÓLAMAÐUR Tíðindaskriv Fríggjadagin 14. og leyg- ardagin 15. desembur vitjar Jólamaðurin, Kjøtkrókur, í SMS. Hann fer at halda til frammanfyri jólabýin á Torginum. Øll børn, sum brúka suttu, og ynskja at leggja av, kunnu geva Kjøtkróki sutt- una. Aftur fyri fáa tey ein lítlan mjólkarpakka frá MBM og frukt. Í fjør um hetta mundið tók Kjøtkrókur eisini ímóti suttum á Torginum. Tá góvu rættuliga mong børn honum suttuna, og hann vónar, at hesaferð fær hann eins nógvur suttur, um ikki fleiri. Við sær í SMS hevur Kjøtkrókur eisini allar sutt- urnar, hann fekk í fjør. Fríggjadagin ber til at geva Kjøtkróki suttuna ímillum kl. 16.00-17.30 og leygardagin ímillum kl. 12.00-14.00. Beint eftir vitjanin hjá Jólamanninum fríggjadagin spæl- ir Tórshavnar Ungdómshornorkestur jólatónleik á Torginum. Samstundis sum tey spæla, selja tey eisini lutaseðlar til frama fyri eina konsertferð. Vinnararnir verða funnir eftir framførslu teirra á Torginum, verður sagt úr SMS. JÓLAHUGNI Tíðindaskriv Sunnudagin komandi seinnapartin millum klokk- an 15 og 18 lata tey hurð- arnar upp í øllum útisavn- inum í Hoyvík, soleiðis at fólk sleppa innar at uppliva lívið upp undir jól á einum bóndagarði fyrr í tíðini. Ætlanin er, at foreldur við børnum kunnu fara eitt sindur burtur frá nútímans jagi og stressi og slappa av í skýmingini í tí hugnaliga umhvørvinum Heima á Garði. Høvi verður at síggja bóndahúsini innan, meðan húsfólkið stákast við at baka og gera okkurt plagg- ið liðugt, onkur sigur eina søgu, og tú heldur skýming. Smiðurin greiðir frá smíðnum í smiðjuni. Eldur er í essuni, og amboðini standa til reiðar. Í hoyggjhúsinum fjalir onkur vættur seg millum hoyggj og torv og gomul amboð. Tarvafjósið, fjósið og svalihúsið goyma okkurt smátt, eitt sindur forvitnis- ligt. Og í turkihúsinum fæst ein drekkamunnur og onkur góður biti til keyps, bæði fyri vaksin og børn. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá okkara góði maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi John Nicolajsen Skopun doyði og varð jarðaður. Tøkk til tykkum á Áargarði, sum vóru so góð við hann ta tíð, hann var har.Tøkk til tykkum í Betania. Finnur Hansen fyri góð og troystarrík orð. Tøkk fyri blómur og kransar.Tøkk til tykkum øll, sum hjálptu til við ervið, og til tykkum, sum fylgdu honum til hansara síðsta hvíldarstað.Tøkk øll somul. Fam.vegna Sára Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá kæri sonur, beiggi, svágur, mammubeiggi og pápabeiggi okkara Mikkjal Sjúrður Olsen so brádliga doyði og varð jarðaður. Tøkk fyri vøkur orð í kapellinum og í kirkjuni.Tøkk til tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.Til tykkum, sum sendu blómur og kransar og fyri peningagávur, sum fóru til Svínoyar kirkju og til barna- og ungdómsarbeiði í Hvannasundi. Og til tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðini. Ein serlig tøkk til manningina á Havhesti fyri tað arbeiði tit gjørdu umborð. Fyri tey avvarðandi Mamma og systkini Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara kæra mamma Anna Jensen fødd Ellingsgaard Tórshavn andaðist á Landssjúkrahúsinum mikumorgunin 12. desember 89 ára gomul. Jarðarferðin verður leygardagin 15. desember kl. 13.00 úr Dómkirkjuni. Familjunnar vegna Jákup og Annfinnur Tey, ið vilja minnast Onnu, kunnu lata herberginum hjá Frelsunarherinum eina gávu, konto í Sparikassanum. Jól í gomlum døgum á Hoyvíksgarði Heima á Garði í Hoyvík ber til at uppliva jólahugna í einum føroyskum bóndagarði í gomlum døgum Gevið jóla- manninum suttuna Samlaða útlendska veiðan fyrstu 11 mánaðarnar í ár er komin upp um 300.000 tons. Og tað er svartkjafturin, sum ger munin. Ísland, Noreg og ES hava í ár veitt 202.000 tons av svartkjafi undir Føroyum og trekkja vit tey frá samlaðu útlendsku veiðuni upp á 301.443 tons, so eru vit niðri á einum miðal árið hvat útlendskari veiðu viðvíkur FISKIVEIÐA Jústinus Leivsson Eidesgaard Russar hava hinvegin veitt minni av svartkjafti enn teir plaga. Teir hava veitt 79.000 tons fyrstu 11 mán- aðarnar í ár, teir plaga vanliga at liggja um 100.000 tons hesa tíðina. Ongin kongafiskur Kongafiskur, sum føroyskir djúphavstrolarar pástanda at russar veiða í ólukkimát undir Føroyum, figurerar slett ikki í yvirlitinum hjá Fiskiveiðueftirlitinum fyri teir fyrstu 11 mánaðarnar í ár. Men russar hava veitt 1675 tons av øðrum fiska- sløgum, so tað kann vera at kongfiskurin finnst her. 1675 tons er fittur partur av fiskiskapinum hjá einum ísfiskatrolara. Norðmenn eru ógvuliga drúgvir undir Føroyum og teir eru farnir at brúka fleiri fiskidagar enn russar. Teir vóru her tilsamans 1835 fiskidagar og tað gevur í meðal fimm fiskiskip hvønn einasta dag, hesar fyrstu 11 mánaðarnar. Norðmenn eru her við svartkjaftabátum, tá verktíðin er, síðan liggja línubátarnir ein stóran part av árinum. Teir eru nú farnir heim at halda jól, og koma talsterkir aftur beint eftir nýggjár. Januartúrurin rokna teir sum ein tann besta á árinum. Teir frysta fiskin umborð. Bert ein kalvabátur er undir Føroyum í løtuni. Lakur november Tølini fyri botnfisk, sum útlendsk skip hava veitt undir Føroyum í november eru smá. Bert tvey ES lond hava roynt undir Føroym í hesum tíðarskeiði, tey eru Bretland, sum hevur veitt 60 tons og Frakland, sum hevur veitt 530 tons. Bretland hevur nýtt 20 fiskidagar og í hesum tíðarskeiði hava teir veitt 5,9 tons av toski, 18,1 tons av hýsu, 20,1 tons av upsa, 8 tons av kongafiski og annars eitt sløg av øðrum fiskasløgum. Franskir djúpvatstrolarar liggja meira ella minni fast undir Føroyua alt árið og í november nýtti teir 87 fiskidagar undir Føroyum, tað merkir at minnst tríggir trolarar vóru í føroyskum sjógvi. Fronsku djúpvatns- trolararnir fiska mest blálongu av botnfiski. Teir veiddu 57 tons, siðan veiddu teir 25 tons av upsa og 21 tons av kongafiski. Teir royna so djúpt, at ongin toskur var í teirra fiskiskapi. Ein franskur svartkjaftabátur hevur eis- ini verið í føroyskum sjógvi. Hann fekk 278 tons av svartkjafti. Tølini frá fiskiveiðueftir- litinum vísa eisini, at ein norskur kalvabátur hevur undir Føroyum í november og hann hevur roynt allan mánaðin. Hann hevur fingið 6,5 tons av kalva og bara eitt sløg av øðrum fiskasløgum. Einir 12 russiskir svart- kjaftatrolarar hava roynt undir Føroyum í november. Teir hava nýtt 378 fiski- dagar og hava veitt 17.024 tons av svartkjafti. Russ- isku trolararnir hava eisini fingið 38 tons av gullaksi og góð 1000 tons av ansjosum. Sambært tølun- um hava teir ikki fingið so mikið at kongafiski, at tað er nevnt serstakt í yvir- litinum, men teir hava veitt 385 tons av øðrum, so her kann kongafiskur vera uppi í. Íslendingar hava veitt 20.000 tons av svartkjafti undir Føroyum í november. Útlendska veiðan undir Føroyum: Hava veitt góð 300.000 tons í ár Bretar nyttu 20 fiskidagar undir Føroyum í november og millum annað hesin Hulltrolarin, sum var tikin fyri ólógliga veiðu royndi undir Føroyum í november Mynd: Jens K. Vang C M Y K 3 2