Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-15, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. januar 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 15. januar 2010 – Nr. 10 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21 Mancini bjóðar vín Venjarin hjá Manchester City, Roberto Mancini sigur, at tað er sera týdningarmikið, at spælarnir ikki spara upp á kaloriurnar, áðrenn teir skulu spæla dyst. Tí hevur hann heitt á sínar spælarar, um at drekka eitt glas av víni, dagin fyri teir skulu spæla dyst. Flestu venjarar í Premier League, eitt nú Arsène Wenger hjá Arsenal og Harry Redknapp hjá Tottenham, hava hinvegin bannað sínum spælarum at drekka alkohol undan dysti. 24 mál í einum dysti Heidi Løke stóð fyri einum ótrúligum avriki, tá lið hennara, Larvik, í bestu norsku hondbóltsdeildini vann 41-30 á Selbu. Strikuspælarin, sum eisini er á norska landsliðnum, skjeyt ikki færri enn 24 av teimum 41 málunum hjá Larvik, sum er norskt met – fyri bæði kvinnur og menn. Gamla metið átti Heidi Sundal, sum skoraði 21 mál í einum dysti afturi í 1988. Av tí at dystarskráin er so trong og krevjandi, nú manslandsliðið í hondbólti spælir tríggjar HM-undandystir eftir trimum døgum, verður spælitíð til allar, sum eru við Seinnapartin í dag var fyrsti dyst- urin hjá manslandsliðnum í hond- bólti, sum í hesum døgum er á Kypros fyri at spæla tríggjar HM-undandystir í tríggjar dagar ímóti ávikavist Sveis, Hvítarusslandi og Kypros.Spælt verður í Cypros College Athletic Centre í Nicosia, sum ikki er ókent fyri føroyingum, tí eitt nú var kvinnulandsliðið har í mars mánaði í 2008 og spældi Challenge Trophy-kapping. Sum sagt, er fyrsti dysturin longu í dag klokkan trý, tá Sveis er mót- støðuliðið. Hetta er tað av liðunum, føroyingar kenna mest til, tí í undan farnu EM-undankappingini vóru Føroyar eisini í bólki saman við Sveis. Tá vann Sveis 30-23 í Føroyum og 35-21 niðri í Sveis. Føroyar skulu so í morgin klokk- an eitt møta Hvítarusslandi, ið væntandi er minst líka sterkt sum Sveis, og síðsti dysturin verður sunnudagin á miðdegi, tá spælt verður ímóti vertunum av Kypros, sum ikki eru fult so sterkir sum hini bæði liðini, men tó verða mettir sum eitt vet sterkari enn Føroyar. Tvær ketur At so nógvir dystir skulu spælast eftir so stuttari tíð, er ein stórur biti hjá føroyska landsliðnum, men Dia Midjord og Kári Nielsen, ið hava ábyrgd av manslandsliðnum, hava roynt at lagt upp fyri hesum, so bæði samansetingin á liðnum og spælistílurin hevur sítt at siga, tá spælt verður. – Vit spæla við tveimum ketum, so vit hava eina grundketu við tyngri monnum, ið helst koma at spæla tað mesta, og so hava vit eina lættari ketu, ið kann koma inn, tá dekkast skal offensivt og tá hinir hava brúk fyri hvíld, sigur Dia Midjord. – Allir fáa spælitíð, so væl sum tað ber til hjá okkum hesar tríggjar dystirnar. Føroysku spælararnir eru vanir at hvíla meira, enn teir koma at gera her, tí minni enn 24 tímar eru millum dystirnar, so tað kann gerast møðsamt hjá fleiri av monnunum, ið verða nógv brúktir. Landsliðshópurin hevur verið so nógv saman, sum gjørligt hevur verið eftir annan jóladag, tá seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini blivu spældar, og av tí at vit nú eru mitt í kappingarárinum, skuldi liðið verið væl fyri til hesa strævnu uppgávuna um vikuskiftið. – Spælararnir eru yvir ein kamb í munandi betri formi, enn teir hava verið til undanfarnar kappingarnar. Eg haldi, at føroyska landsliðið er so sterkt, sum tað ongantíð áður hevur verið, sigur Dia Midjord. Dystir um vikuskiftið Hondbóltur A-landsliðið, menn, á Kypros 15/01 15.00 Sveis-Føroyar 16/01 13.00 Hvítarussland-Føroyar 17/01 12.00 Kypros-Føroyar Hálvmaraton í Eysturoynni Tvær ferðir er nýggjárskappingin á hálva maratonteininum útsett fyri veður, men í morgin klokkan 11 sleppa rennararnir endiliga í gongd Frælsur ítróttur Vanliga byrjar renniárið við Nýggjárshálvmaraton-kappingini, men í ár hevur henda kapping latið bíðað eftir sær. Fyrst skuldi hon verða leygardagin 2. januar og síðani leygardagin 9. januar, men báðar ferðir Roynsi verið noytt at avlýst, tí gler og kavi gjørdi tað óforsvarligt at gjøgnumføra kappingina. Men nú kavin og gleri eru farin sín veg, verður kappingin endiliga. Hon byrjar í morgin klokkan 11 á vegnum oman til Funningsfjørð á leið árakað eystara tunnilsmunnanum, og síðani verður runnið úteftir ímóti málinum, sum er á Tofta kei. Á Skipanesi verður farið eftir niðara vegnum gjøgnum Søldarfjørð, og í Runavík verður sneitt oman á Fjøruveg við Sjómansheimið. Av tí at tað er so krevjandi at renna hálvmaraton á hávetri, hava fyrireikararnir gjørt av, at í hesi kappingin skulu rennararnir vera føddir í 1995 ella fyrr. Øll eru við í bólkunum kvinnur og menn, men veteranar, ið eru føddir millum 1955 og 1964, kappast eisini innanhýsis, eins og superveteranar, ið eru føddir í 1954 ella fyrr. hil Rennarar til Reykjavíkar Bjørk Herup Olsen, Rebekka Fuglø og Rúni Seloy fara í morgin at kappast við bestu rennarar í Íslandi í kappingini Reykjavík International Games Frælsur ítróttur Næstu tvey vikuskiftini verða føroysk ítróttarfólk gerandiskostur í íslendska høvuðsstaðnum, tí í morgin fara Bjørk Herup Olsen, Rebekka Fuglø og Rúni Seloy at kappast við aðrar ungar rennarar í stóru kappingini, Reykjavík International Games, sum fyri teirra viðkomandi verður á innandura breyt í Laugardalinum. Bjørk, sum er 18 ára gomul, er vaksin úr sokallaða talentbólkinum, men framvegis hava 16 ára gamla Rebekka og 15 ára gamli Rúni aldur til at vera í hesum bólki ávikavist tvey og trý ár aftrat. Nú skulu tey so bjóða bestu íslendsku rennarunum av, og í Frælsur Ítróttur Føroya eru tey errin av, at tey kunnu senda tríggjar góðar rennarar avstað. Fyrsti føroyingurin í kapping er Bjørk Herup Olsen, sum skal renna 1500 metrar klokkan 13.35, síðani skal Rúni Seloy renna 800 metrar klokkan 13.50 og at enda Rebekka Fugloy 400 metrar klokkan 14.20. Kappingin verður víst beinleiðis í íslendskum sjónvarpi. Føroyska innrásin í Reykjavík endar tó ikki her, tí longu næsta leygardag er stóra ungdómsstevnan, Stórmóti ÍR, á skránni í Reykjavík, og tá sendir Frælsur Ítróttur Føroya restin av av talentbólkinum avstað at kappast. hil einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Allir sleppa at spæla Høllin í Nicosia á Kypros, sum er karmur um teir tríggjar HM-undandystirnar hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti um vikuskiftið