mánadagur 18. januar 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 11 - 18. januar 2010
Oljan runnin burtur
Tað er als ikki vist, at tað er so nógv olja undir havbotninum við
Lofoten og Vesterålen sum higartil hildið. Jarðfrøðingurin Bent
Kjølhamar sigur við Stavanger Aftenblad, at norðmenn skulu ikki
rokna við at finna nakra nýggja leið sum Ormen Lange undir
Lofoten ella Vesterålen. Norska oljustýrið hevur fyrr mett, at hálv
onnur milliard tunnur av olju eru undir Lofoten og Vesterålen,
meðan oljuvinnan hevur mett nøgdina til meiri enn trígjar milliardir
tunnur. Bent Kjølhamar sigur, at havbotnurin kann hava lyft sær á,
so leiðis at oljan er runnin undan Lofoten og Vesterålen.
USA misbrúkar Haiti
Forsetin í Venesuela, Hugo Chavez, leggur nú USA undir at
gera sær dælt av teirri syndarligu støðuni í Haiti. Hann sigur
seg hava lisið, at umleið 3.000 alvápnaðir amerikanskir
hermenn eru komnir til Haiti, og tað er í hansara eygum tað
sama sum at herseta landið. Chavez leggur dent á, at hann
undirmetir ikki ta stóra hjálpararbeiðið, sum amerikanarar gera
í Haiti, men at hansara atfinning einans snýr seg um teir nógvu
hermenninar og vápn teirra. Barack Obama hevur sagt, at teir
amerikonsku hermenninir skulu tryggja lóg og landaskil í Haiti.
Tónaskaldið Kári P
og sjónleikakvinnan
Laura Joensen fingu
fríggjakvøldið lands
ins størstu viður
kenn ing fyri teirra
listarligu og ment
anar ligu avrik
Mentan
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Longu við sanginum »Kalli
Katt« prentaðum í skránni,
og sjónleikapallmyndini í
einum horni og, vóru týð
iligar ábendingar um, hvørji
fór at fáa ávikavist Ment
anar virðisløn og Heiðurs
gávu Landsins handaðar í
Listaskálanum
fríggja
kvøld ið. Og onkustaðni
mill um áskoðararnar vóru
eis ini tónaskaldið Kári P og
sjónleika kvinnan
Laura
Joensen at hóma fyri løtu
seinni at standa á pallinum
og taka ímóti blómutyssum
og viðurkennandi orðum.
Hóast Føroya størstu før
oysku mentanar viðurkenn
ingar hava ein ávísan aftur
lítandi dám, man fáur vera í
iva um, at sporini, sum mót
takararnir av Mentanar
virðis løn
Landsina
og
Heiðurs gávu
Landsins
2009 hava sett eftir seg,
standa líka ljóslivandi í
dag.
Í síni heiðurskvøðu til
Kára P minti Rói Patursson
eis ini á, at hansara orð vóru
hvørki ein søgulig kvøða
ella afturlítandi røða ikki
minst tí vísurnar hjá tóna
skaldinum raka beint í
dags ins hóttanir móti teimu
veiku í samfelagnum.
Eisini Jenny C. Petersen
vísti á, at stóra arbeiði við
at skipa ein Tjóðpall og
betri kor fyri listafólk neyv
an var komið so langt, var
tað ikki fyri stóra ar beið ið
hjá Lauru Joensen.
Sjálvt um hvørki Kári P
ella Laura Joensen hava
gjørt serliga vart við seg á
ein um listasavni, var tiltakið
skipað á ein hátt, so eisini
tey hoyrdu heima har eina
løtu. Tórshavnar manskóri
sang fyri til tveir felags
sangir úr sangskattinum hjá
Kára P og framførdu eisini
ser merkta Kára P sangin
"Skygni". Og móti endanum
á tiltakinum fóri Bárður
Persson
og
Barbara
Christoph ersen á pall við
broti úr nýggjasta leikinum
hjá Tjóðpallinum »Heimsins
bestu jarðarferðir«, sum
Laura Joensen hevyr týtt úr
svenskum.
Provokatørur og undan
Landsstýriskvinnan
í
mentamálum lat yrkjar
anum,
tónaskaldinum,
gittara leikaranum
og
sang aranum Kára P Ment
anarvirðisløn
Landsins
2009 við hesi grund gev
ing.
Í 40 ár hevur Kári P.
skapað og givið okkum
listarlig virði á høgum
stigi. Við beinraknum,
ein føldum, djúpum og
fjøl broyttum
yrkingum
hevur hann meira enn
nakar annar rúnarbundið
okkum
við
mangan
speisomu,
hittinorðaðu
og kenslubornu sangum
sín um. Hann hevur gjørt
okkum bilsin og hugs
anarsom og hevur provo
kerað og glett okkum við
tekstum,
løgum
og
framførslum,
ið
eru
vorðin ogn Føroya fólks.
Allastaðni
fram
við
ringvegnum
hómast
í
vælferðarvísunum
eitt
stórt álvarsemi og ein
gjøgnumførd
listarlig
ætlan, og mann kann ikki
annað enn taka undir við
skaldinum, tá ið tað
syngur: “hóast verðin er
lítil er mín heimspeki
stór”.
Helena Dam á Neystabø,
lands stýriskvinna í menta
málum, handaði sjónleika
kvinnuni Lauru Joensen
Heiðurs gávu Landsins við
hesi grundgeving:
Laura hevur verið og er
eitt av undangongufólk
unum innan føroyskan sjón
leik.
Sum sjónleikari og leik
stjóri er Laura hvørki komin
til búgvið borð ella skorin
klæðir. Hon hevur, síðan
hon var 14 ára gomul,
treiskast í hesum leiklut
inum, annaðhvørt á palli,
handan leiktjøldini ella í
øðr um leiklutum, sum hava
havt við leiklistina at gera.
Í eitt mannaminni hevur
hon verið álitið og útinnandi
megin í sjónleikalívinum
um alt Føroya land, á bygd
og í bý, í áhugaleiki og
yrkis leiki, í barnaleiki og
vaksna mannaleiki. Hennara
leiklutur hevur heldur ikki
ligið eftir, tá ið tað hevur
snúð seg um at fingið leik
listarligt tilfar fram í útvarpi
og í sjónvarpi. Hon hevur
verið ein av hornasteinunum
í
leikbólkinum
Grímu,
Leik palli Føroya og nú á
Tjóð palli Føroya.
Fyri
hetta
ófatiliga,
ósjálv søkna
stríðið
fær
Laura Joensen, sum eina
tøkk, handaða Heiðursgávu
Landsins 2009.
Kári P fekk Mentanarvirðis-
lønina á 150.000 krónur
Laura Joensen fekk
Heiðursgávuna á 75.000 krónur
Tórshavnar Manskór undir
leiðslu av Bjarna Restorf
framførdi kenda lagið
»Skygni« hjá Kára P