mánadagur 18. januar 2010síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 11 - 18. januar 2010
gongukvinna heiðraði
Í kunngerðini fyri at lata
Mentanarvirðisløn Lands
ins stendur millum annað,
at endamálið við at veita
virðislønina er at heiðra
føroyskt mentafólk sum
tøkk fyri útint listarligt
avrik, og til tess at kunna
fáa
Mentanarvirðisløn
Lands ins skal virðis lønar
evnið hava skapað listaverk
á høgum støði.
1998: Regin Dahl
1999: Jens Pauli Heinesen
2000: Ingálvur av Reyni
2001: Eyðun Johannessen
2002: Gunnar Hoydal
2003: Hanus Kamban
2004: eingin virðisløn
latin
2005: Tita Vinther
2006: Zacharias Heinesen
2007: eingin virðisløn
latin
2008: Ebba Hentze
2009: Kári P.
Í kunngerðini fyri at lata
Heiðursgávu
Landsins
stendur millum annað, at
virðis lønarevnið skal hava
virkað til frama fyri ment
anar lig virði, sum hava
týdning
fyri
føroyska
mentan, list og mentanar
arv.
2001: Fuglafjarðar
Sjónleikarafelag
2002: Axel Torgarð
2003: Ólavur Hátún
2004: eingin heiðursgáva
latin
2005: Emil Juul Thomsen
2006: Jógvan Isaksen
2007: eingin virðisløn
latin
2008: Martin Tórgarð
2009: Laura Joensen
Við støði stuttsøguni hjá
H.C Andersen um "Mostir",
sum fataði leikhúsi sum sín
skúla,
bar
stjórin
á
Tjóðpallinum
Jenny
C.
Petersen fram heiðurskvøðu
til Lauru Joensen, har hon
millum annað segði:
Á mangan hátt ert tú
Laura sum ein mostir fyri
okkum øll. Lukkutíð fyri
okkum hevði tú longu sum
14 ára gomul tað árræðið,
sum hevur merkt teg líka
síðani,
Tað eru so nógvir leikir,
sum koma fram fyri okkum,
tá vit hugsa um Lauru
Joensen
á
palli:
Kærleikssøga
aldarinnar,
Feit
og
fregin,
Eitt
dukkuheim, Logi, logi eldur
mín, Glataðu spælimenninir,
Shirley Valentine ja, vit
kundu hildið áðfram.
Tú hevur ferðast kring
landi sum sjónleikari og
leikstjóri. Ongin krókur í
landinum hevur verið ov
fjarðskotin,
og
ongin
uppgáva ov lítil. Tú hevur
spælt, leikstjórna og týtt
leikir,
arbeitt
við
tí
fyrisitingarliga og verið
undangongukvinna fyri at
fáa stovnsett ein Tjóðpall.
Tú hevur ósjálvsøkin arbeitt
fyri at føroyskur sjónleikur
og tey, sum arbeiða innan
listi sum heild, skuldu fáa
betri kor.
Um tú hevði fingið løn
fyri tað stríð og tey avrik, tú
hevur útint fyri at ríka
okkum løturnar, so vart tú
uttan iva vælhavandi í dag.
Tó at tú hevur havt
tungar løtur og strævnar
dagar, hevur tú altíð stríðst
fyri tí, tú helt vera rætt, og
herjað á aftur.
Rói Patursson bar fram
kvøðu til Kára P har
hann
millum
annað
segði:
Míni orð í kvøld eru
hvørki ein søgulig kvøða
ella ein afturlítandi røða.
Í teimum skrivaðu og
komponeraðu vísunum
hjá Kára P hava hittin
orðini og tær skeivu við
merkingarnar úr ger
andis skemtinum
eitt
kenslu sterkari
andlit,
sum kann skifta ímillum
ovfarakæti og tíðarleysa
utopi,
men
eisini
desperata ironi. Tað ein
asta, tú ongastaðni møtir,
er líkasæla.
Eins og tær skræddu
lagnurnar
og
hugans
menn iskju, sum Kári
skrivar um, eru eisini vit
í
gullkálvakonkur rens
uni. Eg veit ikki, um
spit arin er í botni. Er tað
nakar, sum kennir ferðina
og kósina? Men eitt haldi
eg meg vita vit geva
okkum framvegis ikki
tíð til at spyrja um hvagar
og hví.
Viðhvørt upplivi eg
Kárasa
gullkálvadans
sum eina mynd av tí
»Blinda
liðnum«
hjá
Christiani Matras, tá tað
er gingið amok.
Kári P hevur altíð
verið tann, sum ger
gjøldur burtur úr makt
máli og ideologiskum
valdi. Hann er skjótur at
gera vart við, at nú er
nokk klappað. Hann sær
tað rukkuta í tí slætta,
tað skrukkuta í tí hátíðar
liga og tað ivasama í
øllum harradømi, um tað
so eru politikarar, rík
menn ella sálarhirðar.
Í dag er tað blivið so
populert millum summar
politikarar at hótta. Ser
liga tey gomlu, haldi eg,
við ótryggleikum av
ymiskum slag. Tí má tað
sigast at vera í røttum
tíma,
at
landsstýris
kvinn an í mentamálum,
Helena Dam á Neystabø,
nú hevur givið landsins
tignarligastu viður kenn
ing til multikunstnaran
Kára P, sum umframt so
nógv annað gav okkum
Kalla
Katt,
Herluf,
Ljósið hinumegin endur
tøkurnar og áhaldandi
eggjar okkum til at ganga
út úr takt.
Í hesum samanhangi
er tað eisini neyðugt at
nevna Bob Dylan... Nei,
tað er tað yvirhøvur
ikki...
Mentanarvirðisløn
Landsins:
Heiðursgáva Landsins
Sum ein mostir fyri okkum
Nú er nokk klappað...
Eyðun Christiansen nýggjur aðalskrivari
Stýrið fyri Kommunusamskipan Føroya hevur sett Eyðun Christiansen í starv sum aðalskrivara
felagsins. 22 umsóknir vóru til starvið. Eyðun Christiansen hevur drúgvar royndir m.a. sum ráðgevi hjá
Føroya Kommunufelag farnu sjey árini. Í hesum starvi hevur hann havt høvuðsábyrgdina at veita
kommunum fakliga og politiska ráðgeving um øll kommunal viðurskifti. Í hesum sambandi hevur hann
eisini tikið lut í øllum samráðingum og fakligum útgreiningararbeiðum, sum hava við kommunal
viðurskifti og uppgávu og ábyrgdarbýtið millum land og kommunur at gera. Hann var millum annað
limur í kommunalu umskipanarnevndini, sum Innlendismálaráðið setti í fjør at fyrireika komandi
kommunalu umskipanina. Eyðun Christiansen hevur samfelagsvísindaliga útbúgving frá hægri
lærustovni, og byrjar í starvinum sum aðalskrivari hjá Kommunusamskipan Føroya skjótast tilber.
Eyðun Christiansen,
nýggjur aðalskrivari
í Kommusamskipan
Føroya, og Heðin
Mortesen, borgars
tjóri í Havn og
formaður í KSF