fríggjadagur 15. januar 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 10 · 15. januar 2010
2
VIKUSKIFTI
Rátt og rustað
á Vestaruvág
Føroyski
stjørnu-
herurin
Redaktørar: Inna Törnroos og Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Christian Nagata / Jens Kristian Vang
4 PErSóNSSøga: ChRistian nagata - japanaRin í KlaKsVíK
7 TIPS: VeggjaKloKKiR
8 VENJINg: í FoRm Við magna mohR
11 90 SEKuNd: hanus joensen sVaRaR
14 TIl arbEIðIS: oddbjøRg højgaaRd á haFnia
16 umafTurafTurumafTur: høgni djuRhuus
17 PolITIKKur: FloKKsdesplinin eR VeRRi enn naKRantíð
18 SPyrST So lIVST: RigmoR sVaRaR
19 míN bESTa uPPSKrIfT: puRRuteRta
23 Tað hENdur: KonseRtiR, bøKuR, sendingaR osFR
24 VIKumyNdIN: besta myndin í ViKuni
Hvør Hevur sagt at rustur er ljótur? tað spyr
arkitekturin Rúni AbRAhAmsen, sum er maðurin
Handan nýggjastu fasaduna í Vágsbotni
Bygging
inna törnroos
inna@sosialurin.fo
Húsið hjá Føroya Fiskimannafelag hevur
fingið eina rættiliga andlitslyfting. Plát
ur av corteinstáli, ið vanliga verður nýtt
til skorsteinar, klæða byggningin.
– Corteinstál rustar og rustar, men
so gevst tað heilt at rusta, greiður Rúni
Abrahamsen frá.
Hann vildi skapa eina livandi fram
síðu. Tí eru lúkur fyri vindeyguni, sum
kunnu opnast og steingjast. Fasadan
skiftur ham, tá hon er turr, og tá hon
er vát. Tá tað er myrkt úti, sæst ljósið
gjøgnum holini á plátunum.
Holini eru mynstur, sum eru teknað
av, hvussu havið skyggir.
– Eg tók eina mynd av havinum,
teknaði tað av, og sendi tað niður til
Danmarkar. So skóru teir holini út úr
stál plátunum, soleiðis, at tað sær út
sum hav, sum skyggir í sólini. greiður
Rúni Abrahamsen frá.
Einki líknandi er nakrantíð gjørt í
Føroyum, og Rúni viðgongur at hetta
var »at leggja høvdið á blokkin«. Men,
sum hann eisini sigur, so liva vit í 2010,
og hendan framsíðan skal ímynda ta
tíð, vit liva í.
KlUmma
inna törnroos
inna@sosialurin.fo
Tjóðarbúnin í Føroyum eru ikki tey »før
oysku klæðini« tað eru Guðrun&Guðrun
troyggjurnar nakrar í origi nal útgávuni,
men tær flestu kopieraðar og heimabundnar.
Eg og ein veninda gingu báðar við stórum
eygum á Ólavsøku í fjør. Báðar vóru komnar
til Føroyar fyri nøkrum døgum síðani, og
skiltu, at okkara jakkar og blusir vóru ikki
serliga trendy á havnargøtum. Nei, her var
tað ein maskinbundin troyggja við lynlásið
á vinstru øksl og einum flaggi á høgru ermu,
sum var plaggið við stórum P.
»Skilja tey ikki, hvussu kiksað tað er, tá
øll eru líka?« spurdi venindan.
»Nei, rokni ikki við tí, eftirsum øll gera
tað« gitti eg.
Báðar lovaðu, at hóast vit eru føroyingar,
skulu vit so ongantíð lata
okkum í hesi pløgg
ini. Fy for den, at
blíva nr 15.001,
sum hevur eina
stjørnutroyggju
liggjandi í
klædna skápinum.
Venindan
fór aftur til
Svøríkis, og eg
bleiv verðandi í
Føroyum. Hon
helt lyftið, men
hjá mær er verri...
Sonurin fekk eina maskinbundna
»Tjóðveldistroyggju« við lynlási og flaggi
í jólagávu, og er hann baaaarasta so
sjeikaligur heldur mamma hansara, og letur
hann stolt í hana.
Stjørnutroyggjan er eisini ávegis. Ein ven
inda hevur fingið til uppgávu at binda eina
hvíta við myrkum stjørnum til mammuna...
So har fór lyftið!
Ein starvsfelagið hevur forrestin eina
teori um, hví vit gera hetta. Sambært henni
dámar føroyingum væl at vera originalir,
men teir tora ikki ordiliga og mangla fantasi.
Tí bíða teir eftir at síggja, hvat hini gera og
enda so við at vera »originalir« uppá ein
sera óoriginalan máta, tí úrslitið er, at 15.000
kvinnur ganga í somu troyggju í einum
pinkulítlum landi... Meeen tað er okey, tí tað
vita tey ikki av uttanlands, so har kunnu vit
ganga og skora »original« poeng.
Hon meinar eisini, at eitt útlendskt, blátt
stempul er vigtigt. Tí tað var ikki fyrr ein ein
donsk filmsstjørna dukkaði upp í stjørnu
troyggjuni, at hon av álvara bleiv populer í
Føroyum.
Eg gleði meg til venindan er liðug við
mína stjørnutroyggju. Eg veit, at eg verið enn
ein hermaður í óoriginala stjørnuherinum,
men tað leggi eg onki í... 15.000 føroyskar
kvinnur undan mær kunnu faktiskt ikki
takað feil.
Holini í plátunum ímynda
hav sum skyggir
innihALD
mynD: jens kristian vang
mynD: guðrun&guðrun