Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. januar 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 10 · 15. januar 2010 18 VIKUSKIFTI Sjeikurin sær ræðuligur út Til Spyrst so livst Møguliga eri eg bara gamaldags og snerput, men eg havi fingið ein trupulleika, sum eg ikki rættiliga fái tosað við nakran um. Herfyri kom 17 ára gamla dóttir okkara heim við sínum fyrsta sjeiki, og forelskilsið lýsir av teimum báðum. Sjeikurin er bæði fittur og skilagóður, MEN hann hevur so nógvar ringar í oyrum og varrum, umframt eina stóra tatovering upp eftir hálsinum, at ein ommudóttir hjá okkum ræddist hann. Sjálv haldi eg eisini, at hann sær ræðuligur út. Trupulleikin er, at skjótt skulu eg og maðurin halda stórt silvurbrúdleyp við á leið 200 gestum. Men fyri at siga tað bart út, so skammist eg so við at vísa nýggja svigarsonin fram, at eg helst vildi, at hann ikki kom við. Hvat heldur tú, at eg skal gera, Rigmor? Heilsan »Svigermamman« Góða »svigermamman« Tú sigur, at sjeikurin er bæði fittur og skilagóður – ver tú glað fyri tað. Eg fái illa góðtikið, at tú dømir ein fittan og skilagóðan drong út frá útsjóndini. Dóttir tín kundi eisini komið heim við einum fínum fana. Hevði tú so verið glað? Heldur skuldi tú verið opin og kanska lært nakað um tolsemi frá nýggja versoninum. Tí haldi eg, at tú eigur at bíta »skommina« í teg, tá veitslan verður. v. rigmor ______________________________________________ Ov ung at sova saman Góða Rigmor Skal eg loyva hesum? Dóttur mín er 15 ár, hon hevur leingi havt áhuga fyri dreingjum. Nú hevur hon so ein sjeik. Sjeikurin, sum er javngamal við hana, gongur inn til okkara, og nú spyr hon, um tey kunnu sova saman. Eg havi sagt nei, tí eg haldi, at hon er alt ov ung. Samstundis veit eg ikki rættuliga, um eg eri ov strong, tí vilja tey hava kynsligt samband, so orðna tey tað nokk kortini. Eg vil bara ikki, at hon ger nakað, sum hon angrar seinni. Mamman Góða mamman Eg skilji væl, at hetta er ein trupul støða. Tú sigur sjálv, at tú heldur, at dóttir tín er alt ov ung at sova saman við sjeikinum. Tú kennir títt barn best og hevur ábyrgdina av henni, til hon er 18 ár. Tá tú kennir á tær, at hon er alt ov ung, so er tað júst har títt mark gongur – og tað skalt tú halda fast við. Tað er ymiskt, hvussu búgvin 15 ára gomul eru, og tí er tað umráðandi, at tú kennir tíni egnu mørk og ger tey greið fyri dóttrini. Viðvíkjandi tí kynsliga kunnu vit skjótt staðfesta, at unga parið longu er kynsbúgvið, og tey eru sum so ikki ov ungt at fara í song saman – hvørki sambært lógini ella náttúruni. Kanska moralurin sigur nakað annað? Men tey kunnu sjálvandi hava sex, óansæð um tey sleppa at sova saman ella ikki. Tí er umráðandi, at tú tosar við dóttrina um fyribyrging. Er hon ov ung at sova saman við sjeikinum, er hon eisini ov ung at gerast mamma. v. rigmor ______________________________________________ Omman og abbin liva ósunt Hey Rigmor Altso. Eg havi tað so ringt við, at foreldrini hjá mann­ inum liva so ósunt. Tey bæði roykja og viga alt ov nógv. Eg leggi líka í, hvat tey sjálvi gera, men eg ynski ikki, at børnini hjá okkum (6 og 9 ár) skulu læra hendan keðiliga lívsstílin hjá ommuni og abbanum. So børnini sova næstan ongantíð hjá teimum. Hetta halda tey sjálvandi vera løgið, tí børnini sova ofta hjá mammu mínari. Maður mín heldur meg vera ein snobb, og vit skeldast ofta um hetta. Hvussu heldur tú, at eg skal takla hendan trupulleika? Heilsan Morgunfrúan Góða Morgunfrúa Eftir mínum tykki er títt dilemma eitt grelt dømi um, hvussu heilsufanatisma kann sigra at hundinum til: At ein ”syndafullur” lívsstílur hevur við sær, at omman og abbin sleppa ikki at hava barnabørnini sovandi. Omman og abbin eru ikki kriminel, og fyri børnini eru tey helst nógv virðismiklari enn hasi bagatellini, sum tú hongur teg í. Tey eru upphavið hjá manni tínum og harvið eisini børnunum, og skulu sjálvandi ikki veljast frá, bara tí tú kundi hugsað tær, at øll vóru líka sum tú og tíni. Ger nakrar avtalur við tey gomlu um ikki at roykja í sama rúmi sum børnini. Og fyri at reinsa ringu samvitskuna, kanst tú so geva teimum eina banan ella tvær við, tá tey skulu sova hjá ommuni og abbanum. Tað er so líðandi vorðið heilt legalt at hetsa roykjarar og yvirvektað fólk – eisini alment. Tey eru minni verd enn onnur, tí tey hava ikki ”kontrol” á sær sjálvum. Tað hevur snøgt sagt ikki eydnast teimum at ”eydnast”. Tað er so lætt sloppið at stigmatisera ávísar bólkar, tí teir ikki hóska inn í ráðandi rákið, har sanni vegurin til paradís liggur í at gerast so gomul sum til ber, og ikki at liggja samfelagnum til byrðu. Hetta er ein vandaleið. Og mær líkar at vita, hvørji verða tey næstu, sum ikki hóska inn í poleraða felagsskapin. Kanska bileigarar, kjøtetarar, krympireyvar, fólkapensionistar, gardinpimparar ella foreldur við brekaðum børnum? v. rigmor Tríbarnamamma, kona, lærari, journalistur og redaktørur á lívsstílsblaðnum Rákið svarar spurningum til brævkassan SpyrSt So livSt Redaktiónin loyvir sær at velja og vraka millum innsendu spurningarnar Hevur tú brúk fyri einum góðum ráði, so send spurningin til: Sosialurin SpyrSt So livSt postboks 76 Fo-100 tórshavn ella teldupost til rigmor@sosialurin.fo RigmoR Dam Á donskum verður tað kallað ‘autoværn’ – hesin lági gelendarin, sum skal forða fyri, at bilar fara útav og kanska rulla fleiri hundrað metrar oman. Á føroyskum hevur orðið ‘bilverja’ verið brúkt, og tað riggar ikki illa. Men nú sigur tann føroyska orðabókin, at hendan verjan skal eita – vegstokkur. Lesarin hvøkkur við. Øll kenna orðið ‘stokkur’. Vit hava stokkastovur, sum eru gjørdar av vatnrøttum viðabulum. Konur hava ofta stokkar við, tá ið tær fara at vitja. Tað, sum varar stutt ella munar lítið, kann kallast stokkutur hiti. Og tað, sum á skipi eitur ‘lúnning’, verður á báti kallað stokkur. Um bát, sum er søkklaðin, kann verða sagt, at »hann fleyt um stokkarnar«. Hetta hendi ikki so sjáldan við torvbátum, og mangur góður føroyingur er druknaður av hesi orsøk. Tað er kanska myndin við árabátinum, sum hevur fingið orðasmiðin at gera orðið ‘vegstokkur’ um bilverjuna. Men hvussu beinrakið er hetta? Tá ið eingin normalur føroyingur hevur nakran kjans til at gita sær til, hvat tað nýggja orðið merkir, so er orðið ikki gott. Er lesarin stokk-konservativur, so fara hansara tankar at ferðast á leiðum, sum einki hava við bilkoyring og ferðslutrygd at gera. Hann fer at hugsa um ommuna, sum altíð hevði stokkarnar frammi og mangt fløvandi plaggið legði úr hondum. Ella hann hugsar sær, at tað er vegristin, sum nú verður gjørd við tjúkkum stokkum. Men er lesarin ikki afturhaldin, kanska heldur framfýsin fyri ikki at siga radikalur, so leggur hann bara tann óforstáiliga tekstin frá sær og mutlar: Hasin orðafrøðingurin er ordiliga forstokkaður. (MT) Stokkut verða komm føroysk ð punktum Málstrikan MÁLFELAGIÐ ð