fríggjadagur 14. desember 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 242 - 14. desember 2001
Nr. 242 - 14. desember 2001
9
Løgmaður vil fegin
økja tað kommunala
sjálvstýri, og tað verð-
ur gjørt við at leggja
fleiri uppgávur út til
kommunurnar at
fyrisita og fíggja. Um-
ráðandi er at fíggjar-
lig ábyrgd og avgerð-
arrættur fylgjast. Ein
arbeiðsbólkur hevur
gjørt tilmæli um,
hvussu hetta kann
fremjast
UPPGÁVUBÝTI
Stefan í Skorini
Tað er neyðugt at hava eitt
greiðari uppgávu- og á-
byrgdarbýti millum land og
kommunur
í
Føroyum.
Harumframt er tað umráð-
andi, at fíggjarlig ábyrgd og
avgerðarrættur ganga hond
í hond. Tann, ið rindar,
tekur tær avgerðirnar.
Ætlan løgmans er at
leggja fleiri uppgávur út til
kommunur at greiða úr
hondum. Sum støðan er nú,
hevur landið fleiri uppgáv-
ur, ið kommunurnar fram-
yvir skulu hava ábyrgdina
av, og tær skulu eisini
fíggja hetta virksemið.
Hetta
verður
kallað
kommunalt sjálvstýri.
Hósdagin fekk løgmaður
handað eitt tilmæli um
uppgávu- og ábyrgdarbýti
millum land og kommunur,
sum ein arbeiðsbólkur við
trettan fólkum hevur gjørt.
Endamálið við tilmælinum
er at fáa eitt greiðari býti og
mælt verður til at leggja
enn fleiri uppgávur til
kommunur at umsita og
fíggja.
Arbeiðsbólkurin
leggur stóran dent á, at
fíggjarliga ábyrgdin skal
fylgja avgerðarrættinum.
Leggja fleiri øki út
Tá økir verða latin komm-
unum at umsita, skulu tær
eisini syrgja fyri fíggingini.
Hetta verður gjørt við at
lækka
landsskattin
og
hækka kommunuskattin. Á
tann hátt fær landskassin
minni skattainntøkur og
samstundis færri uppgávur
at loysa.
Løgmaður vísir á, at ein
stórur partur av útreiðslum
landskassans skulu leggjast
út til kommunurnar.
Løgtingið er longu farið
undir hesa langtíðar ætlan
við at leggja barnaansing-
ina út til kommunurnar at
umsita og fíggja. Hetta sæst
aftur á peningaligu flyting-
unum millum land og
kommunu.
Í 1999 lat landið komm-
ununum
120
milliónir
krónur. Í næsta ár verður
flytingin millum hesi bæði
bara 62 milliónir krónur.
Orsøkin til hesa minking er
fyrst og fremst barna-
ansingin, ið ikki longur er
ein uppgáva hjá landinum.
Útjavning
Ójavnt er, hvussu tær ymsu
kommunurnar eru fyri. Tær
hava ymiskt inntøkugrund-
arlag og ymiskan útreiðslu-
tørv.
Fyri at koma hesum
trupulleika til lívs, hevur
arbeiðsbólkurin mælt til at
seta eina útjavningarskipan
í verk.
Henda skipan skal virka
soleiðis, at tær kommunur,
ið hava størst inntøku-
grundarlag, lata hinum
kommununum ein part av
sínum inntøkum. Soleiðis
verður munurin millum
kommunurnar útjavnaður.
Eitt dømi er ein komm-
una, ið hevur eina skatt-
skylduga inntøku pr. íbúgva
á 100.000 krónur. Skatt-
skylduga inntøkan í aðrari
kommunu
eru
150.000
krónur pr. íbúgva. Í eini út-
javningarskipan fær tann
fyrra kommunan ein part av
inntøkuni hjá tí seinnu
kommununi.
Hetta verður gjørt fyri at
javna munin millum tær
ymsu kommunurnar. Nakr-
ar hava nógv eldri fólk og
fá at gjalda fyri tey, meðan
aðrar hava nógvar borgarar
við høgari inntøku.
Fyri tingið
Løgmaður grundar í løtuni
á, um hetta álitið skal
leggjast fyri tingið til
aðalorðaskifti. Um so er,
verður tað í hesi tingsetuni.
Løgmaður heldur, at tað
er breið semja í tinginum
um, at hetta er leiðin framá,
tá talan er um uppgávu- og
ábyrgdarbýti millum land
og kommunur.
Uppgávurnar skulu røkj-
ast so nær borgaranum sum
gjørligt, men tó skulu tær
vera samfelagsbúskaparliga
forsvarligar.
Tað, sum víðari hendir
við hesum álitinum er, at
øll aðalstýrini undir løg-
manni seta nýggjar arbeiðs-
bólkar at gera ítøkilig
uppskot til, hvussu henda
ætlan kann fremjast í verki.
Meira ítøkiliga nevnir
arbeiðsbólkurin m.a. í til-
mælinum, at tann parturin
av eldraøkinum, ið er egn-
aður at leggja út, sum skjót-
ast verður lagdur út til
kommunurnar.
Tað kann nevnast, at ar-
beiðsbólkurin mælir til at
avtaka og broyta fleiri enn
hundrað lógir, ið ikki eru
tíðarhóskandi
ella
ov
stirvnar.
Kommunala sjálvstýri skal økjast
GREIN 13
Stefan í Skorini
Løgreglan gjørdi í tvær
vikur – frá 5. til 18.
november – grein 13
kanningar um alt landið.
Tilsamans vórðu 2278
akfør kannað. Ikki øll ak-
førini vóru í lagi. 258 frá-
greiðingar vórðu skriv-
aðar.
Mest vanliga orsøkin
hjá løgregluni at geva bót
var, at ljósini ikki vóru í
lagi. 134 førarar vórðu
revsaðir fyri ikki at hava
ljósini í lagi. 99 førarar
høvdu ikki koyrikortið
hjá sær, 79 nýttu ikki
trygdarbelti. Á seks bil-
um vóru dekkini ólóglig,
og bara ein varð tikin fyri
at koyra við kenning
undir grein 13 kanning-
unum.
Førararnir fingu bøtur,
ið samanlagt komu uppá
92.000 krónur.
2278 akfør kannað í
grein 13 kanningum
Hilmar Høgenni av
Løgmansskrivstovuni hevur
staðið á odda fyri
arbeiðsbólkinum, ið hósdagin
lat løgmanni eitt tilmæli um
uppgávu- og ábyrgdarbýti
millum land og kommunur.
Fleiri økir skulu leggjast út til
kommunur at umsita og
fíggja, er niðurstøðan í
tilmælinum
Mynd: Jens Kr. Vang
Sum landsstýrismaður við
kommunumálum hevur
løgmaður biðið um hetta
álitið. Hann metir, at tað er
breið semja í tinginum, um
at leggja fleiri byrðar á
kommunurnar at umsita
Mynd: Jens Kr. Vang
Firvaldsbók
endurprentað
Firvaldsbók 3 er komin í øktari og broyttari
útgávu
ÚTGÁVA
Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út Firvaldsbók 3 í
øktari og broyttari útgávu. Fyrsta útgávan kom út í 1998.
Gunnvá Dam, lærari, hevur skrivað, og Olivur við Neyst
hevur teknað.
Fleiri nýggjar uppgávur eru komnar við í hesa út-
gávuna. Firvaldsbøkurnar eru eykatilfar til byrjanarundir-
vísingina. Uppgávurnar eru stuttligar, og næmingarnir
kunnu arbeiða sjálvstøðugt á tí stigi, teir eru á. Harafturat
kunnu næmingarnir sjálvir síggja, um uppgávurnar eru
rætt loystar ella ikki. Nógvar uppgávur hóska væl í
serundirvísingini, t.d. sum stuðul at læra seg at lesa.
Umbróting, repro og prent hevur Hestprent staðið fyri.
Firvaldsbók 3 er 48 blaðsíður við svart/hvítum tekning-
um og kostar 40,00 krónur.
Hent sangbók
Rinkusteinar er heitið á nýggjari barnasang-
bók eftir Alexandur Kristiansen, ið øll sum
syngja við børnum ella fáast við tónleik, fáa
gleði av
ÚTGÁVA
Føroya Skúlabókagrunnur gevur út nýggja sangbók eftir
Alexandur Kristiansen. Í bókini eru 99 barnasangir.
Alexandur hevur áður givið tvær barnasangbøkur út, ið
nú eru uppseldar, Kannubjølluvísur, sum kom út í 1977 og
Barnabros, sum kom út í 1983. Flestu sangirnir í teimum
bókunum eru tiknir við í nýggju sangbókina. Tað serliga
við hesari bókini er, at nógvir nýggir sangir eru við, ið
tónaskaldið Knút Olsen hevur gjørt lag til. Knút hevur
eisini skrivað nótar við besiffringum til allar sangirnar.
Hetta er ein sera hent sangbók til skúlabrúks. Fleiri av
sangunum hava verið at hoyrt og eru væl dámdir av
børnum. Øll kenna vit Grísaflísa Pætur og Dorius í Depli.
Upprunaligir og føroyskir sangir verða sum frálíður ein
partur av tí mentanararvi, vit geva víðari til komandi
ættarlið. Tí er hetta ein bók, ið ikki einans kann verða
brúkt í skúlunum. Øll, ið syngja við børnum ella fáast við
tónleik, kunnu fáa nógva gleði av henni.
Bókin er prýdd við tekningum eftir Olivur við Neyst.
Kápuna hava Olivur við Neyst og Ingi Joensen gjørt.
Hestprent hevur prentað.
Sangbókin Rinkusteinar er 121 blaðsíður við nótum og
kostar 120,00 krónur.
Húðsemi eitur nýtt yrkingasavn eftir Tórodd
Poulsen
ÚTGÁVA
Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út nýtt
yrkingasavn eftir Tórodd Poulsen. Tað eftur Húðsemi.
Speiskar eygleiðingar samansjóðaðar við djúphugsni
mynda eitt sterkt yrkingasavn. Leita verður eftir bara
einum evarkalítlum at trúgva upp á í einum heimi við ov
nógvum høpi. Sum vant vendir og snarar høvundurin
bæði spurningum og málinum, so grundarlagið fer at rilla
undir lesaranum. Svør eru at kalla eingi, men tað er held-
ur ikki tað, sum tað snýr seg um, men ístaðin at seta teir
røttu spurningarnar. Verðin er ikki so skilagóð, sum hon
letst, og tað vísir Tóroddur uppá næstan 90 ymiskar mátar.
Permuna á savninum hevur Ova gjørt. Savnið er 95
blaðsíður og kostar 140 krónur.
- Vit hava vitað alla
tíðina, at Teistin skal
leggja at úti í Hesti á
morgni. Tað stendur í
lógini fyri Teistan, og
ferjulegan verður
útbygt til tað sama
fyri nógvar pengar,
sigur Gerard Logn-
berg, borgarstjóri í
Skopun
TEISTIN
Turið Kjølbro
- Vit hava vitað alla tíðina,
at Teistin skal leggja at úti í
Hesti á morgni, so tað
kemur ikki óvart á okkum,
sigur Gerard Lognberg,
borgarstjóri í Skopun.
Í tíðindasendingini í Út-
varpi Føroya mikukvøldið
meldaði Páll á Reynatúgvu,
løgtingsmaður og borgar-
stjóri á Sandi, hart út við-
víkjandi ferðaætlanini hjá
Teistanum, ið siglur ímill-
um Gomlu Rætt og Skop-
un. Hann segði seg fara at
umhugsa sín stuðul til
samgonguna um Teistin
sum ætlað skal leggja at í
Hesti á fyrsta túrinum um
morgunin
um
fjørðin.
Leggur Teistin at í Hesti á
veg á Gomlu Rætt, verður
teinurin hjá sandoyggja-
fólki lítlan hálvan tíma
longri. Og tað finna fólk í
oynni seg ikki í, segði hann.
Borgarstjórin í Skopun er
ikki so samdur við borgar-
stjóranum á Sandi. Hann
heldur, at tað er nógv meiri
álvarsamt, um ætlanin at
leggja Teistan á Gomlu
Rætt um náttina verður
veruleiki.
- Um Teistin skal liggja á
Gomlu Rætt um náttina,
verður sjúkraflutningstæn-
astan hjá okkum sera
ótrygg. Hann liggur í Skop-
un sum nú er um náttina,
men talan er um at broyta
hetta. Í ringum veðri slepp-
ur Teistin ikki inn í Skopun,
tí hetta er brimpláss, men út
úr havnini sleppur hann í
øllum veðri. Tí eigur hann
at liggja her um náttina fyri
at tryggja skjótan veg til
Landssjúkrahúsið,
sigur
Gerard Lognberg.
At Teistin skal sigla út í
Hest, er sjálvsagt, heldur
Gerard Lognberg.
- Tað stendur í lógini fyri
Teistan, at hann skal sigla
út í Hest, og ferjulegan
verður útbygt til tað sama
fyri nógvar pengar. Hin-
vegin skilji eg væl, at fólk
vilja sleppa skjótt til ar-
beiðis um morgunin, men
tað vilja fólk í Hesti eisini,
sigur Gerard Lognberg,
sum annars er ógvuliga væl
nøgdur við Teistan.
Pendlaramentan
Spurningurin fólk seta sær,
er, um tað er rímuligt, at
seta eina ferju afturat í
sigling, fyri at spara sand-
ingum
25
minuttir
á
morgni. Gamla Rætt var á
sinni ein ógvuliga dýr
íløga, somuleiðis havnin í
Skopun hevur kostað ógvu-
liga nógv ígjøgnum eitt
langt tíðarskeið. Nú er
nýggj ferja komin, sum
eisini hevur kostað rættiliga
fitt, ferjulegan í Hesti verð-
ur útbygt til endamálið, og
vegasambandið av Gomlu
Rætt til Havnar er og verð-
ur nútímansgjørt við breið-
um, góðum vegi, sum stytt-
ir um farleiðina. Tilsamans
nógvar hundraðtals miljón-
ir til ferðasambandið í
Sandoynna. Henda spurn-
ingin hava vit sett Páll á
Reynatúgvu.
- Vit hava í drúgva tíð
arbeitt við at fáa sanding-
um gott ferðasamband og
nú tá tað loksins er eydnast
okkum at fáa eitt samband,
har tað ber til at búgva í
oynni og arbeiða aðra-
staðni, er tað ógvuliga
óheppið, at tíðin at ferðast
verður so long. Fólk eru
flutt í oynna, tí ferða-
sambandið fór at gerast
betri. Ungfólk í oynni eiga
eisini at hava møguleika
fyri at búgva heima meðan
tey ganga í skúla í Havn.
Ein hálvur tími um morg-
unin hevur nógv at siga tá.
Páll á Reynatúgvu vísir á,
at tá ið ferjulegan í Hesti
var til viðgerðar á tingi,
legði hann uppskot fram
um at byggja eina minni
ferju fyri 4-5 mió. krónur,
sum klárar fólk og farm úr
og í Hestoynna.
- Vit vita, at sera fá fólk
ferðast fyrsta túrin úr Hesti
um morgunin. Sjálvsagt
skulu Hestfólk eisini sleppa
skjótt og væl til Havnar, og
tí hava vit eisini miðvíst
arbeitt við eini aðrari loysn,
sigur Páll á Reynatúgvu,
sum ikki hevur gjørt nakra
kostnaðarmeting av, hvat
tað kostar at seta eina ferju
afturat í sigling um fjørðin.
Kemur ikki óvart
Gerard Lognberg, borgar-
stjóri í Skopun, heldur, at tað
er nógv meiri álvarsamt at
leggja Teistan á Gomlu Rætt
um náttina, enn at fólk í
Sandoynni mugu brúka
hálvan tíma eyka um morg-
unin at ferðast í.
Verðin er ikki so
skilagóð
C
M
Y
K
9
8