fríggjadagur 14. desember 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 242 - 14. desember 2001
Nr. 242 - 14. desember 2001
7
tað, sum hendi, tá alt
føroyska samfelagið, eftir
hansara meting, varð bjarga
undan eini veruligari van-
lukku.
Hevði ikki verið gjørt,
sum tað varð, hevði Danske
Bank verið noyddur at lata
Føroya
Banka
fara
á
húsagang, og síðan farið at
kravt inn aftur tað, sum
fáast kundi.
– Se, dét havde været en
virkelig
økonomisk
tragedie af dimensioner,
sigur Richard Mikkelsen.
Hann
sær
fyri
sær,
hvussu bankin hevði farið
at selt burtur av vinnu-
tólunum við tí úrsliti, at
ikki e tt einasta skip, sum
bankin átti pengar í, hevði
verið eftir í Føroyum.
Flakavirkini vóru alt ov
nógv og í somu støðu sum
skipini. Øgilig lán og
minimalt av eginpeningi.
So har var mestsum alt á
gravarbakkanum eisini.
Tað er eingin ivi um,
sigur Richard Mikkelsen, at
varð vinnan koyrd á húsa-
gang, høvdu Føroyar neyv-
an risið undan vanlukkuni
aftur.
– Føroyingar vístu á, at
vánaliga støðan komst av
fiskaloysi, sum náttúran
hevði ábyrgdina av. Jú, tað
hevði hon helst, men bara
partvíst. Tann stóri feilurin
lá eftir míni meting í ov
linari stýring av fiskivinn-
uni. Tað tóktist gera tað
sama, um kvotur ella aðrar
avmarkingar ikki vórðu
hildnar. Tað fekk ongar
fylgjur kortini, tí vinnan og
politiska valdið í Føroyum
stóðu so tætt hvørjum øðr-
um, sigur Richard Mikk-
elsen.
Hevði Fiskavirkisloysnin
ikki verið gjørd, var kanska
einki fiskavirki eftir í Før-
oyum. Við teirri loysnini
hóraðu hóast alt nøkur
undan. Og í dag kunnu vit
so gleðast um, at føroyingar
eru komnir ótrúliga skjótt
upp undan aftur, sigur
maðurin, sum av mongum
varð lagdur undir at avrætta
alt føroyskt vinnulív.
Vildu ikki síggja
Atfinningarnar at Richardi
Mikkelsen og teimum, sum
stóðu fyri saneringini av
føroyska vinnulívinum í
nítiárunum, stóðust fyri ein
part av, at føroyskir politik-
arar og onnur í Føroyum
kendu tað soleiðis, at hesir
fremmandu komu og tóku
valdið úr hondum teirra,
sigur Richard Mikkelsen.
– At tað vóru teir sjálvir,
sum ikki megnaðu at gera
nakað munagott, vildu teir
ikki viðganga, sigur hann.
Hann sigur eisini, at
samansjóðingin, sum var í
vinnulívi og politikki í
Føroyum, gjørdi tað sera
trupult at koma ígjøgnum
til veruligu kjarnuna í
kreppuni.
Richard Mikkelsen metir
tó, at tað eydnaðist rímiliga
væl, og at úrslitið er bara
gott.
– So mugu vit vóna, at
føroyskir politikarar hava
tikkið við læru av tí, sum
hendi, sigur hann.
Richard Mikkelsen dylur
ikki fyri, at hann heldur, at
tað vóru ávísir bólkar, sum
vildu fáa sær politiskan
vinning av tí, sum hendi
undir kreppuni. Serliga er
tað
sjálvstýrisrørsluna,
hann sipar til.
– Fullveldið krevur, at
eitt land hevur sjálvberandi
búskap. Tað er greitt. Men
tað krevur so sanniliga
eisini, at landið viðurkennir
tær fíggjarligu umstøður-
nar, sum eru.
Tað, sum hendi í Før-
oyum undan og undir
kreppuni, kann saktans
henda aftur, ávarar Richard
Mikkelsen.
Rikin úr sæti
– Tankin um at gevast, kom
onkuntíð upp at venda,
Men eg plagi ikki at vera
tann, sum stingi halan
millum beinini. So eg helt
fram, sigur Richard Mikk-
elsen.
Hann sigur eisini, at tað
varð gjørt eitt ávíst politiskt
arbeiði í Føroyum til tess at
fáa hann frá sum formann í
Fíggingargrunninum. Og
tað eydnaðist eisini at enda,
leggur hann afturat.
Tað tókstist politiskt rætt
í Føroyum um ta tíðina,a t
vera ímóti tí, sum Fígg-
ingargrunnurin stóð fyri.
Tað fór so vítt, at onkur var,
sum beinleiðis fekk sær
politiskan vinning burtur
úr, sigur hann.
At hann nú hevur skrivað
eina bók um málið, er mest
fyri at royna at rætta eitt
sindur upp á ta skeivu
fatan, sera nógv fólk fingu
av tí, sum veruliga hendi,
sigur hann.
Við hjálp frá føroysku
pressuni
vóru
ávísar
áskoðanir gjørdar almenn-
ar. Og tær vórðu eftir tí,
sum Richard Mikkelsen
metir, ikki lýstar eins væl
frá báðum síðum.
Føroyska pressan skeyt
rættiliga ofta langt við
síðuna av, tá málið varð
viðgjørt. Tað vóru ov
nógvar kenslur uppií, metir
fyrrverandi danski tjóð-
bankastjórin.
C
M
Y
K
Aftur fyri at Jóannes
Eidesgaard, fólka-
tingslimur, stuðlaði
donsku stjórnini, vísti
stjórnin so stórt
gávumildni, at før-
oyingar fingu hálva-
aðru milliard sum
gávu frá dønum,
metir Richard
Mikkelsen, fyrr-
verandi formaður í
Fíggingargrunninum
frá 1992
SAMRØÐA
Edvard Joensen
Danska stjórnin vísti sítt
takksemi mótvegis Jóann-
esi Eidesgaard, táverandi
fólkatingslimi, við at lata
føroyingum eina gávu upp
á hálvaaðru milliard krónur
í juni 1998, heldur Richard
Mikkelsen.
Hetta gávumildni stóðst,
eftir hansara meting, av, at
Jóannes Eidesgaard við
ikki at atkvøða í móti
stjórnini, tryggjaði henni
politiska valdið í Danmark
valskeiðið út.
Alt hetta fingu føroy-
ingar umframt tað, sum
bankaavtalan, eftir meting
Richard Mikkelsens, gav
teimum.
»Oven i hatten«, sum
hann tekur til.
Og Richard Mikkelsen
hevur
eisini
aðrar
metingar um, hvussu alt
málið
við
føroysku
fíggjarkreppuni fór fram.
Føroyingar
skaptu
sjálvir
kreppuna
við
egnum
politiskum
ódugnaskapi. Stýringin av
fiskivinnuni var sera veik,
fyri ikki at siga eingin. Tað
bar ikki til at siga, um tað
vóru politikararnir, sum
stýrdu vinnuni, ella tað var
øvugt. Tí
alt
var
so
samansjóðað, at ikki fekst
skil á, hvør var hvar.
Politikari ella vinnulívs-
maður, sigur hann.
Eisini heldur hann, at
føroyingar vóru smásárir
og viðgjørdu smámál held-
ur enn at taka sær av tí, sum
veruliga hevði nakað upp á
seg í kreppuni.
Eitt nú at heingja seg í
partabrævabýtið í bankan-
um, sum kanska snúði seg
um einar 200-300 milliónir,
meðan virði fyri milliardir
høvdu farið fyri einki, um
Føroya Banki fór á Húsa-
gang.
Hetta dugdu, ella vildu,
føroyingar ikki skilja, sigur
Richard Mikkelsen. Men
teir gjørdust firtnir og
kendu, at valdið varð tikkið
frá teimum, tá fólk kom
uttan eftir og gjørdi vart við
veruligu støðuna.
Pensionistur í
glasborg
Tað stendur ein stórur, ný-
mótans glas- og betong-
bygningur innanvert kanal-
ina við síðuna av Holmens
Kirke í København. Hinu-
megin
rennuna
liggur
Børsen og eitt sindur longri
inni er Christiansborg.
Her í hesum glashúsinum
húsast Danmarks National-
bank. Og har hevur tann í
Føroyum so navnframi
fyrrverandi bankastjórin,
Richard Mikkelsen, enn
sína dagligu gongd, hóast
nú mestsum bert av goml-
um vana.
Tú noyðist at steðga uttan
fyri tjúkku glashurðina, til
vaktarmaðurin innan fyri
hevur latið upp. Síðan
verður komið inn í eitt rúm,
har ein onnur tjúkk glas-
hurð er fyri. Tá tann ytra er
farin aftur, verður tann
innara latin upp, og tú
kemur inn í stóru grót-
forhøllina.
Farið verður yvir til
mannin við móttøkuna, og
sagt verður, hvørji ørindini
eru. Skal hitta Richard
Mikkelsen.
Jú, eg fái eitt navna-
spjaldur at heingja upp á
meg og verði biðin um at
bíða eina løtu.
Hurðin til lyftuna fer
upp, og ein eldri maður í
ljósabláari
skjúrtu
við
myrkum slipsi kemur út.
Eitt sindur sligin í herð-
unum og gongur seigliga.
Fet fyri fet kemur hann
beina leið yvir hagar, eg siti
og heilsar.
»Velkommen
Joensen.
Mit navn er Mikkelsen.
Skal vi ....?« Hann vísir við
arminum yvir móti lyftuni.
Á aðru hædd fara vit út.
Ganga eftir eini gongd og
sneiða so um hornið inn á
eina heldur smala gongd,
har huðrar eru báðumegin.
Sum skilst hava fráfarnir
stjórar sítt tilhald her. Á
eini hurð stendur Richard
Mikkelsen, og á hurðini við
síðuna av stendur navnið
Erik Hoffmeyer.
Rúmið er ikki stórt. Eitt
skriviborð við eini teldu og
einari lítlari roknimaskinu
stendur í einum króki, og
yvir av er eitt minni borð
við eini skrivimaskinu.
Mær verður boðin sessur,
og Richard Mikkelsen setir
seg handan skriviborðið.
Tað stendur ein reol aftan
fyri hann. Leggi merki til at
har eru millum annað
Føroysk-donsk og Donsk-
føroysk orðabók á hillini.
Richard Mikkelsen, sum
í dag er 81 ára gamal,
greiðir frá, at nú hevur
hann góða tíð at hugsa um
tað, sum farið er, og at hann
hesa tíðina í frið og náðum
hevur
kunnað
skrivað
bókina, hann nú hevur
givið út um viðurskifti í
Føroyum undir kreppuni,
sum var.
Angrar einki
Hóast Richard Mikkelsen
helst er tann persónur, sum
hevur verið ringast lýddur í
Føroyum síðan Gabelarnar,
sigur hann, at tað, sum
gjørt varð, meðan hann var
formaður í Fíggingargrunn-
inum í nítiárunum, var rætt.
– Eg fekk eina uppgávu
at røkja, og tað gjørdi eg.
Eg helt alla tíðina, at eg
gjørdi tað rætta, og tað
hevur eftirtíðin eisini víst.
Og eg angri í dag einki av
tí, gjørt varð, sigur hann.
Trupulleikkin í Føroyum
var, at tað vóru ikki pengar
til at bjarga vinnulívinum,
sum lá í andaleypi. Teir
máttu fáast uttaneftir, og
tað næsta var at fara til
Danmarkar at fáa teir,
greiðir Richard Mikkelsen
frá.
Føroyska vinnulívið - og
tá meinar hann í høvuðs-
heitinum við fiskivinnuna -
var so skuldarbundið, at tað
hevði ongan verðsins kjans
at
koma
nøkunlunda
snikkaleyst undan, sigur
hann. Lánini vóru øgilig,
og eginpeningurin lítil. So
tað var púra greitt, at tað
kundi bara enda galið.
Skuldin var kanska eitt
sindur ring at plasera. Men
hann ivast ikki í, at ein tann
størsti trupulleikkin var
vánalig politisk stýring.
Politikararnir í Føroyum
høvdu latið ov nógv gingið.
Teir vóru ov veikkir, sigur
hann, og teir lurtaðu ikki
eftir teimum ávarðingum,
sum alla tíðina komu.
– Tað vísti seg beinan
veg, at peningurin, sum
settur varð í Sjóvinnu-
bankan var ikki nokk, til at
bjarga føroysku vinnuni.
Danske Bank setti pening í
dótturbankan í Føroyum,
Føroya Banka, men tað
munti heldur ikki.
Bankin metti síðan, at tað
mátti vera rættvís kapping,
at hann eisini fekk pengar
frá tí almenna at bjarga
sínum banka fyri, tá tann
føroyski kappingarneytin
kundi fáa. Tí stóðst so alt
málið um partabrævabýtið
av, greiðir Richard Mikk-
elsen frá.
Hevði farið á heysin
Richard Mikkelsen metir
ikki, at føroyingar veruliga
skiltu - ella vildu skilja -
Hálvaaðru milliard fyri at tryggja donsku stjórnina
“Politikararnir vóru firtnir, tí teir kendu, at
vit tóku valdið frá teimum”
Sambært Richardi Mikkelsen lat
danska stjórnin føroyingum eina gávu
upp á hálvaaðru milliard fyri
atkvøðuna hjá Jóannesi Eidesgaard
Mynd: Edvard Joenen
Føroyska kreppan var sjálvskapt. Føroysku politikararnir vóru ov veikir, sigur Richard Mikkelsen
Mynd: Edvard Joensen
“Vinnulív og politikarar í Føroyum vóru so
samansjóðað, at ikki bar til at siga, hvør var
hvør.”
“Føroyingar vóru meira upptiknir av at tosa
um smálutir heldur enn at viðgera tað, sum
veruliga týddi nakað.”
C
M
Y
K
7
6