Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. januar 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 11 - 18. januar 2010 Jóhan Páll Joensen, stjóri í Norðís Seafood, sum roykir hýsu til bretska marknaðin, sigur, at útlitini fyri føroyskari hýsuframleiðslu í løtuni eru sera vánalig. – Hetta er nakað, ið vit sum skjótast mugu gera nakað við, sigur hann Fiskavirking Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í løtuni verður eingin hýsa undan Føroyum virkað til útflutnings. - Støðan er ógvuliga trupul, men hon er einfald. Bretland er okkara hýsu- marknaður, og har vilja tær stóru keturnar ikki keypa føroyska hýsu, tí stovnar, sum ráðgeva teimum um burðardyggleika, siga, at føroysk hýsuveiða er ikki burðardygg. Keturnar vilja ikki koma í ta støðu, at viðskiftafólk fáa at vita, at tær selja fiskavørur, sum ikki eru veiddar úr burðardyggum stovni. Jóhan Páll Joensen, stjóri í Norðís Seafood og formaður í Føroya Arbeiðs- gevarafelag, sigur, at hetta er ein velduga stórur trupulleiki. - Vit hava onga føroyska hýsu virkað til útflutnings í fjør, men hava bara brúkt íslendska hýsu í okkara framleiðslu. Hann sigur, at Norðís Seafood, sum eitt nú roykir hýsu til útflutnings, hevur arbeitt hýsu fram til desember mánaða í fjør, men hetta hevur alt verið fiskur, sum er veiddur í íslendskum sjógvi. Stjórin í Norðís Seafood sigur, at trupuleikarnir við hýsu undan Føroyum eru velduga stórir. - Hetta er virkuliga nakað, ið vit sum samfelag mugu gera nakað við sum skjótast, og hetta er avgjørt ein spurn- ingur, sum politiska skipanin noyðist at taka upp beinanvegin. Umvegis bretar Jóhan Páll Joensen vísir á, at nógv tykist undarligt við føroyskari hýsu og bretskum handilsketum. - Vit vita, at okkara hýsa verður útflutt óvirkað, men síðan verður hon keypt í Bretlandi og fer til virkingar har. Tað er júst sami fiskur, sum vit ikki kunnu framleiða og selja virkaðan í Bretlandi, sum kortini endar hjá hesum somu handilsketum, tó bert við øðrum framleiðarum. Stjórin sigur seg ikki duga at siga, hvussu hetta hongur saman, men tað loysir heldur ikki okkara trupuleikar, hvør hesin samanhangur er. - Sum samfelag noyðast vit at taka hetta mál upp og fáa skipað so fyri, at bretsku stovnarnir, sum ráðgeva handilsketunum um burðardyggleika, kunnu broyta síni tilmæli um hýsu. Um hetta ikki verður gjørt, eru útlitini fyri virking úr hýsu sera vánalig – fyri ikki at siga eingi, sigur Jóhan Páll Joensen. Spurdur, hví trupulleikar serliga hava tikið seg upp við hýsu og ikki øðrum fiskasløgum í sama mun, sigur hann: - Hetta er tí, at allur okkara hýsumarknaður er í Bretlandi, meðan onnur fiskasløg verða seld meiri víða um í Evropa, og tí er trupulleikin við øðrum fiskasløgum als ikki hin sami, sigur Jóhan Páll Joensen. Eingin føroysk hýsa er virkað á Norðís Seafood í farna ári. Útlitini fyri hýsu ógvuliga vánalig stovnarnar. Eftir ætlan skal ein nýggj ES-fiskiveiði- skipan verða klár at seta í verk í 2012, sigur Kári P. Højgaard. Í samrøðu við Sosialin vísir hann á, at føroyingar í mong ár hava røkt fugla- bjørgini á skynsaman hátt, men kortini síggja vit, hvussu skiftandi gongdin hevur verið í eitt nú lom- viga-og lundastovninum. - Her hava vit sæð, hvussu stór sveiggini eru, tó at lítil og eingin veiða hevur verið – og at vit enntá hava friðað fuglaveiði á ymiskum plássum í upp til fleiri ár. Gongdin vísir, at náttúran spælir nógv inn, tá ræður um grundarlagið undir fugli og fiski. Kári P. Højgaard vísir á, at tað er ein fuglastovnur, sum verður veiddur ótál- maður, og tað er havhestur. - Men kortini bendir einki á, at hesin stovnur er í nøkrum vanda. Tvørtur- ímóti, leggur hann aftrat. Standa saman Løgtingsmaðurin sigur, at stórt gjøgnumskygni er í okkara fiskiveiðiskipan, og føroyingar hava enntá ferðast kring í øðrum londum og hava geitt frá, hvussu okkara skipan er. - Vit kunnu vísa á eina skipan, har alt, sum veitt verður, kemur til sættis. Kári P. Højgaard heldur tí, at vit við samstarvi millum ráðgeving, vinnu og politisku myndugleikarnar áttu at kunnað borðreitt eina fiskiveiðiskipan, sum vit kunnu semjast um hvílir á burðardyggum grundar- lagi. - Prísirnir á føroyskari hýsu á Fiskamarknaði Føroya eru sum heild lágir, og tað gongur illa at sleppa av við hýsu fyri líkinda prís, sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður Mynd: Vilmund Jacobsen - Sum samfelag noyðast vit at taka hetta mál upp og fáa skipað so fyri, at bretsku stovnarnir, sum ráðgeva handilsketunum um burðardyggleika, kunnu broyta síni tilmæli um hýsu, sigur Jóhan Páll Joensen Fjórði deyðadómurin Ali Hassan al-Majeed, sum er betur kendur undir navninum Kemiski Ali, er aftur dømdur til deyða í Irak. Sambært irakska sjonvarpinum er hetta hansara fjórði deyðadómur. Ali Hassan al-Majeed var systkinabarn Saddam Hussein. Hann var eisini ein av teimum ovastu herleiðarunum hjá Saddam og stóð á odda fyri gassálopinum á kurdiska býin Halabja í 1988, tá meiri enn 5.000 fólk doyðu. Hann er eisini dømdur til deyða fyri álop á sjiamuslimar í Suðurirak í 1991. Ali Hassan al- Majeed varð tikin í 2003 og hevur sitið í einari amerikanskari fangalegu í Irak síðani.