mánadagur 18. januar 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 11 - 18. januar 2010
Løgtingsmaðurin,
Kári P. Højgaard, fer
mikudagin at seta
landsstýrismanninum
í fiskivinnumálum,
Jacobi Vestergaard,
munnligan fyrispurn
ing um, hvat lands
stýrið ætlar at gera,
so føroysk fiskiveiða
úteftir kann markn
aðarførast sum burð
ardygg fiskiveiða
Fiskiveiða
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í síðstu viku tók Sosialurin
upp spurningin um trupul
leikarnar við at selja virkaða
føroyska hýsu í Bretlandi,
og nú hevur so løgtings
maðurin, Kári P. Højgaard,
reist munnligan fyrispurning
á tingi um sama mál.
Prísurin á føroyskari hýsu
á Fiskamarknaði Føroya er
sum heild lágur, og tað
gongur illa hjá skipum
yvirhøvur at sleppa av við
hýsu fyri líkinda prís.
At kalla eingin hýsa, sum
verður veidd undir Føroy
um, fer til virkingar og tað,
sum landað og selt verður,
fer óvirkað til smákeyparar
kring um í Bretlandi.
Boykott av hýsu
Føroyskur línuskipari segði
við Sosialin í síðstu viku, at
meðan føroysk hýsa ikki
verður mett sum burðardygg
millum eitt nú bretskar
handilsketur, er einki til
hindurs fyri, at hesar somu
ketur kunnu keypa íslendska
hýsu, tó at minni er at fáa
av hýsu undir Íslandi enn
undir Føroyum.
Orsøkin til støðuna er,
sigur skiparin, at Bretland,
sum er høvuðsmarknaðurin
fyri hýsu, sær íslendsku
hýsuna sum burðardygga,
men ikki hina føroysku.
Formaðurin
í
Føroya
Ráf iskakeyparafelag,
Símun
Jacobsen,
segði
eisini við Sosialin í síðstu
viku, at stórir trupulleikar
eru við sølu av virkaðari
hýsu úr Føroyum á bretska
marknaðinum.
Bretland hevur verið
okkara stóri hýsumarknaður,
og nú vilja tær stóru
handilsketurnar ikki keypa
hesa vøru, tí mett verður
ikki, at okkara hýsuveiða
hvílir
á
burðardyggum
grundarlagi.
Hann vísti á, at bretsku
handilssketurnar hava síni
fólk, sum meta um, hvørt
fiskurin,
tær
selja,
er
burðardyggur ella ikki.
Keturnar tora ikki at
koma í ta støðu, at eitt nú
journalistar leypa á og siga,
at tær selja fisk, sum ikki er
veiddur úr burðardyggum
fiskastovni, segði Símun
Jacobsen.
Tekur málið upp
Løgtingsmaðurin, Kári P.
Højgaard, hevur nú tikið
hetta mál upp og fer miku
dagin at seta landsstýris
manninum í fiskivinnu
málum, Jacobi Vestergaard,
munnligan fyrispurning.
Spurningarnir hjá løg
tingsmanninum eru tríggir í
tali.
Í fyrsta lagi vil Kári P.
Højgaard hava at vita,
hvørji stig politiski myndug
leikin saman við vinnuni
higartil hava tikið til tess at
kunna útlendskar keyparar
av føroyskum fiskavørum,
at vit fiska burðardygt.
Í øðrum lagi spyr hann,
um landsstýrismaðurin veit,
hví hýsa, sum verður veidd
undir
Føroyum,
verður
boykottað, samstundis sum
hýsa veidd undir Íslandi,
verður roknað sum burðar
dygg, tó at hýsa undan
Íslandi ikki hevur góð
kenning.
Í triðja og seinasta lagi
spyr Kári P. Højgaard,
hvørji
stig
landsstýris
maðurin fer at taka til tess
at samskipa vitanina og
frøðina á sjógvi og landi, so
tilmælini
til
politisku
skipanina eru greið – og at
vit saman úteftir markn
aðarføra eina burðardygga
fiskiveiði.
Hóttur stovnur
Í viðmerkingum til fyri
spurningin, vísir løgtings
maðurin á, at enski markn
aðurin er nógv tann størsti,
tá talan er um útflutning av
hýsu.
Prísirnir á føroyskari
hýsu á Fiskamarknaði Før
oya eru sum heild lágir, og
tað gongur illa at sleppa av
við hýsu fyri líkinda prís.
Stóru handilsketurnar, sum
selja føroyskt framleiddar
fiskavørur, eitt nú Marks &
Spencer, Tesco og Asda,
vilja sjálvsagt hava gott orð
á sær við einans at selja
burðardyggar
vørur.
Tí
fylgja tær tilráðingunum
frá MSC, MCS og WWF.
Kári P. Højgaard vísir á,
at hesir felagsskapir mæla
frá at keypa hýsu, sum er
veidd undir Føroyum, tí teir
meta, at hýsustovnurin er
hóttur.
Avgerðin er grundað á
tilráðingar
frá
eitt
nú
havgranskingarstovninum
ICES, og niðurstøðan er, at
føroysku myndugleikarnir
ikki fylgja ráðunum frá
fiskifrøðingum um burðar
dygga veiðu, sigur hann.
Alt til sættis
Løgtingsmaðurin heldur, at
nú
arbeiðsloysi
veksur,
serliga millum ófaklærd, er
harmiligt at síggja arbeiðs
plássini á landi liggja still,
samstundis sum øll hýsan
fer óvirkað av landinum til
smákeyparar fyri undirprís.
Við fiskidøgum hava vit
eina skipan, har øll veiðan
kemur til høldar. ES endur
skoðar í hesum døgum sín
egna fiskivinnupolitik, ið
higatil hevur víst seg at vera
ónýtiligur, eins og hann er
ein vanlukka fyri fiska
Neyðugt er at
samskipa vitan
og fiskifrøði
Kári P. Højgaard hevur nú reist málið um trupuleikarnar við
sølu av virkaðari hýsu. Mikudagin skal Jacob Vestergaard,
fiskimálaráðharri, svara fyrispurningi frá løgtingsmanninum
Sjórænarar gjørdu kvetti
Somaliskir sjórænarar gjørdu eitt rættiligt kvetti í gjár, tá
teir fingu loysigjald fyri eitt tangaskip, sum teir høvdu
rænt. Sambært somalisku myndugleikunum fingu sjó
rænararnir millum 5,5 og 7 milliónir dollarar fyri tanga
skipið Maran Centaurus. Sagt verður, at ein tyrla slepti
pengunum niður á dekkið á tangaskipinum. Maran
Centaurus, sum er skrásett í Grikkalandi, varð rænt nær
hendis Seychellunum síðst í november. Skipið hevur tvær
milliónir tunnur av olju í tangunum. Manningin telur 28.
Størri kvotur í 2010
Grønland og Noreg skrivaðu fríggjadagin undir fiskirætt
indasáttmála fyri 2010 . Sáttmálin gevur grønlendskum
skipum loyvi at fiska 630 tons av hýsu í norska partinum
av Barentshavinum í ár ímóti 360 tonsum í fjør. Sam
stundis er grønlendska upsakvotan í Barentshavinum økt
úr 270 tonsum í fjør í 1.000 tons í ár. Harumframt kunnu
tey grønlendsku skipini hava 260 tons av øðrum sum
hjáveiði. Afturfyri sleppa norsk skip at fiska 700 tons av
kongafiski, 900 tons av kalva og 150 tons av øðrum
fiskasløgum sum hjáveiði í grønlendskum sjógvi í ár,
skrivar KNR.