fríggjadagur 15. januar 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 10 · 15. januar 2010
21
VIKUSKIFTI
Undir Kongavarða
Sí fleiri hús á inni.fo
PF inni
Niels Finsensgøta 37
Postboks 364
FO-110 Tórshavn
Telefon 35 42 00
inni@inni.fo
– trygt og ómakaleyst til hús
Nú fara vit undir 2. byggistig, so nú
hevur tú eisini møguleikan at vera við
Tað nýggjasta
Fólk eru flutt inn í raðhúsini, og tey
fyrstu eru flutt inn í punkthúsini.
Koyrir tú ein túr í økinum, er um-
hvørvið av einari frálíkari bústaðar-
loysn týðiliga komið til sjóndar.
Nærum alt er selt, so nú fara vit at
byrja uppá 2. byggistig.
Eftir til sølu
Nú eru bert 4 raðhús á 209 m2 eftir
til sølu eins og 6 íbúðir á 131 m2 og
4 handils- / vinnuhølir á 130 m2, so
nú fara vit fyri fyrst at byggja fleiri
raðhús í 2 hæddum.
Nýggju raðhúsini
Lyklakláru raðhúsini eru eins og tey
fyrru í 2 hæddum á 74 m2 – í alt
148 m2, og hartil er bilskúrur /
hjallur og útigólv. Tey standa við
stórum vindeygum og panorama-
útsýni móti Havnini og fjørðinum
og við útigólvi / altan móti frálíka
sólarganginum suðureftir og
vetureftir.
Persónligur stílur
Bústaðirnir verða frálíkir við góðum
møguleika fyri at innrætta seg eftir
áhuga og ynski. Møguleiki verður
fyri sjálvur at velja millum ávís sløg
av gólvum og ymiskum sniðum og
litum til køkin. Her ber til at skapa
sær tað heilt rætta heimið við
persónligum stíli.
Býlingurin og umhvørvið
Býlingurin verður sum frá líður ein
nýggjur og heilskapaður býarpartur
við skipaðum arkitekturi, ið gevur
fólki avbjóðingar, frið og trygg-
leika. Alt verður gjørt liðugt millum
húsini við vegi, gongubreyt, spæli-
plássi, sparkivølli og hugnaligum
umhvørvi, og stóru vindeyguni geva
ljósinum frítt spæl og leggja Nóls-
oyarfjørð og Havnina opna fyri
eygað.
Liviligt og lívligt
Millum húsini verður felagsøki, har
grannarnir hava møguleika fyri at
skipa fyri ymiskum. Har vera gróð-
ursettir runnar, ið geva lívd og nær-
leika til hugna og spæl, og her eru
hyljareygu, spælipláss, spælivøllur
og annað, girt við snøggum laðing-
um og gøtum ímillum. Beint
sunnanfyri er gøta niðan á Reyn til
nýggjan dagstovn og til spildur-
nýggja skúlan, ið stendur í gerð.
Nýggju raðhúsini
Hæddir: .............2
Gólvvídd í alt: ...148 m2
Ovara hædd: Trappugongd,
stova / alrúm við útgongd til
útigólv, baðirúm og 3 kømur
Niðara hædd: Bilskýli, hjallur,
grovkøkur, baðirúm, durur,
køkur / stova / trappugongd til
ovastu hædd
Prísur: ...............Kr. 2.470.000
+ kr. 150.000, sum fólk skulu
leggja út fyri mvg, men kunnu
fáa afturrindað frá TAKS, um
bindandi avtala er undirskrivað
fyri 1/6-2010.
Meira fæst at vita hjá P/F Inni
– tel. 354200 og á heimasíðuni
www.inni.fo. Tú ert altíð
vælkomin at støkka inn á gólvið
til eitt óbindandi húsaprát.