Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. desember 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 242 - 14. desember 2001 Nr. 242 - 14. desember 2001 5 Deildin hjá Litaval í Vági fær nú rúmligari umstøður. Nýggjur bygningur varð reistur týsdagin. Við hesum flytir virk- semið í egin høli, ið eisini eru væl størri, enn leigaðu hølini, ið húsast hevur verið í BYGGING Dagfinn Olsen Framgongdin í búskapinum nær eisini útjaðaran. Vágur, sum í kreppuárunum var fyri sera stórum bakkasti, líkist nú mest einum stór- býi, um hugsað verður um virksemi og harav stand- andi ferðslu. Nýtt og framkomið fiska- virkið er júst farið í gongd við framleiðslu, eins og annað virksemi hevur tikið dik á seg. Annað eyðkenni fyri framgongdina er økt byggi- virksemi og eisini her er Vágur við. Litaval í Vági hevur í mong ár húsast í leigaðum hølum, men nú verður bøtt um umstøðurnar. Litaval byggir nú nýggj høli, ið liggja væl fyri við bryggju- økið. Hetta merkir sam- stundis, at handilshølini liggja miðskeiðis í bygdini og við høvuðsvegin. Nýggju hølini liggja í handilsumhvørvi millum aðrar handlar í miðum býi. Nýggi bygningurin verð- ur innilokaður fyri jól og væntandi verður latið upp fyrst í apríl. Umstøðurnar verða mun- andi betraðar, tá flutt verð- ur í nýreista bygningin, ið eisini hevur góðan kjallara. Farið verður tá úr 67 fer- metrum og í nýggju hølini, ið eru eini 160 fermetrar. Litaval í nýggjan bygning Flogfelag Føroya verður frá 1. apríl ikki longur umboð hjá Maersk Air í Føroy- um. Men samstarvið annars fer at halda fram, verður sagt av Maersk Air FLOGFERÐSLA Edvard Joensen Maersk Air hevur sagt avtaluna við Flogfelag Før- oya, um at umboða Maersk Air í Føroyum, upp. Men samstarvið verður fram- vegis milum feløgini bæði, sigur Keld Moesgaard Christensen, rutustjóri hjá Maersk Air. Tað einasta, sum upp- søgnin í praksis merkir, sigur Keld Moesgaard Christensen, er, at Flog- felagið ikki longur fær part av teimum ferðaseðlum, sum seldir verða fyri Maersk Air í Føroyum. – Ætlan okkara við hes- um tiltakinum er at seta allar ferðaskrivstovurnar í Føroyum javnbjóðis, so- leiðis at eitt felag ikki fær vinning av arbeiði, sum eitt annað felag ger, sigur hann. Maersk Air fer nú sjálvt at standa fyri søluar- beiðinum, sum gerast skal í Føroyum. Tí fer Steffen Riiskjær at taka sær av í framtíðini. Hann er væl kendur millum fólk í ferða- vinnuni. Hevur til dømis verið fleiri enn 50 ferðir í Føroyum í arbeiðsørindum. Annað samstarv millum Maersk Air og Flogfelag Føroya fer tó at halda fram eftir 1. apríl, sigur Keld Moesgaard Christensen. Flogfelagið fer enn sum áður at selja ferðaseðlar fyri Maersk Air, eins og Flogfelag Føroya eisini fer at standa fyri avgreiðlsuni av Maersk Air flogførunum á flogvøllinum í Vágum. Maersk Air sagt avtalu upp Hóast flogfelag Føroya ikki longur verður umboð hjá Maersk Air í Føroyum, fer samstarvið annars at halda fram. Eitt nú fer Flogfelagið framvegis at avgreiða Maersk Air flogførini á flogvøllinum í Vágum ÚTGÁVA Bókadeild Føroya Lær- arafelags hevur nú út- givið 51. bókina í røðini Mín jólabók. Mín jóla- bók kom á fyrsta sinni út í 1950, og er síðani komin út á hvørjum ári, uttan í 1958. Tá gav Bóka- deild Føroya Lærara- felags út tær tiltilknu "Glæstribøkurnar" og hevði tískil ikki ráð at eisini geva út jólabók- ina. Í ár hevur Eli Smith myndprýtt bókina. Eyðna Magnussen og Niels Jákup Thomsen hava greitt hana til prentingar. Í bókini eru næstan bara nýskrivaðar søgur: Jólanátt á bispagarð- inum eftir Sólvør P. Niclasen, Mánarósa eftir Kristinu Djurhuus, Sherlock Holmes í and- róðri eftir Maud Heine- sen, Loynikamarið eftir Lydiu Didriksen, Við- førisrúmið eftir Paulinu Slættanes, Ein vinur í neyðini eftir Sólrún Michelsen, Tummas og Vár eru burtur eftir Onnu Elisu Jacobsen og Sirpus eftir Moniku Strauss Joensen. Heri Joensen, prestur hevur skrivað inngangin, Jól. Yrkingarnar Jólasálm- ur eftir Karl Højsted, Summarfrí og Apríl- dagar eftir Halldóru Dam, Jólahátið glað eftir Jøkil og Hinumegin vindeygað eftir Sólrún Michelsen. Umframt hetta eru eisini tvær týddar søgur. Tá ið Betlehemsstjørnan skuldi fara frá eftir Gundu Jørgensen, sum Marjun Bæk týddi og Á skattaveiði, sum Effie Campbell hevur týtt. Mín jólabók 2001 er 128 blaðsíður, heft og kostar 70 krónur í bóka- búðunum. Bókin er umbrotin, prentað og heft hjá Pf. Einars Prent. ÚTGÁVA Ingrid Bjarnastein Plátufelagið Tutl hevur givið enn eina fløgu út. Sjálvt um tað nú stundar móti jólum, er hetta ikki ein jólafløga. Fløgan er við Spæli- monnunum í Hoydølum, og kallast hon "Á ferð". Upptøkurnar eru úr Skotlandi, Orknoyggj- unum, USA og Føroy- um. Útgávan er ein liður í ætlanini um at endur- útgeva LP-plátur. Í hes- um føri er talan um grammofonplátur. Í ár 2001 hevur Tutl endurútgivið fýra av LP´unum hjá Spæli- monnunum. E n d u r ú t g á v u r n a r 2001 eru framdar í sam- bandi við, at Tutl fyllir 25 ár í ár 2002. Spæli- menninir í Hoydølum vóru teir fyrstu at innspæla á Tutli í januar mánaða í 1977. Mín jólabók Nú er glið av álvara komið á arbeiðið at yvirtaka bæði løgreglu og dóms- vald. Fyrireikingirnar verða lidnar longu næsta ár, og tað er fleri ár frammanfyri upprunaligu tíðar- ætlanina FULLVELDIÐ Áki Bertholdsen Um eitt ár skal tað longu vera verða klárt at yvirtaka løgregluna og rættarskip- anina á føroyskar hendur. Hetta eru danska stjørnin og Føroya Landsstýrið samt um. – Nú er glið av álvara komið á arbeiðið at fyri- reika yvirtøkuna av løg- regluni og rættarskipanini, sigur Høgni Hoydal, lands- stýrismaður í sjálvstýris- málum. Herfyri valdu danska stjórnin og føroyska stjórn- in hvør sína nevnd av embætisfólkum at fyrireika yvirtøkuna. – Tær báðar nevndirnar høvdu sín fyrsta fund mikudagin og tá var ein arbeiðsætlan og fundar- ætlan løgd fyri, hvussu arbeiðið skal fara fram hereftir. Høgni Hoydal sigur, at eftir arbeiðsætlanini hjá nevndunum skulu fyrireik- ingarnar til yvirtøkuna vera lidnar við árslok næsta ár. Tað, sum ætlanin er at yvirtaka, er løgregla, dóms- vald, ákæruvald, kriminal- forsorg og fongsulsverk. Gingið striltið Tað hevur annars gingið strilti at fáa gongd á hetta arbeiði. Upprunaliga var ætlanin at yvirtaka løgregluna í hesum valskeiðnum. – Men tað arbeiðið sabo- teraði danska stjórnin. Fyrst slapp løgreglan í Føroyum ikki at taka lut í fyrireikingararbeiðnum. – Í aðru atløgu sýtti danski løgmálaráðharrin, sum tá var, Frank Jensen, fyri at taka lut í arbeiðnum og hann boygdi seg ikki, fyrrenn eg gjørdi honum greitt, at vildi stjórnin ikki taka samstarva í hesum máli, framdu vit yvirtøkuna av okkara eintingum. Úrslitið varð so, at Føroya Landsstýrið og danska stjørnin settu hvør sína nevnd av embætisfólki at fyrireika yvirtøkuna. – Avtalan við Frank Jensen var, at nevndin skuldi vera liðug við fyri- reikingarnar longu við árslok næsta ár. Síðani stjørnarskiftið í Danmark eftir fólkating- valið í november, hevur nývaldi danski forsætis- ráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, váttað, at danska stjørnin er sinnað at taka lut í arbeiðnum at yvirtaka løgreglu og dóms- vald, soleiðis sum avtalað er frammanundan. Hetta er landsstýris- maðurin sjálvstýrismálum stak væl nøgdur við, tí tað eru fleiri ár frammanfyri tað upprunaligu tíðarætl- anina. – Eftir ætlanini, sum Løgtingið samtykti, skuldu fyrireikingarnar at yvirtaka rættarskipanin verða lidnar í 2004 og arbeiðið at yvir- taka løgregluna skuldi vera liðugt í 2006. Høgni Hoydal sigur, at tað, sum er hent hesar seinastu mánaðirnar, er eitt stórt frambrot afturímóti tí, støðuni sum var fyri bara trimumn mánaðum síðani, tá ið danska stjørnin ikki vildi góðtaka nakað. Ongar bindingar eftir Landsstýrismaðurin í sjálv- stýrismálum er avbera væl nøgdur við, at glið nú av álvara er komið á arbeiðið at yvirtaka løgreglu og dómsvald. – Hesi bæði málsøkini eru nógv tær týdningar- miklastu umsitingarligu bindingarnar, sum enn eru ímillum føroyar og Dan- mark. Tá ið løgreglan og rættarskipanin eru yvir- tikin, eru sostatt næstan ongar umsitingarligar bind- ingar efttir ímillum Føroyar og Danmark og tað er eitt stórt framstig fyri full- veldisætlanin, sigur Høgni Hoydal. Útbúgva føroyingar Í føroysku embætisnevnd- ini er Rúni Joensen, stjóri á lógardeildini hjá Lands- stýrinum, formaður, um- framt bergur Berg, Ingun Eiriksdóttir, Eyðbjørn Larsen frá Lógardeildini, umframt Hans Trygvi Teirin og Bjørn á Heygum, sakførarar, og harafturat er Majken Johansen, sum eitt skifti var dómari í Føroyum við í nevndini. Seinasti nevndarlimurin er eitt umboð frá lønardeildini í Fíggjarmálastýrinum. – Tað er fyri at tryggja okkum, at øll rættindi og allar avtalur, sum starvs- fólkið hevur, eisini verða varðveitt í eini føroyskari skipan. Høgni Hoydal sigur, at ein týðandi partur í sam- bandi við yvirtøkurnar, verður at læggja eina mið- vísa ætlan fyri, hvussu føroyskir dómarar, ákærar o.s.fr., kunnu búgvast út, so at vit hava fólk at taka við hesum týdningarmiklu størvunum. – Tað liggur eisini í kortunum, at í eini skiftis- tíð, skulu vit kunna keypa okkum serfrøði frá donsku stjørnini og í fyrstu atløgu kunnu tey, sum longu starvast í rættarskipini, eins væl virka undir eini før- oyskari skipan sum undir eini danskari. Tað, sum nú verður tosað um at yvirtaka av dóm- stólunum, er Føroya Rætt- ur. – Hinvegin er ætlaninin at skipa ein føroyskan Hægsta Rætt í somu løtu, sum fullveldið verður staðfest, so at vit hava tvær dómstólar í fullveldinum Føroyum. – Men inntil fullveldið er sett í verk, er ætlanin at ætlanin at samstarva við donsku rættarskipanina, eins og nú verður gjørt, sigur Høgni Hoydal. Tað verður mett, at tað fer at kosta góðar 60 milli- ónir at yvirtaka løgreglu og rættarskipan. Spælimenninir tutla Klárt at yvirtaka løgreglu og dómsvald longu næsta ár Nú er rættilig ferð sett á arbeiðið at yvirtaka bæði løgreglu, dómsvald, ákæruvald, kriminalforsorg og fongsulsverk á føroyskar hendur. Donsk og føroysk embætisfólk høvdu fyrsta fundin mikudagin og um eitt ár skulu fyrireikarnar at fremja yvirtøkurnar verða lidnar C M Y K 5 4